Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-27, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. februar 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 41 - 27. februar 2008 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur - Vit hava søkt FSF um at víkja frá reglunum, tí vit meta hetta sum serligt føri Evin H. Jacobsen, formaður í 07 Vestur Neistin fekk ikki eitt bein til jørðina, tá tær vitjaðu í Klaksvík týskvøldið Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað ber illa til at siga, at spælt varð bara upp á eitt mál í einum hondbóltsdysti. Men vendingin er ikki heilt veruleikafjarð, tá Stjørnan vindur seg upp. Tað gjørdu meistararnir týskvøldið, tá Neistin vitj­ aði, og úrslitið varð eisini hareftir. Snøgt sagt, so fekk Neist­ in ikki eitt bein til jørðina fyrstu løtuna, og longu eftir fyrsta korterið stóð greitt, at stigini undir øllum um­ støðum vórðu verandi í Klaksvík. Tá munurin fyrstu lítlu løtuna longu nærkaðist teimum 10 málunum, varð ferðin tikin nakað av spælinum, og Neistin kom alt meira við í dystin. Men spennandi gjørdist tað ongantíð. Við sigrinum undirstrik­ aði Stjørnan, at tær enn skulu roknast sum nógv tað sterkasta kvinnuliðið í landinum. Neistin man hinvegin í verandi løtu leggja størri orku í at vinna allar aðrar dystir enn júst tann móti Stjørnuni. Gera tær bláu tað, so eru tær vísar í einum plássi í FM­ finaluni, har Stjørnan aftur verður móstøðuliðið. Stjørnan-Neistin 34-22 (19-12): Stjørnan bara nógv best Stjørnan-Neistin 34-22 (19-12) 10 min: 7-1 20 min: 13-6 40 min: 26-16 50 min: 31-17 Málskjúttar Stjørnan: Simona Petersen 11(3), Durita Christophersen 9, Joan M. Djordjevic 5, Anna Kristina Samson 3, Durita Mikkelsen 2, Maria við Neyst 2, Durita Ljósstein 1, Bára S. Klakstein 1 Neistin: Elin Staksund 7, Ása á Neystabø 5, Rakul Au- gustinussen 3(1), Anja Heinadóttir 2, Ása Christiansen 1, Nicoleta R. Hansen 1, Unn J. Kragesteen 1, Edith Dahl Olesen 1 Brotskøst: Stjørnan 3, Neistin 2 Útvísingar: Stjørnan 3, Neistin 5 Dómarar: Sámal Paulason & Kári Hansen FAKTA Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Evstamark fyri spælara­ flytingum millum føroysk fótbóltsfeløg var fríggja­ kvøldið. Ein av spælarunum, sum fyri langari tíð síðani boðaði frá, at hann fór at skifta felag, er Tór­Ingar Akselsen, sum hevur gjørt av at leita aftur til røturnar í Vágum. Gloymdu spælaraloyvið Tá avtalan varð gjørd, varð sagt, at Tór­Ingar skuldi spæla í FSV 04, sum felagið æt í fjør. Men síðani er tann broyting farin fram, at tað nú er 07 Vestur, sum er nýggja felagsliðið. Og í um­ skipanini av hesum tykist spæliloyvið hjá Tór­Ingari at vera gloymt. ­ Vit mugu bara blankt viðganga, at eitt stórt mistak er framt frá okkara síðu, sigur Evin H. Jacobsen, sum er formaður í 07 Vestur. ­ Í nýggja felagnum hava vit hildið, at øll viðurskifti við Tór­Ingar vóru avgreidd, og í FSV 04 hava tey hildu, at vit hava avgreitt málið. Og tí stendur navnið hjá spælaranum enn skrásett hjá HB í spælarayvirlitinum hjá FSF. Heilt vónleys er støðan hjá 07 Vestur tó ikki. Regl­ urnar fyri spælaraskiftum loyva frávikum undir heilt serligum umstøðum, og í felagnum vóna tey, at umstøðurnar hesa ferð eru nóg serligar. ­ Vit hava í øllum førum ein spælarasáttmála, sum er góðkendur av FSF, og tí hevur eingin sum helst ivi verið um, hvar spælarin skuldi spæla. At vit so hava framt ein umsitinarligan brølara, mugu vit blankt viðganga, men vit hava so søkt FSF um at víkja frá reglunum, tí vit meta hetta sum heilt serligt føri, sigur Eivin. Tór-Ingar er enn hjá HB Í standard spælarasátt- málanum, sum FSF hevur heitt á spælarar og feløg um at brúka, stendur í fyrstu greinini, at spælarin bindur seg at spæla fyri felagið, sum skrivað verður undir saman við. Prinsipielli spurningurin í hesum førinum er helst, um ein FSF-góðkenning av sáttmálanum tá eisini merkir, at spælarin bert hevur loyvi at spæla fyri júst hetta felagið Hóast tað longu í fjør heyst varð almannakunngjørt, at Tór-Ingar Akselsen skal spæla í Vágum í 2008, so liggur spæliloyvið enn í HB