Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-27, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. februar 2008síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 41 - 27. februar 2008 Stutt Sagt Ikki bara evruna Kanningar í Íslandi hava víst, at meirilutin av íslendingum vilja sleppa upp í ES, og aðrar kann­ ingar hava víst, at nógvir íslendingar vilja hava evruna ístaðin fyri ta íslendsk krónuna.Tí var tað ikki so løgið, at íslendski forsætisráðharr­ in, Geir H. Haarde, bleiv spurdur um hesi viður­ skifti, tá hann var í Bruxelles í vikuni. Millum annað vildi Jean Claude Juncker, forsætisráðharri í Luksenburg, hava at vita, um nakað er í tosinum um, at íslendingar kanska fara at brúka evruna uttan tó at fara upp í ES. Men hann fekk at vita, at tað er ikki ætlanin. Juncker svaraði, at tað er gott, tí tað hevði neyvan verið heilt makaleyst hjá íslendingum at brúka evruna uttan at fara upp í ES. Stríð um val Andstøðan í Nigeria hevur kravt, at forsetavalið í fjør verður ógildað, tí valið umfataði als ikki alt land­ ið, og at myndugleikarnir tí svikaðu, fyri at Yar'Adua skuldi vinna valið. Men ein dómstólur hevur nú havnað kravinum frá andstøðuni. Hon ætlar sær tó ikki at gevast so og hevur lovað at leggja mál­ ið fyri landsins hægsta­ rætt. Sambært andstøðuni fingu veljararnir í fleiri landspørtum ikki høvi at velja í fjør, og tí krevur hon, at úrslitið verður ógildað, og at umval verður í næstum. Doyði av fuglakrími Fuglakrím krevur fram­ vegis mannalív í Lands­ synningsasia. Í gjár boð­ aðu myndugleikarnir í Vietnam frá, at har var ein kvinna deyð av sjúkuni, og at hon var tað fjórða fólkið í Vietnam, sum hevur latið lív av fugla­ krími higartil í ár. Síðani sjúkan tók seg upp, hava 105 vietnamesar fingið sjúkuna, og av teimum eru 51 deyð. Kvinnan, sum doyði fyrradagin, bleiv smittað tveir dagar frammanundan, eftir at hon hevði handfarið sjúk­ an fugl, siga heilsu­ myndugleikarnir. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk -Tað er altíð torført at viðgera eina neyðtøku og serliga, tá tað snýr seg um eina so unga gentu Condoleezza Rice útlond Tað var einki minni enn ein heimssøgulig løta, tá filharmoniska orkestrið í New York hevði konsert í Norðurkorea í gjár Til fyri stuttum hevði tað verið ein óhugsandi tanki at ímynda sær, at filharmoniska orkestrið í New York skuldi hava konsert í norður­ koreanska høvuðsstaðnum Pyongyang. Men í gjár var tað heims­ kenda orkestrið á palli har, og fyri einari fullsettari konserthøll legði orkestrið fyri við at spæla norður­ koreanska tjóðsangin og síðani tann amerikanska. Allir teir 1.500 áhoyrararnir stóðu, meðan orkestrið spældi teir báðar tjóðsang­ irnar, og fagnaðurin var óførur. Løtan var sermerkt, tí fyri minni enn fimm árum síðani setti George W. Bush, forseti, Norðurkorea í bás saman við Iran og Libya, og formliga hava USA og Norðurkorea verið í kríggi síðani Koreakríggið í fimmtiárunum. Kortini stuðlaðu ameri­ konsku myndugleikarnir ferðini og konsertini, og norðurkoreanska sjónvarpið sendi ta 90 minuttir longu konsertina beinleiðis. Stórir partar av Florida lógu í myrkri í gjár, tí streymveitingin fór Klokkan var júst farin av eitt lokala tíð í gjár, tá streymurin fór í stórum pørtum av amerikanska statinum Florida. Líka úr Miami til Jacksonville á eysturstrondini til Tampa har norðuri var eingin streymur, og sambært myndugleikunum lógu 4,4 milliónir fólk í streymloysi. Sambært elfelagnum Florida Power & Light var tað eitt tekniskt brek, sum gjørdi, at streymurin fór, og myndugleikarnir í Washington vóru skjótir at boða frá, at streymslitið hevði einki við yvirgang at gera. Fýra tímar seinni kom streymurin aftur. Amerikanski uttanríkisráðharrin bað japanar um umbering fyri, at ein amerikanskur hermaður hevur neyð­ tikið eina 14 ára gamla japanska gentu ­ Vit eru sera hørm um tað, sum er hent, segði Condoleezza Rice, tá hon kom til Tokyo í morgun. Japanar eru í øðini, tí ein 38 ára gamal amerikanskur hermaður hevur neyðtikið eina 14 ára gamla japanska gentu á oynni Okinawa, har fleiri túsund amerikanskir hermenn hava støð. Málið hevur eisini fingið nógva politiska umrøðu, og fleiri japanskir politikarar hava sagt, at tilburðurin eigur at fáa avleiðingar fyri viður­ skiftini við USA. Neyðtøkan hevur minst nógvar japanar á tilburðin, tá ein amerikanskur hermaður neyðtók eina 12 ára gamla gentu á Okinawa í 1995. Ta ferðina kravdu fleiri japanar teir amerikonsku hermenninar úr Japan. Bað um umbering fyri neyðtøku Hesin handilin í Miami var opin hóast streymslitið Mynd: AP Florida misti streymin 109 fólk manna filharmoniska orkestrið í New York, og eitt so stórt amerikanskt ferðalag hevur ikki verið í Norðurkorea fyrr Mynd: AP Ein heimssøgulig mynd