mikudagur 27. februar 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
14
nr. 41 • 27. februar 2008
kann við anda sínum opna hjartað
á prestinum.
At koma frá ein oyggj til aðra
hava vit brúk fyri einum báti, sum
ikki hevði verið so dýrur at keypt
og røkt. Tørvurin er stórur og tíðin
stutt. Eg havi selt nógvar bíbliur
og nýggja testamenti (hetta var
gjøgnum bretska bíbliufelagið).
Tey eru so bílig, at sjálvt tey
fátækastu kunnu keypa. Biðið
eftir, at skriftirnar skulu vera
til mikla signing. Brøðurnir í
Havn eru í ferð við at byggja ein
nýggjan sal (gamli Ebenezer), sum
skjótt verður til reiðar at taka í
nýtslu.
D. J. Danielson
Fyrrverandi meistari á Congo
dampskipi.
Hevur eisini verið í
Suðurafrika
Í mai 1905 heldur Echoes of
Service tað vera uppá sítt pláss
at geva eina nærri frágreiðing um
Dollan, har tað verður sagt:
Í sínum seinasta brævi her í
blaðnum undirskrivaði Danielson
seg sum maskinmeistara á einum
Congo dampskipi. Hann skrivar,
at hann var ikki við nøkrum
teimum 50 farmaskipunum á
Congoánni, men at hann eina
tíð var við einum av trimum
dampskipum, sum sigla við friði.
(Hetta talið sigur nakað um tann
stóra trafikkin, sum hevur verið
á Congoánni. Tað var eisini ein
hópur av øðrum missiónsskipum).
Danielsen er føroyingur,
men eftir at hava lært til
maskinmeistara fór hann til
sjós og sigldi í nógvum pørtum
av heiminum. Í Glasgow var
hann í 1897 umvendur til Gud
og hevði eina stóra trongd at
kunna seg um Hansara orð og at
læra Hansara vilja. Hann ynskti
inniliga at fara til heidningarnar
at fortelja teimum um Jesus, og
eftir at hava verið í Suðurafrika
eina tíð, svaraði hann eini
lýsing eftir einum kristnum
maskinmeistara til Congo. Hann
fór tískil í 1901 sum meistari
við einum missiónsbáti, og so
skjótt hann hevði lært seg málið
hjá teimum innføddu, fór hann
at prædika evangeliið. Seinast í
1903 mátti hann fara heim aftur,
tí veðurlagið hevði skatt hansara
heilsu, og hann varð leiddur til at
geva seg sjálvan til evangeliskt
arbeiði í sínum heimlandi.
Tað nýggja í hesi frásøgn er,
at Daniel hevur verið í nógvum
londum og harímillum eisini í
Suðurafrika. Hetta hevur ikki
verið frammi í nøkrum tilfari
annars. Tað kundi verið áhugavert
at vita, hvat ið hann gjørdi í
Suðurafrika, men hetta fáa vit
nokk ikki at vita! Men tað var um
hesa tíðina boarakríggið var.
Síðan greiðir Daniel soleiðis
frá í sama blað:
Tørvur og arbeiði í
Føroyum
Eg tosi føroyskt, og tað dámar
fólkinum best, hóast skriftirnar
eru skrivaðar á donskum. Føroyskt
verður tosað í øllum heimum og í
skúlunun, men øll mugu læra eitt
sindur av donskum í skúlanum,
og næstan allar skúlabøkur eru á
donskum.
Seremoniir eiga ein stóran
part av trúarlívinum her, sum
verður mett at vera í samsvar
við Martin Luther. Men nógv
sóknast eftir Gudi, og í fleiri
bygdum hava vit eina dýrabara
tíð. Á Viðareiði eru nógv sum
sóknast, og nøkur fá játta Kristus
sum teirra frelsara, men vit hava
einki samkomustað. Roykstovur í
bóndahúsum eru ov smáar, men
eini samkomuhús vildu økt nógv
um virkismøguleikarnar. Tað eru
framvegis nógvar oyggjar, sum
ikki hava hoyrt evangeliið á hin
gamla einfalda hátt, men nakað
av tí sái, sum bróðir Sloan hevur
sáað so trúfastur í so mong ár, er
byrjað at næla.
Vit hava alla orsøk til at takka
okkara himmalska Faðiri fyri,
at hann sendi bróður Sloan til
hesar oyggjar. Hann er farin at
eldast og er ikki førur fyri at fara
um landið sum fyrr. Men nú eru
komnir nakrir maskinbátar, og vit
hava frætt, at tað fara at koma
størri dampbátar (rutubátar), so
vit vóna, at tað verður ikki so
trupult framyvir.
Missiónsvirkið á hesum oyggj
um er fyri ein stóran part at fara
hús úr húsi, og tá eg sjálvur eri
innføddur, liggur betri fyri hjá
mær at koma í samband við fólk.
Í summar hava vit havt útimøtir.
Fólk á bygd hava ikki eins og í
Havn nakað marglæti at hava til.
Alt er meira einfalt á bygd.
Tey, sum eru trúføst, halda fast
við, at tað dýrabara orð Guds er
omanfyri alt. Gud hjálpi okkum at
gera tað sama.
Grundarlagið verður
lagt í barndóminum
Tann 22. august 1906 skrivar
D. J. Danielsen:
Eg havi vitjað nakrar av oyggju
num í summar, hevði góð møtir
og seldi fitt av skriftunum. Hevði
fólkið bert trú, at Bíblian veruliga
er Guds orð til teirra. Mong
lesa ongantíð í Bíbliuni, meðan
onnur hugsa, at tey kunnu vinna
tokka hjá Gudi við at lesa hana.
Biðið eftir, at Harrin skal signa
vitnisburð okkara og gera okkum
førar fyri at náa mong á teimum
fjarskotnu oyggjunum.
Frá barni av verður fólkið
lært, at tey verða Guds børn í
barnadópinum. Eg minnist, tá eg
var ein lítil drongur, at mamma
spurdi meg nakrar spurningar,
hvørja ferð eg var koyrdur í song,
sum eg skuldi svara soleiðis:
“Hvør hevur skapað teg?” “Gud
Faðir!” “Hvør hevur leyskeypt
teg” “Gud Sonur!” “Hvør hevur
heilaggjørt teg?” “Gud Heilagi
andi!” “Nær gjørdist tú Guds
barn?” “Í dópinum!”. Næstan
allar mammur fylgja hesum, og
tað sama verður lært í skúlum og
kirkjum. Prísaður veri Gud kortini,
tí har sum ljósið skínur, má
myrkrið dvína. Nógvir av hesum
gomlu vanunum eru nú við at
doyggja út.
Í eini bygd í Suðuroy, Porkeri,
koma nú 12 fólk saman at bróta
breyðið í heiminum hjá einum
av teimum trúgvandi og gleðast
í nýfunna frelsara og vini sínum.
Eisini á Viðareiði eru nøkur
fá, sum tilbiðja Gud í anda og
sannleika, eins og á øðrum av
oyggjunum. Hesi mugu verða ofta
vitjað, tí tey hava nógv at berjast
ímóti. Biðið Guds fólk gera so væl
at biðja fyri verkinum í hesum
parti av víngarði Harrans.
Tað áhugaverda her er,
at Daniel sigur, at tað var
mamman, sum lærdi hann sín
barnalærdóm. Annars hevur
verið skrivað, at hann vaks
upp hjá mammubeiggjanum,
postmeistaranum C.C. Danielsen.
Sum áður greitt frá giftist
mamman, Sigga, við Jákup á
Kamarinum. Tí kann tað hugsast,
at Daniel er fluttur til mammu
sína, tá ið hon giftist. Tað skal
eisini sigast, at tey sum kenna
seg sum nærmastu skyldfólk hjá
Dollanum eru tey á Kamarinum.
Porkeri er onnur bygdin, sum
Daniel nevnir við navni at hava
vitjað. Her vitjaði gamli Sloan
fyrstu umleið 1878/1879. Ein
lítil samkoma, Bethania, byrjar í
1906. Tá er tað, at Daniel virkar
saman við Arthur Brend, sum var
ein samverkamaður.
Frásagnirnar hjá Daniel eru úr enska blaðnum Echoes of Service, sum
er komið út síðan 1872. Tað ber til at kunna seg meira um hetta blað á
heimasíðuni: www.echoes.org.uk
Tað vóru eisini myndir við í greinunum hjá D. J. Danielsen. Hendan myndin
vísir Linu og Daniel á ferð. Sanniliga er nógv broytt
Ólavur á Váli hevur teknað tekningar. Tað vóru eingir salir at hava møtir í. Men
bóndahúsini høvdu stóra roykstovu, har møtini mangan vóru hildin
Roykstova