mikudagur 27. februar 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 41 - 27. februar 2008
15
nøvn
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Í morgin, 28 februar, fyllir
Hans Elmar Poulsen 70 ár.
Hans Elmar er føddur og
uppvaksin við Ljósá. Sonur
Sofus og Poulinu og er yngst
ur av trimum brøðrum. Hann
fekk tíðliga at kenna lívsins
harða veruleika, tá ið hann
sum 12 ára gamal misti pápa
sín, sum doyði av tuberklum.
Av tí at teir eldru brøðurnir,
Pól Jóhannus og Andrias,
vóru vorðnir so mikið vaksn
ir, at teir vóru farnir til skips,
var hann einsamallur eftir
heima saman við mammu
sínari og mátti tískil taka sær
av hoygging og at skera torv.
Hann gekk í skúla á Eiði í
fimm ár, og tað er øll skúla
gongdin hann hevur, um
framt at hava tikið koyrikort.
Men væl hevur hilnast.
Hann fór til skips sum 14
ára gamal og var á sjónum í
10 ár við ymiskum sluppum.
“Tað var í teirri tíðini, tá ið
skipini vóru av træ, og
mennirnir av stál”, sum
hann plagar at taka til. Í
tvey ár var hann við hvala
bátinum Sumba. Tað var
ein spennandi tíð, sum hon
um dámar væl at siga frá.
Hann bleiv giftur við
Kirstin Nielsen, dóttir Doru
og Dánjal Nielsen úr Vatns
oyrum í 1961. Tey búsettust
í Tórshavn. Hann arbeiddi á
tunnuvirkinum í fleiri ár,
tað var í sildatíðini. Nógvar
tunnur skuldu leverast, so
har varð arbeitt akkord, og
tað vóru langir dagar.
Í 1965 fór hann til Vatns
oyrar at hjálpa verðfaðir sín
um, Dánjal Nielsen og øðr
um, at byggja Zarepta. Mein
ingin var helst altíð at fara
suður aftur til Havnar, men
Dánjal hevði nógv kei og
dykkaraarbeiði at gera og
bað hann Hans Elmar vera
formann í arbeiðinum at
gera keiina í Sørvági lidna,
meðan hann sjálvur dykkaði
arðastani. Tískil blivu tey
verandi í Vatnsoyrum.
Dánjal átti eitt lítið verk
stað á Vatnsoyrum, sum Elm
ar keypti í 1970 og byrjaði
fyri seg sjálvan. Hann smíð
aði køkar, hurðar, vindeygu
og onkrar trappur. Væl
mundi handverkið verða
greitt úr hondum, hóast
hann ikki hevði lært til hand
verkara, tí hann hevði nokk
at gera.
Í 1972 fekk hann tað
fyrsta Husmorvindeyga úr
Noregi. Hetta var tað rætta
vindeygað til røttu tíð til
føroyska marknaðin. Tey
gingu sum heitt breyð. Send
ingarnar, sum hann ordraði
úr Noregi, gjørdust størri og
størri og tann eina sendingin
í 1971 var upp á heili 600
vindeygu. Sum føroyingum
líkt, so vildu fleiri handils
menn hava part av pylsuni,
og sølan minkaði. Elmar
dugdi at síggja, at einasti
møguleiki var at fáa einarætt
upp á at framleiða vindeyg
uni í Føroyum. Hetta varð
játtað honum av tí, at norski
patenthavarin sá, hvussu
stóran marknaðarpart Elem
ar hevði fingið í Føroyum.
Hann byrjaði so at fram
leiða tað so vælkenda H
vindeygað í 1975. Við tað
at hann kundi framleiða
vindeyguni fyri ein lægri
prís, enn tey kundu flytast
inn fyri úr Noregi, gekk
ikki long tíð, til konkurent
arnir fóru at keypa vind
eyguni frá Hans Elmari.
Í 1975 fór hann í gongd
við at byggja eina stóra høll
til vindeygaframleiðsluna,
og hevði hann sostatt tað
stórsta snikkaravirkið í land
inum og framleiddi heili
11.000 vindeygu í 1988. Í
1993 varð Vatnsoyra Snikk
aravirki heiðrað av A/S
Spilka í Noregi, sum átti pat
entið uppá Hvindeygað,
fyri at hava heimsins størsta
marknaðarpart.
Hans Elmar hevur altíð
havt stóran áhuga í bátum. Í
1986 byrjaði hann saman
við synunum at framleiða
33’fóts AquaStar glastrevja
bátar í Sørvági. Hesir vóru
sera vælegnaðir til føroysk
an útróður. Hendan fram
leiðslan helt uppat í 1989,
men HE gavst ikki á hond
um. Árið eftir byrjaði hann
rútaframleiðslu
í
hesum
bygninginum. Henda fram
leiðslan helt fram í 10 ár. Í
1990 keypti hann eisini Før
oya Glugga í Miðvági, sum
síðani tá hevur framleitt hurð
ar og Hvindeygu úr PVC.
Hann er nokk mest kend
ur sum vindeygaframleiðari.
Ikki einans tí at tað gekk
væl í sjeyti og áttatiárunum,
men eisini tí at virkið hóraði
undan kreppuni í nítiárun
um. Tá ið kreppan var av,
dugdi hann at lata dreingir
nar, sum arbeiddu á virkin
um, taka yvir. Teir hava
síðani rikið virkið fram til í
fjør heyst, táið virkið, sum
nú eitur HDYGD, varð selt.
Hetta var ein stór avgerð,
sum Hans Elmar var við
uppá. Hann hevur altíð ver
ið skjótur at tikið avgerðir.
Eisini er hann vorðin kend
ur fyri sínar gomlu bilar,
sum hann hevur hugnað
sær við seinnu árini.
Her er, í stuttum, greitt
frá lívsverkinum hjá pápa.
Pápi
arbeiddi
rættuliga
nógv og langar dagar. Byrj
aði áðrenn vit vóru uppi á
morgni, og hóast hann fram
vegis arbeiddi, tá vit fóru í
songar, so kunnu vit tó við
taksemi minnast aftur á góð
og trygg barnaár.Vit høvdu
tann framíhjárætt at mamma
var heima hjá okkum børn
um, og feriurnar vórðu nýtt
ar til at ferðast saman.
Vit eru seks systkin, trígg
ir beiggjar og tríggjar systr
ar. Abbabørnini eru 20, 10
gentur og 10 dreingir. Dorit,
sum er elst, er gift við Simon
Marshall. Tey eiga 2 børn og
búgva í Englandi. Sofus er
giftur við Mariann Steinberg,
uppvaksin í Grønlandi. Tey
eiga trý børn og búgva í
Vatnsoyrum. Dánjal Pauli er
giftur við Majbritt Garðalíð
úr Vestmanna. Tey eiga fýra
børn og búgva í Vatnsoyrum.
Heðin er giftur við Marjun
HolmJacobsen úr Havn.
Tey eiga fimm børn og
búgva í Vatnsoyrum. Guðr
un er gift við Stig Elttør úr
Klaksvík. Tey eiga trý børn
og búgva í Klaksvík. Katrin
er gift við Júst Vang úr
Havn. Tey eiga trý børn og
búgva í Havn.
Tað kundi verið mangt at
nevnt, sum vit upplivdu
saman við pápa okkara,
sum børn og fram til dagin
í dag. Allar túrarnar runt
Føroya land við bátinum,
túrarnar í haganum og ikki
minst túrarnar í summar
húsinum í DK. Vit kunnu
við takksemi minnast aftur
á okkara barnaár og alt tað
sum vit gjørdu saman.
Mamma og pápi hava givið
okkum tað bestu gávuna,
sum foreldur kunnu geva
børnum sínum. Tey hava
lært okkum um tann Harra
Jesus, sum tey sjálvi lærdu
at kenna á barnaárum.
Góði pápi, vit ynskja tær
hjartaliga tilukku við 70 ára
degnum og takka fyri alt,
sum tú hevur verið fyri okk
um við ynskjum um nógv
góð ár framyvir.
Kærar heilsur
Børnini við familjum
Hans Elmar Poulsen 70 ár
Hesa vikuna hevur Lista
gluggin, Niels Finsensgøta
25, eina blandaða framsýn
ing við í høvuðsheitum
eldri listaverkum.
Á søluframsýningini eru
listaverk eftir Jógvan Waag
stein, Kruse, S.J. Mykines,
Bent Restorff, Elinborg
Lützen, Janus Kamban,
Jack Kampmann, Ingálv.
av Reyni, Eyðun av Reyni,
Wiliiam Heinesen, Zachari
as
Heinesen,
Tórbjørn
Olsen,
Kári
Svensson,
Bárður Jákupsson, Olivur
við Neyst, Amariel Norðoy,
Hanni Bjartalíð, Frimod
Joensen og fleiri umleið
50 listaverk.
Listaframsýningin
er
sera fjølbroytt við nógvum
merkisverdum
listaverk
um. T.d. eru fleiri sera góð,
bæði minni og størri verk
eftir Waagstein, sjálvs
mynd av S.J. Mykines og
Tórbjørn Olsen, andlits
myndir av Kruse og ein
stórur málningur, ein altar
talva, eftir K.Svensson.
Framsýningin er opin
alla vikuna og endar leyg
ardagin. Opið er týsdag –
fríggjadag frá 1517.30 og
leygardag frá kl. 1114.
Framsýning
við eldri
listaverkum
Sjálvsmynd av S.J. Mykines
Lesið
- so eru tit við