Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-27, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. februar 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

miðvikan Siðsøguligt tilfar í Sosialinum mikudagar 6. partur Tað tykist, sum at Daniel hevur lagt dent á at virka uttan fyri Havn­ ina. Her var jú longu gamli Sloan, men hann var við at verða gamal. So tað skuldu ungar kreftir til fyri at fara út á bygd. Hetta kravdi eisini sín mann, sum samferðslu­ møguleikarnir vóru tá. Eingir vegir vóru og fáar rutur. Fremsta álitið mundi vera at ferðast við egnum báti og at ganga. Fyrsta “missiónsmarkin” tykist at hava verið Viðareiði. Her var Daniel eisini kendur, tí vermamma hansara kom av Viðareiði. Hetta sæst eisini í bókini hjá Sigurd Berghamar, har hann serliga nógv umrøður virksemið hjá Daniel á Viðareiði. Hiðani er eisini fyrsta frásøgnin í Echoes of Service. Í frásøgn frá 15. februar 1905 skrivar Daniel: Hjálp frá Gudi at vitja eina av Norðuroyggjum Eg eri júst afturkomin av Viðareiði. Hans Joensen, bróður úr Havn, var við mær. Hann er góður sangari, og tað ger honum gott at koma burtur úr handilslívinum eitt skifti. Hann er ógvuliga greiður og einfaldur, tá ið hann ber fram evangeliið. Mátti Gud hjálpt okkum øllum at verið greiðir. Vit steðgaðu á í 9 dagar á Viðareiði og endaðu við einum bønamøti, sum andin vendi til eitt takkar­ og vitnisburðarmøti. Á summun av evangilisku møtunum grótu bæði talarar og áhoyrarar hart. Andi Guds leiddi meg at tala um Golgata, og tað kann bloyta hørðu hjørtu okkara. Biðið eftir, at Gud skal geva okkum klárari at síggja Golgata og fáa okkum at síggja, hvussu lítið vit hava uppiborið kærleika frelsarans. Vit hava grund til at halda, at mangar sálir stigu yvir um frá deyðanum til lívið. Eg havi ongantíð áður upplivað slík møti! Roykstovan, har møtini vóru hildin, var alt ov lítil. Hurðar vóru tiknar av millum rúmini at geva betri pláss fyri fólkinum, men kortini sluppu ikki øll inn. Hetta gevur bóndakonunum nógv stríð og arbeiði at gera reint eftir, at fólkið er farið, men tær læna okkum húsini við gleði. Tey trúgvandi á Viðareiði biðja Gud inniliga um at gera tey før fyri at fáa eitt størri høli at savnast í. Tey eru ógvuliga fátæk og kunnu bert biðja Gud um hetta. Harrin hjálpi teimum og styrki trúgv teirra. Tey verða ikki sørt háað og vanvird av kirkjuni, men vit kenna tó ikki stóra mótstøðu. Vit mugu fara hóvliga fram undir nógvari bøn. Harrin Daniel J. Danielsen: Virksemið byrjar í Føroyum Vit hava nú í fimm pørtum greitt frá lívi og virksemi hjá Daniel J. Danielsen fram til 1904. Tá kemur hann aftur til Føroya at virka. Í fyrsta parti varð greitt frá nakað frá hansara virksemi í Føroyum. Vit hava nú fingið tær frásagnir, sum Daniel hevur sent bretska missiónsblaðnum Echoes of Service. Hetta var eitt blað, sum byrjaði at koma út í 1872, og sum kemur út enn. Her eru frásagnir úr nógvum londum, og tað eru eisini nógvar frásagnir úr Føroyum í hesum blaði frá fyrstu tíðini hjá brøðrasamkomuni, og nógvar av hesum eru frá Daniel. Tey hava verið so vinarlig at taka kopi av hesum greinum og at senda okkum tær uttan samsýn­ ing. Nakrar av hesum greinum hava verið endur­ givnar í bókini hjá Sigurd Berghamar um søguna hjá Brøðrasamkomuni, “Men Gud gav vøkst..” Men í hesi røð endurgeva vit tær allar við viðmerkingum. Nógvar av hesum og myndirnar úr Føroyum eru úr nevndu bók. Hesar greinar verða endurgivnar í teirri røð, sum tær eru skrivaðar. Samstundis hava vit tilfar eftir í samband við Congotíðina, sum vit meta hava áhuga fyri okkara lesarar. Hetta vil eisini geva eina meira fullfíggjaða mynd av lívinum og virkinum hjá Dollanum Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Hetta er Landavegur 54, har Lina og Daniel J. Danielsen búðu. Húsini eru størri í dag enn tá. Tað kann væl hugsast, at tey bæði hava sett stóra træið niður Andrew Sloan skrivar um, hvussu ungdómurin í Havn plagdi at hugna sær framman opna eldstaðin heima hjá Linu og Daniel. Ovnur er seinni sett inn í eldstaðin, men her sæst so ramman, sum hon upprunaliga var