Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-27, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. februar 2008síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 41 - 27. februar 2008 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Í dag, 27. februar 2008, fyllir Bjarma Enghamar í Havn 50 ár. Bjarma er fødd og uppvaksin í Vági. For­ eldrini vóru Edmund Joen­ sen og Oliva Joensen. Bjarma búði øll síni barnaár í Vági, men flutti á ungum árum til Havnar, og byrjaði at arbeiða. Væl hev­ ur hon trivist, tí hon hevur búð í Havn síðan tá. Í 1992, bert 34 ára gomul, fekk hon staðfest keðiligu sjúkuna sclerosu, sum gjørdi hana óarbeiðsføra. Men við sínum lætta lyndi og sterka vilja, hevur hon klárað seg framúr væl. Bjarma eigur 4 børn: Virgar, Jørgen, Laila og All­ an. Eisini eigur hon eina ommudóttir, Óluva, sum hon elskar at vera saman við, og hugna sær við. Hon er ommusa eygnasteinur. Góða mamma og omma. Vit vilja við hesum ynskja tær hjartaliga tillukku við hesum stóra degi, og takk fyri alt tað tú ert fyri okkum. Nevnast skal eisini, at elsti sonurin, Virgar, fylti 30 ár tann 26. februar 2008, og vilja vit eisini senda hon­ um eina heilsan og ynskja honum hjartaliga tillukku við degnum. Saman halda Bjarma og Virgar føðingardagarnir við at hava opið hús í Hattrick tann 29. februar 2008 frá kl. 19. Øll eru hjartaliga vælkomin. Vinarliga Virgar, Jørgen, Laila, Allan og Óluva Bjarma Enghamar 50 ár Bjarma og ommudótturin Óluva Andlát og jarðarferðir Bjarni Olsen, timburmeistari, ættaður av Válin­ um í Vestmanna, búsitandi á Argjum, andaðist á Landssjúkrahúsinum sunnudagin, 73 ára gamal. Bønarhald verður í Landssjúkrahúskapellinum mikudagin kl. 17. Jarðarferðin verður úr Havnar Kirkju hósdagin kl. 13. Tey ið ynskja at minnast Bjarna, kunna lata krabbameinsfelagnum eina gávu, konta í peningastovnunum. Edith Dahl í Havn andaðist mánadagin 93 ára gomul. Jarðarferðin verður kunngjørd seinni. Erika Absalonsen í Klaksvík andaðist á Norðoyar røktarheimi mándadagin, 95 ára gomul. Kistan fer av røktarheiminum mikudagin kl. 18 heim í Bet­ esda. Jarðarferðin verður hósdagin klokkan 13.30. Jarðarferðin hjá Niels Jákup Nielsen, Fámjin, verður úr Fámjins kirkju mikudagin klokkan 13. Tey, ið vilja minnast Niels Jákup kunnu lata Fámjins kirkju eina gávu. Konta í Føroya Banka. Petra Óladóttir, fødd Biskopstø, ættað úr Klaksvík, fer til gravar úr Neskaupstaðar kirkju í Ìslandi í mikudagin klokkan 14. Judith Lindarstein, ættað úr Skúgvi, andaðist á Landssjúkrahúsinum sunnudagin, 81 ára gomul. Kistan fer úr kapellinum á Landssjúkrahúsinum mikudagin klokkan 19. Jarðarferðin verður úr Kirkjugarðskapellinum hósdagin klokkan 13. Tey, ið vilja minnast Judith kunnu lata Deild 7 á Lands­ sjúkrahúsinum, demensdeildina, eina peningagávu. Konta 160.026.7 í Føroya Banka. William Hansen í Klaksvík andaðist á Klaksvíkar Sjúkrahúsi leygardagin, 85 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Betesda mikudagin kl. 13:30. Andlát og jarðarferðir Dagurin 28. februar. Hildigerð. Høgt mett týsk abbadissa, sum doyði í 1179. Upprunaligt germanskt navn, samansett av orðum, ið merkja stríð og vernd. Tøkk Hjartaliga tøkk fyri sýnda samkenslu, tá ið kæri maður mín, pápi, verfaðir, abbi, langabbi og bróðir Jóhan  Olsen við Gøtugjógv andaðist og varð jarðaður. Tøkk til tykkum, sum vóru um hann seinastu tíðina. Tøkk til øll, sum hjálptu til við jarðarferð og ervi. Tøkk fyri gávur til Gøtu kirkju, fyri blómur, kransar og heilsanir, og tøkk til tykkum øll, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað her á fold. Familjunnar vegna Marna Fríggjadagin 29. februar kl 16 letur ein framsýning við verkum hjá Philippe Carré upp í Galerie Focus í Gríms Kamb­ ansgøtu 20 í Havn Philippe Carré er kendur fyri síni klipp í fuglaper­ spektivi. Hesaferð í Galerie Focus hevur Philippe Carré “miniature” ella smámyndir, tøknið er vatnlitir, tusj og blýant á pappíri. Tað er ein roynd at tekna staðið við tí metaforiska ella ævintýrliga, og tí ser­ merkta við júst hesum staðn­ um. Hetta eru tulkingar av ymsum støðum í oyggjun­ um, ið eru teknaðar loddrætt og kunnu tulkast sum gongu­ túrar gjøgnum ávísar útvaldar gøtur. Landsløg ella býarlandsløg umskap­ ast, so tað gevur eina kenslu av risastórum gomlum trøum, av drangur, klettum og oyggjum, av totemsteyr­ um og stórum skipum. Hvørt einstakt stað inniheld­ ur heildina, eins og hvørt einstakt menniskja inni­ heldur mannaættina. Framsýningin verður opin til 14. mars, týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18 og leygardag kl. 16 til 18. Carré í Focus Philippe Carré í Galerie Focus