mikudagur 27. februar 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 41 - 27. februar 2008
tíðindi
Gamlir kenningar, nýggir
skapningar og søgur um børn í
krígsherjaðum londum er nakað
av tí, børn og ung kunnu gleða seg
til, nú Bókadeildin gevur út fyrstu
bøkurnar í ár
Nýggjar bøkur
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur júst
givið út fimm nýggjar bøkur til børn og
ung. Tað eru bøkurnar Skap og snið til tey
smæstu og myndabøkurnar Pingvinin og
Pettson tjaldar, til eitt sindur eldri børn.
Til tey ungu gevur forlagið hesuferð út
bøkurnar Fríkorter og Eldsins Loyndar
mál
Skap og snið.
Lítla bókin Skap og snið er ætlað at fanga
áhugan hjá teimum allaryngstu børnunun
og læra tey at seta orð á tey skap og snið,
sum tey síggja rundan um seg. Bókin er úr
pappi við litføgrum myndum og klaffum
at lyfta.
Tað er Marita Thomsen, sum týddi Skap
og snið úr enskum. Bókin er 12 blaðsíður.
Virðislønt Pingvin
Bert eitt ár eftir at snøgga myndabókin
Pingvinin, eftir Polly Dunbar, kom út í
Onglandi, hevur bókin fingið heilar
tríggjar virðislønir.
Søgan er um Búa, sum ein dagin fær eina
eskju, har ein pingvin liggur niðri í. Búi
stríðist við at fáa pingvinina at siga
okkurt, men nógv skal til, áðrenn tað gerst
ovboðið hjá pingvinini.
Marna Jacobsen týddi bókina úr enskum.
Gamlir kenningar
Tað er næstan óneyðugt at greiða frá
stuttligu myndabókini Pettson tjaldar.
Næstan øll kenna fressin Findus og
eigarmann hansara Pettson. Sum altíð
finna teir báðir eisini í hesi bókini uppá
okkurt stuttligt. Hesuferð skulu teir út at
tjalda saman við hønunum – men ikki
gongst sum ætlað.
Tað er Niels Jákup Thomsen sum hevur
týtt úr svenskum. Bókin er 28 blaðsíður.
Forelskilsi og hjartasorg
Bókin Fríkorter, eftir grønlendska
rithøvundan, Naja Lund, er ein nútímans
søga úr Grønlandi. Ein søga um at vera
forelskað og hava hjartasorg og um at bera
upp á so stóra sorg, at tú ætlar at gera
enda á tær. Men eisini um at hava vinir,
sum hjálpa tær í neyðini.
Fríkorter vann grønlendsku kappingina í
2007 um at skriva barnabók.
Karl N. Hansen hevur týtt bókina, sum
Niels Motzfeldt hevur myndprýtt.
Børn og kríggj
”Hann hugsaði við sær, at styrki var ikki
ein maður, sum kundi lyfta hundrað kilo
yvir høvd. Styrki var eitt barn, sum hóraði
undan við lívinum, eftir at tað hevði
traðkað á eina landminu”
Hetta hugsar læknin í bókini Eldsins
loyndarmál, tá hann hittir gentuna Sofíu,
sum hevur verið fyri tí vanlagnu at hava
traðkað á eina av mongu niðurgrivnu min
unum í borgarakríggsherjaða Mosambik.
Sofía missir bæði beinini, men tað er ikki
tað ringasta ...
Eldsins loyndarmál hevur fingið sera góð
ummæli – orð sum ógloymandi og sterk
hava verið brúkt um hesa frásøgnina úr
einum landi, har armóð og ófriður eru
partur av gerandisdegnum.
Bókin er tann fyrsta í eini røð a trimum
eftir kenda svenska krimiskaldið, Henning
Mankell.
Jákup í Skemmuni týddi bókina úr
svenskum.
Nýggjar bøkur
til børn og ung