mikudagur 27. februar 2008síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 41 - 27. februar 2008
31
lýsingar
Skrivstovustarv á
Føroya Barnaheimi
Á Føroya Barnaheimi er eitt ½-tíðar starv leyst
til setan 01.04.2008.
Starvið fevnir um alt vanligt skrivstovuarbeiði
Vit sóknast eftir einum starvsfólki við skriv-
stovuútbúgving ella líknandi og arbeiðsroynd-
ir innan hettar økið. Viðkomandi má kunna
arbeiða sjálvstøðugt.
Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið
og avvarandi yrkisfelag.
Umsóknir við avriti av prógvum, viðmælum v.
m. skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi
tann 14.03.2008.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær
til Finnur Helmsdal, leiðara, á tlf. 312320.
Føroya Barnaheim
Pedda við Steingøta 10
FO-100 Tórshavn
Lektari/adjunktur
í støddfrøði
Treytað av játtan á fíggjarlógini fyri 2008 er eitt
útbúgvingar- og granskingarstarv í støddfrøði leyst
at søkja á Náttúruvísindadeildini (NVD) á Fróð-
skaparsetrinum. Starvið verður sett sum lektara-
ella adjunktstarv, treytað av førleika umsøkjarans.
Lektarin/adjunkturin skal menna undirvísing og
gransking í støddfrøði á Náttúruvísindadeildini.
Útbúgvingarparturin fevnir um fakliga samskipan
og um undirvísing í støddfrøðiligum lærugreinum,
ið eru í útbúgvingunum á NVD. Á www.nvd.fo er
kunning um, hvussu støddfrøði inngongur í bache-
lorútbúgvingar á NVD.
Granskingarparturin vil í stóran mun vera tengdur
at serøki umsøkjarans. Tað er viðkomandi, at um-
søkjarin kann vísa á ítøkiligar møguleikar fyri at
fremja sína gransking í tilknýti til granskingar-
umhvørvi á øðrum universitetum.
Væntað verður, at umsøkjarin í ávísan mun kann
luttaka í granskingarverkætlanum á NVD, ið krevja
støddfrøðiligt innlit.
Umsøkjarar skulu hava PhD førleika innan stødd-
frøði ella kunna dokumentera, at teir eru um at vera
lidnir við sína PhD-verkætlan.
Umsóknarfreistin er 12. mars 2008. Sett verður ein
metingarnevnd at meta um førleikarnar hjá um-
søkjarunum. Gjørt verður vart við, at hvør um-
søkjari fær sendandi metingina um sín førleika.
Meir fæst at vita um starvið við at venda sær til
Hans Paula Joensen, megindeildarleiðara, á teldu-
postadressu hanspj@setur.fo ella á telefon 352550.
Starvið verður sett frá 1. august 2008. Umsóknir
við ævilýsing (curriculum vitae), avritum av próv-
skjølum, viðmælum ella tilvísingum, serprentum
og avritum av vísindaligum ritgerðum (í 4 eintøk-
um) skulu stílast til niðanfyristandandi adressu.
Fróðskaparsetur Føroya
Setursskrivstovan
J.C. Svabos gøta 14
FO 100 Tórshavn
FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA
Setursskrivstovan · tlf. 35 25 00
J. C. Svabos gøta 14 · Postrúm 272
110 Tórshavn · www.setur.fo
Náttúruvísindadeildin (NVD) á Fróðskaparsetrinum veitir Bachelor
of Science (B.Sc.) útbúgvingar innan lívfrøði, verkfrøði og
jarðalisfrøði. Í einstøkum førum ber til at taka Ph.D.-útbúgving.
Undirvísingin verður veitt av starvsliðnum á NVD, sum telur 7
fólk, 6 adjungeraðum lektarum/professarum við fakligari ábyrgd
av ávísum skeiðum og av umleið 40 uttanseturs undirvísarunum, ið
starvast á øðrum stovnum og virkjum í Føroyum og uttanlands. Í
løtuni eru 4 Ph.D.-verkætlanir og ein Post. Doc. verkætlan í gongd á
NVD. NVD luttekur í granskingarverkætlanum í samstarvi við aðrar
stovnar og granskarar bæði innan- og uttanlands.
Umboðsráðsval
Sambært § 28 í høvuðssamtyktini verður
lýst til val hósdagin 27. mars 2008.
4 umboð í Tórshavnar valdømi eru uppá val.
Uppskot til umboð skulu skrivliga verða sjúkra-
kassanum í hendi ikki seinni enn 13. mars 2008
HAVNAR SJÚKRAKASSI
Tórshavn 25. februar 2008
Aðalfundurin
29. mars 2008
Brævatkvøðugreiðsla til formansval og nevnd-
arval – Vísandi til viðtøkur felagsins § 8,stk.7
Teir limir, ið ynskja at greiða brævatkvøðu til
formansval og/ella nevndarval, fáa við at venda
sær til felagið sendandi atkvøðuseðil.
Brævatkvøðuseðilin skal vera nevndini (advo-
kati felagsins) í hendi í seinasta lagi vikudagin
undan aðalfundinum – t.e. leygardagin 22.
mars 2008
Nevndin
FRÁBOÐAN UM
UMHVØRVISGÓÐKENNING
Við hesum verður gjørt kunnugt, at Umhvørvisstovan
tann 26. februar 2008, við heimild í grein 26 í løg-
tingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988 um umhvørvis-
vernd og kunngerð nr. 54 frá 3. mai 1994 grein 1, nr. 4
og 4a, seinni broytt í grein 5, nr. 1 og 4 í kunngerð nr.
90 frá 28. september 2007, hevur góðkent:
Toskaalistøðina á landi hjá
P/F Faroe Cod Farm í Hvalba (Nes)
Góðkenningin liggur alment frammi á Umhvørvis-
stovuni. Avgerðin kann kærast til landsstýrismannin
við umhvørvismálum. Møgulig kæra skal sendast
Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, Postrúm 2048, FO-
160 Argir, í seinasta lagi fýra vikur frá dags dato.
Umhvørvisstovan
Sethús á Tvøroyri til sølu
Matr. nr. 213 á Tvøroyri til sølu um hóskandi boð fæst
Tlf. 004566106537/ 004530423470 eftir kl. 18.00.
BRÚÐARKOYRING
Skalt tú hava eina serliga uppliving, so er at leiga ein
bil hjá Havnar Bilasavni frá Sp/F Bilrøkt í Havn. Vel t.
d. ein svartan Ford A frá 1930, ein hvítan Chevrolet
frá 1931, ein bláan Chevrolet Skyline frá 1952 ella ein
brúnan Jaguar frá 1978
Ring til Bilrøkt á 588880
www.bilrokt.fo bilrokt@bilrokt.fo
BRÚÐARKOYRING