Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-27, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. februar 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 41 - 27. februar 2008 tíðindi »Internati­onal Fellowshi­p« aftur á skránni­ Seinnapartin leyg­ar­ dag­in verður tiltakið ”International Fellow­ship” aftur á skránni í Meinig­­ heitshúsinum í Havn Fyrsta tiltakið var hildið 1. september í fjør og tá vóru um 30 fólk møtt upp. Her var talan bæði um vaksin og børn úr íalt 10 ymiskum londum. - Líkt var til at fólk hugn- aðu sær almikið, og tí er einki at ivast í, at tørvur er á slíkum tiltaki, siga fyri- reikararnir, nú tey fara at møtast aftur leygardagin kl. 15. Tiltakið er ætlað tilflyt- arum, sum eru úr londum uttanfyri Norðurlond, og verður hildið í Meinig- heitshúsinum í Havn. Hagtølini vísa, at eitt rættiliga stórt tal av útlend- ingum er í Føroyum. Við hesum nýggja “Internati- onal Fellowship” verður miðað eftir at skipa ein felagsskap við altjóða dámi undir óformellum umstøðum. Endamálið við tiltakin- um er at skapa eitt forum fyri tilflytarar, har møgu- leiki er at møta øðrum fólkum í somu støðu. Tað verður skipað sum ein hugnalig samvera, har dentur verður lagdur á at hava tað gott saman og at samtala hvør við annan. Í Meinigheitshúsinum er ein spælistova til børn- ini, og tí er møguleiki eis- ini at hava børn við. »International Felleow- ship« verður skipað fyrsta leygardag í hvørjum mán- aði í Meinigheitshúsinum, sum er tann reyði sam- komubygningurin við SMS. Fleiri upplýsingar fáast frá Thurid Brend á fartlf. 581520. sb. Norska krúnprin­ sessan Mette­Marit stuðlar útg­ávu av eini fløg­u, sum kemur út mikudag­in í næstu viku. Hon avdúkar samstundis, at ein av sálmunum hevur verið henni ein troyst ímóti ræðsluni at flúg­va Sálmar Snorri Brend Noreg: Á nýggju fløguni eru savnaðir saman ein hópur av góðum sálmum. Mette-Marit krúnprin- sessa hevur skrivað eina stutta frágreiðing til hvønn einstakan sálm, har hon greiðir frá, hví júst hesin sálmurin varð valdur. Norska blaðið VG skrivar, at tekstirnir eru at meta sum eitt andaligt testamenti hjá Mette-Marit. Hon tekur m.a. soleiðis til: “Sálmarnir eru eitt bindi- lið millum meg og Gud, og millum meg og lívið”. Sálm- urin “Mær halda Harrans hendur” hevur serliga ávirk- an á ræðslu hennara at flúgva. - Við hesum sálminum finni eg hvílu. Hann er ofta við mær, tá eg eri úti og ferðist við flogfari og havi tørv á at gerast rólig, skrivar krúnprinsessan. Fløgan “Sorgen og gled- en” spratt úr einum hugskoti frá Erik Hillestad í Kirkelig Kulturverksted. Eftir at Mette-Marit segði seg stuðla hugskotinum vórðu upptøkurnar gjørdar í januar mánaði í ár. Mette-Marit hevur sjálv valt bæði sálmar og tey, ið framføra teir á fløguni. Hon luttekur sjálv á fløguni við upplestri úr Gamla Testa- menti, og er annars við í sjálvari framleiðsluni. VG skrivar, at krúnprin- sessan er meta sum ein ortodoks trúgvandi kristin, sum haraftrat vísir til røtur- nar frá pietismuni. - Hetta ber boð um eina siðbundna, ítøkiliga og per- sónliga Gudstrúgv, skrivar altso blaðið Bæði fjølmiðlagranskarar og biskuppar í Noregi eru sera positivir til at norska krúnprinsessan á henda hátt vil geva almenninginum innlit í hennda stóra áhuga fyri teimum góðu og gomlu sálmunum. Sálmarni­r fáa flog- ræðsluna at hvørva Norska krúnprinsessan Mette- Marit hevur stóran áhuga í teimum góðu og gomlu sálmunum Sang­luttøka verður bæði úr Kollafirði, Hoyvík, Sandoynni og­ úr Havn, tá sam­ koman Oasan skipar fyri sang­møti sunnu­ kvøldið Møtið byrjar klokkan 18 og verður nógvur sangur á skránni, eins og fleiri fólk fara at hava vitnisburð mill- um sangirnar. - Vit síggja fram til eitt frálíka gott kvøld. Tað er altíð gott at koma saman um tað, sum hevur við Jesus at gera, sigur ein av fyrireik- arunum Torbjørn Láadal. Tey, sum fara at taka lut við sangi, verða Hanna og Terji úr Kollafirði, Oddbjørg Poulsen úr Havn, Oasubrøð- ur, feðgarnir Gerhard og Sámal Hanne Lognberg úr Skopun og bygdarmaður teirra Hallmar Winther. Aftaná møtið verður ein góður drekkamunnur at fáa við onkrum góðum aftur við. sb. Sanguri­n bi­ndur fólki­ð saman Oasubrøðurnir hava glett mong við sangi, og nú verða teir aftur at hoyra sunnukvøldið Vi­ni­r hi­ttast ti­l stevnu Odensen: Hetta vikuskiftið verður aftur skipað fyri einum samfelagsvikuskifti í Odense. Byrjað verður leygardagin á middegi og hildið verður á til eftir døgurða sunnudagin. Heitið fyri vikuskiftið er ” Á fund við Jesus“. Í fjør komu yvir 80 fólk til tiltakið, og vóru tey í øllum aldrum, tey flestu kortini um 20-30 ár. Tiltakið verður hildið í Kratholmskolen í Odense, og vónar fyrireikarin, Árni Helmsdal (myndin) at mong fólk koma aftur í ár. Ungdómslega umborð á Norrønu Heimamissiónin: Aftur í ár verður skipað fyri eini legu á sjónum fyri ung úr 18 árum og upp til 36. Luttakararnir mynstra umborð á flaggskipi okkara 27. mars og verður farið í land aftur 31. mars kl. 6 á morgni. Tá lagt verður at í Bergen, verða luttakararnir í landi og koma tá at búgva á vallaraheimi. Tá skulu tey m.a. vera við til eitt ungdómsmøti í Bergen. Kostnaðurin fyri leguna er 1100 krónur, tá er matur ikki íroknaður. Í fjør vóru 70 ung á hesi leguni.