Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-28, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. februar 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 42 - 28. februar 2008 vit fingið 7.607 tons (7%) av livur. Kortini fingu vit bert 350 tons. Restin – 7.257 tons - fóru í havið aftur. Við einum livraprísi upp á 5 krónur fyri kilo, hevði virðið av allari livurini í 2005 verið góðar 38 miljónir krónur. Hann leggur aftat, at hevði øll henda livur verið brædd, fingu vit 3.804 tons (50 %) av lýsi. Smásølu- prísurin fyri vanligt livralýsi sveiggjar nakað, men einar 150-300 krónur fyri kilo er ikki heilt óvanligur kostnað- ur. Summi sløg kosta tó nakað meiri. - Eitt lágt met (150 kr./ kg) av samlaða smásølu- virðinum av øllum livra- lýsinum hevði soleiðis verið 570 miljónir krónur. Ynskja vit hinvegin meira fyri livrina og meiri arbeiði á landi, kundi lýsið verið gjørt til vanligar lýsiperlur ella hylkislýsi. Smásøluprís- urin fyri vanligt hylkislýsi og hylkislýsi við øktum innihaldi av EPA og DHA skiftir nakað, men ein prís- lega upp á einar 500-1000 krónur fyri kilo er vanlig, sigur Hóraldur Joensen. Tað er her, at granskarin kemur til, at livur, sum stendst av veiðini undir Før- oyum, kundi givið slakar 2 miljardir krónur í øktum útflutningsvirði. Og tað er ikki minst her, at Mortan Johannesen er dundrandi ósamdur og heldur, at granskarin fer ov lætt um tøl og veruleikar. Skeiv tøl Í fyrsta lagi heldur útróðr- armaðurin, at ein kiloprísur fyri livur, sum er 5 krónur, er spottprísur fyri tað stríð, sum livratøka hevur við sær. Hevði prísurin hinveg- in verið einar 20-30 krónur fyri kilo, hevði nakað verið at tosað um. - Í aðrar mátar er tonsa- talið, sum Hóraldur kemur til, púrasta burtur við. Vit fáa hvørki 8.000 tons, ei heldur 4.000 tons av livur úr fiskinum, sum veiddur verður undir Føroyum um árið. Helst hevði reella talið ligið nakað omanfyri 2.000 tons, um øll livurin kom til sættis. Mortan vísir á, at upsa- veiðan undir Føroyum ligg- ur um eini 40.000 tons, toskaveiðan 25.000 og hýsu- veiðan 15.000 tons. - Tú fært 5% av livur úr hesi nøgd bara ein lítlan part av árinum, men kanst ikki vænta, at prosenttalið liggur hægri enn 2-3% í miðal gjøgnum árið. Tí er slett ikki hald í tølunum, sum granskarin kemur við. Hinvegin heldur Mortan, at skuldi hald kortini verið í tølunum hjá Róaldi, og livurin soleiðis kundi givið fiski-og útróðrarmonnum lúsa 35 miljónir krónur um árið, er hetta einki tal at tosa um í mun til alt tað stríð, sum livratøkan hevur við sær. - Eg góðtaki soleiðis ikki, at granskari vartar upp við slíkum, sum fær nógv fólk at trúgva, at vit sum fiska, oyðsla við tilfeinginum. Hetta verða vit happaðir fyri í dag, sigur Mortan Johannesen. bindilsið - Jaspur Jacobsen hevur eisini innbúgv hjá okkum standandi á goymslu, sigur Andrea Hansen við Norðskála, eftir at tað kom fram í Sosialinum týsdagin, at flytimaðurin er sum farin undir heilt, eftir at fólk ikki fáa flytigóðs sítt frá honum Flyting Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Týsdagin trein Arnhild Poulsen fram í Sosialinum, tí hon hevur bíðað í útvið hálvt ár eftir flytigóðsinum úr Danmark. Føroyski flyti- maðurin Jaspur Jacobsen hevur ábyrgdina av flyti- góðsinum, men hann skyldar leygu fyri goymslur í Danmark, og fær tí ikki bilar og vøru út. Tessvegna sita fólk við ongum, eftir at vera flutt heim til Føroya. Arnhild greiddi frá, at hon hevði ikki eina teskeið, og um 3 vikur skal hon halda konfirmatión, eftir at hava búð í einum kufferti í meira enn fimm mánaðir. Jaspur snýtti eisini meg Men tað eru fleiri enn Arnhild Poulsen, ið eru snýtt av Jaspuri Jacobsen úr Klaksvík. Nú ger Andrea Hansen frá Norðskála eisini vart við seg. - Vit hava gamlar møblar standandi á goymslu hjá Jaspuri Jacobsen. Hann skuldi flyta møblarnar til Føroya úr Danmark. Talan er um arvagóðs, ið vit hava arvað eftir fastir okkara, og hetta hevur sera nógv viðri fyri okkum, sigur Andrea Hansen, ið heldur hetta vera eina trista søgu. - Nú fæst ikki fatur á Jaspur Jacobsen. Vit høvdu samband við hann fyrst í januar, og tá segði hann, at alt var avgreitt um 14 dagar. Nú er februar liðugur, onki er hent, og Jaspur er ikki at finna, sigur Andrea Hansen. Heldur ikki hon veit júst hvar innbúgvið, sum Jaspur skuldi flyta, er, men helst er tað eisini á goymslu í Dan- mark og føroyski flytimað- urin fær ikki fatur á tí, tí hann skyldar leigu fyri goymsluna. - Tað er ymiskt, ein hoyrir um, hvar møblarnir eru, og Jaspuri Jacobsen, flyti- manni, fæst ikki fatur á, hóast hann eftir øllum at døma er í landinum, sigur Andrea Hansen, sum fegin vil vísa Arnhild Poulsen samkenslu, og sjálv hevði Andrea longi ætlað at gera sum Arnhild gjørdi týsdag- in, nevniliga at fara í bløð- ini, fyri at vita, um maðurin er til og ger vart við seg. Sum sokkin í jørðina Sosialurin kann bert stað- festa, at snyttu kundarnir hjá Jaspuri Jacobsen hava rætt. Hann er ikki at finna, hóast roynt verður óteljandi ferir at ringja til fast – og fartelefonir hansara, og enntá til sonevndan millum- mann, ið tó bert kann upp- lýsa fartelefonnummarið hjá Jaspuri – nummarið á eini eftir øllum at døma sløktari fartelefon - Flytimaðurin snýtti eisini meg Nýggj nevnd í Århus Á árliga aðalfundi hjá føroyingafelagnum í Århus, varð nýggj nevnd mannað. Nevndin skipaði seg sama dag, sum aðalfundurin varð hildin. Formaður felagsins er Jákup Olaf Johannesarson, Cecilia G. Rasmussen, næstformaður, Erla Petersen, Skrivari, Eivind Simonsen, Kassameistari og Jan Joanesarson, PR-limur. Trý nýggj andlit eru í nevndin. Nýggja nevndin hevur longu havt fyrsta nevndarfundin, har fleiri mál vórðu umrøtt. Størsta málið hjá felagnum verður at arbeiða fyri at fáa fíggjarligan stuðul frá almennari síðu í Føroyum. Sum nú er, røkka endarnir saman, men møguleikarnir at víðka um virksemi hjá felagnum eru ógvuliga avmarkaðir. Til ber at lesa meira um felagið á www.aarstova.dk Virkishúsið fyllir tvey ár Tvey ár eru longu liðin, síðani Húsið, -virkishúsið fyri børn og ung, læt dyrnar upp á fyrsta sinni. Nógv virksemi hevur verið hesi seinastu tvey árini, og nógv børn og ung vitja dagliga Húsið.Í samband við hátíðarhaldið er nógv spennandi á skránni. Fernisering verður við Rebekku Auðunsdótir, sum fer at vísa fram kjólar og annað, sum hon sjálv hevur seymað. Tvær tónleikaframførslur vera, onnur við Sirkus og hin við A-larm. Frá Húsinum verður sagt, at eru hjartaliga vælkomin á gátt at hátíðarhalda dagin. Líka síðani hálvan oktober hevur Andrea Hansen úr Norðskála bíðað eftir flytigóðsi hjá sær, sum eftir øllum at døma stendur uppmagasinerað í Danmark, tí flytimaðurin ikki hevur goldið leigu Mynd: Caroline Eriksson