Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-27, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. februar 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 41 - 27. februar 2008 19 tíðindi - Fólkatalið er støð- ugt, men sjálvandi kundu vit altíð ynskt okkum, at tað vóru væl fleiri fólk í bygdini, sigur Magni Garðalíð á Húsum. Hann er borgarstjóri í kommununi, sum fevnir um bygdirnar Húsar og Syðradal á Kalsoynni Bygdamenning Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Húsar: Tað var eitt stórt framstig fyri fólkið í allari oynni, tá ferjulegan á Syðradali varð tikin í nýtslu og tey nú fingu gott og regluligt samband við meginøkið. Hyggur ein eftir hagtølun­ um fyri Húsar og Syðradali í dag, so ber til at síggja eitt rættiliga støðugt tal av fólki á Húsum, meðan fólkatalið í teirri sunnaru bygdini hev­ ur verið meiri skiftandi. Tey seinastu 20 árini eru húsafólkini økt úr 38 og upp í 52, meðan syðradals­ fólkini um somu tíð eru farin úr 12 og niður á 9. Í kommununi finst eitt stórt arbeiðspláss, nevniliga smoltstøðin í Knúsdali, sum varð umrødd í Sosiali­ num í gjár. Eitt av starvsfólkunum á støðini helt í samrøðuni fyri, at tað var sera gott at eitt slíkt arbeiðspláss var í kommununi. ­ Var hetta arbeiðsplássið ikki, so var vandi fyri at fólk bara fluttu aðrastaðni at finna sær arbeiði, varð sagt. Í einum komandi blaði fara vit at skifta orð við borgarstjóran um onnur kommunal viðurskifti í oynni, og ikki minst um, hvussu verður við einum framtíðar samstarvi við Klaksvíkar kommunu. Vegagerð Tann nógva og tunga ferðsl­ an hesi seinnu árini, hevur aftur skapt tørv á ymiskum tiltøkum í kommununi, m. a. útveganini av bilplássum Hesa komandi tíðina verð­ ur farið undir fleiri størri arbeiðir fyri at tryggja øll­ um borgarum í kommununi góðar umstøður í tí dag­ liga. ­ Eitt tað fyrsta, sum vit mugu gera er at bøta um vegin gjøgnum bygdina. Ja, tú sært sjálvur, hvussu illa hann er farin! ­ Vegurin er í so ringum standi, at hann má allur gravast uppaftur og síðani gerast av nýggjum, sigur borgarstjórin á Húsum. Í sjálvum sær ljóðar hetta sum ein løtt og skjótt upp­ gáva at loysa, men tað er kortini ikki vist, at tað verð­ ur soleiðis allan vegin. Hetta er Magni eisini greiður yvir: ­ Ein kann skjótt koma fram á ymiskt, sum ein ikki sær nú, men sum kortini má gerast av nýggjum. Óhugsandi er nevniliga ikki, at fólk framvið bygdar­ vegnum mugu til at skifta tey gomlu jarnrørini til vatnleiðingina út við onnur, nú vegurin verður grivin upp og gjørdur av nýggj­ um. Seta vatnið til Eitt annað av arbeiðunum hjá kommununi hevur verið at tryggja borgarunum reint drekkivatn. Í hesum sambandi hevur kommunan keypt reinsiverk til báðar bygdirnar, og er arbeiðið at seta hesar upp í gerð í løtuni. Á Húsum verður verkið sett inn í eitt hús, sum er keypt serstakt til endamálið, meðan ein á Syðradali fer at seta tað upp í einum hús­ um, sum standa har framm­ anundan. Gongst soleiðis sum bygdaráðið ætlar, verður hetta arbeiðið liðugt í ár. ­ Tað er rættiliga einfalt: Húsið verður sett upp, og so skal ein í roynd og veru bert seta vatnið til, sigur Magni Garðalíð. Góður vøllur Er kommunan er lítil, og tað bert búgva beint oman fyri 60 fólk í báðum bygdu­ num ­ 52 á Húsum og 9 á Syðradali ­ so er hon væl fyri fíggjarliga. ­ Ja, vit eiga tøkan pening, og faktiskt skylda vit heldur ikki nøkrum eitt oyra, slær Magni fast. Í fjør brúkti kommunan kortini nakað væl av pen­ ingi, millum annað til ein sparkivøll miðskeiðis í bygdini. Hesin var upprunaliga mettur at kosta eina ávísa upphædd, men tá til stykkis kom, gjørdist hann kortini munandi dýrari enn ætlað. Og sum skilst er alt arbeiðið kring vøllin ikki liðugt enn. Okkurt smávegis arbeiði skal gerast aftrat. ­ Men, satt at siga, so eru vit als ikki so hørm um at hann gjørdist dýrari enn mett. ­ Henda vøllin hava børn­ ini verið ótrúliga glað fyri, og tað fegnast vit, sum vera man eisini um, sigur Magni. Her kundu verið fólk í fleiri húsum – Gott hevði verið, um fleiri fólk komu út higar at búgva, sigur borgarstjórin í Húsa kommunu, Magni Garðalíð Mynd: Høgni Thomsen Fólkatalið á Húsum hevur verið støðugt tey seinastu árini - og er støðugt vaksið síðani 1985 Mynd: Høgni Thomsen ” Vit eiga tøkan pening, og faktiskt skylda vit heldur ikki nøkrum eitt oyra