Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-28, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. februar 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 42 - 28. februar 2008 - Vit mugu inn á spurningin um at kryva fiskin í landi, soleiðis at alt kemur til sættis. Umborð verður fiskurin blóðgaður niður í ísvatn, vaskaður og ísaður. Síðan verður hann landaður ókruvdur. Hetta gevur eina nógv betri dygd á fiskinum, samstundis sum alt tilfeingið tá kemur til lands, sigur Mortan Johannesen, útróðrarmaður, ið ikki heldur nógv um úttalilsini hjá granskaranum, Hóraldi Joensen Tilfeingi Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í samrøðu við Kringvarpið herfyri segði Hóraldur Joen­ sen, granskari, at um vit gagnnýta livrina úr fiskin­ um undan Føroyum, kann hetta økja útflutningsvirðið við tveimum miljardum krónum. Granskarin mælti til, at løgtingið við lóg áleggur skipum og bátum at taka livur og rogn til lands. Hann vísti á, at eitt virki er á Eiði, sum kann taka ímóti allari livrini, og tí er einki at bíða við, helt hann fyri. Landsstýrismaðurin í fiskivinnu­ og tilfeingis­ málum, Torbjørn Jacobsen, hevur eisini sagt, at hann ætlar sær at broyta lógina um vinnuligan fiskiskap soleiðis, at alt tilfeingið verður gagnnýtt. Mælir frá Á portalinum hjá Samtak hevur formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Jan Høj­ gaard, sagt, at so leingi, sum tøknin ikki er til steðar, loysir tað seg ikki hjá fiski­ og útróðrarmonnum at taka livur, og tí mælir hann sjófólki frá at taka livur. Jan Højgaard vísir á, at tað er sera tíðar­og orku­ krevjandi at taka livur og rogn, og royndir vísa, at hetta gevur monnum einki. Í fleiri førum gongur hetta so nógv út yvir arbeiði við fiskinum annars, at menn missa inntøku. Niðurstøðan hjá formann­ inum í Føroya Fiskimanna­ felag er, at so leingi, sum tøknifrøðin til livra­ og rognatøku vantar, loysir tað seg ikki hjá manningini at taka livur. ­ Tá ið tøknifrøðin er til staðar til at gagnnýta allan fiskin, er støðan sjálvsagt ein onnur, og eg vóni, at tað skjótt fer at eydnast at fáa maskinur, sum kunnu gera, at fiskurin verður gagnnýtt­ ur allur, sum hann er. Okk­ um dámar sjálvsagt ikki, at partar av fiskinum verða tveittir burtur. Men í ver­ andi støðu er hetta neyðugt, tí hitt ger arbeiðsstøðuna hjá fiski­ og útróðrarmonn­ um verri. Formaðurin í Føroya Fiskimannafelag sigur seg undrast yvir, at landingar­ virðið á livrum og rognum er so lágt, um tað veruliga er so, at hetta tilfeingi, sum Hóraldur Joensen vísir á, kann økja um okkara útflutn­ ingsvirði við tveimum milj­ ardum krónum. Dreymar og fakta Mortan Johannesen, Mortan hjá Andriasi í Hvannasundi, hevur siglt at kalla alt sítt lív. Nú kjak um livra­og rognatøku aftur hevur verið frammi, hevur hann hug at gera nakrar viðmerkingar. ­ Eg eri fyri so vítt samdur við Jan Højgaard, um enn hann kanska er eitt sindur kantutur í sínum úttalilsum. Tað er í fínasta lagi, at roynt verður at fáa livrina til lands, men soleiðis, sum umstøðurnar umborð á skipum eru, og skipanin annars er við móttøku av fiski, er hetta at kalla púr­ asta útilokað. Teir, sum sigla við okkara ísfiskaskip­ um, hava ongan møguleika at taka livur. Hetta riggar heldur ikki hjá útróðrarflot­ anum, har í fleiri førum bara ein maður er á hvørjum báti. Mortan er sannførdur um, at fiskurin í størst møguligan mun átti at verið førdur til lands ókruvdur, og soleiðis kundi allur inn­ vølurin komið til sættis, um líkinda marknaður annars kann skapast fyri hesum parti av tilfeinginum. ­ Tað er einki at ivast í, at vit skjótt fáa kryvjimaskin­ ur, sum ikki fara so illa við innvølanum, ið maskinurn­ ar, sum ísfiskatrolararnir í dag hava, gera. Men her er eitt stórt men. Húkur trupulleikin Hann vísir á, at tað neyvan nakrantíð verður soleiðis, at allur fiskur kann kryvjast umborð og innvølurin førast til lands. ­ Hetta fer ivaleyst at lata seg gera umborð á ísfiska­ trolarunum, sum í størstan mun fiska upsa, men ikki umborð á línubátunum. Trupulleikin við línufisk­ inum er, at húkar standa í nógvum fiski, og tað kemur neyvan nakrantíð nøkur kryvjimaskina á marknaðin, ið kann »takla« hetta. Knív­ arnir fara í knús, tá ið teir taka í jarnið á húkinum. Mortan heldur, at fleiri av teimum, sum úttala seg um livra­og rognatøku, vita um lítið um, hvat veruliga gongur fyri seg umborð á skipi – hvørjir trupulleikarn­ ir og vansarnir annars eru. ­ Tað er ikki altíð so einfalt, sum granskarar og onnur, ið ikki hava nógv innlit í veruligu vinnuna, halda. Eg haldi, at hesi fólk hugsa ov stutt, um tey halda, at ein onnur kryvji­ maskina kann loysa allar hesar trupulleikar, so alt tilfeingið kann koma til sættis. Hann heldur, at fólk uppi á landi eisini hugsa ov lítið um tað, sum veruliga gong­ ur fyri seg umborð á einum skipi ella báti. ­ Tað er harðbalið at vera á sjónum, og fiskað verður mangan í vánaligum líkind­ um. Hetta geldir eisini útróðrarflotan, har menn mangan fara út í illsligum veðri, seta og draga – ella standa við snelluna. Tað er so mangan, at stundir og umstøður ikki eru til annað enn bara at kryvja fiskin. At taka livur og rogn, tá ið tann tíðin er, burtur úr, eru ikki altíð umstøður til. Soleiðis er tað bara, og tað nyttar so lítið at kjakast um tað. Ókruvdur fiskur Mortan er sannførdur um, at rætti vegurin at ganga er at føra so stórar nøgdir av ókruvdum fiski til lands sum gjørligt. ­ Vit mugu inn á spurn­ ingin um at kryva fiskin í landi, soleiðis at alt kemur til sættis. Umborð verður fiskurin blóðgaður niður í ísvatn, vaskaður og ísaður. Hetta gevur eina nógv betri dygd á fiskinum, enn um hann verður kruvdur. Hann heldur, at vit høvdu fingið nógv meira burtur úr, og samlaða tilfeingið hevði skapt nógv meira, um fiskurin kom til lands ókruvdur. ­ Tá kundi tað, sum inn­ vølurin – í fyrsta lagi livur og rogn – gevur, verið við til at borið tað, sum hetta arbeiði kostar. Vit høvdu fingið nýggj arbeiðspláss, og høvdu kunnað økt um útflutningsvirði við, at alt kundi komið til sættis. At lesa uppá Mortan Johannesen sigur, at tølini, sum Hóraldur Joen­ sen, granskari, kemur til, eru úr vón og viti, sum hann tekur til. ­ Eg haldi, at granskarin eigur at lesa betur upp á. Tað er syndarligt at síggja væl lisin fólk sleingja um seg við slíkum tølum, sum eingin logikkur er í, og sum einki hald hava í veruleik­ anum. Virðingin fyri slíkum fólkum minkar. Eg haldi, at Hóraldur hevur mist »jørðforbindilsið«, tá ið hann heldur, at livratøka kann geva føroyska samfel­ agnum tvær miljardir krón­ ur aftrat í útflutningsvirði. Mortan hevur verið sjó­ maður, síðan hann var 14 ára gamal, og í dag er hann 65. ­ Eg góðtaki ikki, at fólk, tú møtir í SMS ella á gøtuni, halda, at vit sum fiska bara til stuttleikar oyðsla burtur av tilfeinginum við at koyra innvølan út ígjøgnum lensi­ portrið. Soleiðis hongur tað ikki saman, sigur hann. Hóraldur og tøl Hóraldur Joensen hevur víst á, at vit í Føroyum hava møguleika at fáa rættiliga fitt av livur upp á land. ­ Av teimum 108.669 tonsunum av botnfiski, sum vórðu landaði í 2005, kundu Hóraldur mist jørðforb - Eg góðtaki ikki, at vit sum fiska verða happaðir, tí ein granskari hevur mist jørðforbindilsið, sigur Mortan Johannesen, útróðrarmaður Mynd: Jan Muller Lizzie til Føroya Fríggjakvøldið syngur føroyska stjørnuskotið, Lizzie, í Eclipse. Í fylginum til Føroya eru danski sangarin Alex og ein amerikanskur rappari. Okkara egna Lizzie ­ summi kenna hana sum Ann Elisabeth Berg ­ kemur nú til heimlandið at syngja millum annað hittlagið »Ramt i Natten«, sum bæði danir og føroyingar hava tikið til sín. Framførslan verður í Eclipse fríggjakvøldið, har kendi sangarin Alex eisini fer at syngja. Danski sangarin, sum serliga er kendur frá donskum poppstjørnusendingunum, er í uppskoti til ársins danska sangara á Zulu Awards, sum verður hesa vikuna. Sigast kann í hesum viðfangi, at Lizzie fer at framføra á Zulu Awards. Triðja hjólið í fylginum er amerikanski rapp­sangarin, Keith Murray. Hann er kanska ikki so kendur her á leiðum, men í heimlandinum sigst hann vera ein av teimum áhugaverdu nýggju nøvnunum, ið gera vart við seg í rapp­heiminum.