hósdagur 28. februar 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 42 - 28. februar 2008
Byrja uppá skúla á Sandi
Í dag kl. 17.00 verður fyrsta flagið loyst fyri nýggja barna
skúlanum á Sandi. Tað verður formaðurin í mentanar og
trivnaðarnevndini hjá Sands Kommunu, Lis Clementsen, sum
loysir fyrsta flagið. Borgarstjórin Páll á Reynatúgvu sigur nøkur
orð, og aftaná verður kaffi at fáa á kommunuskrivstovuni. Verandi
Sands Skúli er frá 1884, og nýggi skúlin verður vantandi liðugur
um ársskiftið. Við nýggja skúlanum fáa Sandingar tíðarhóskandi
skúlakarmar til skúlanæmingar í fyrsta til og við sætta flokki.
Úr Íslandi til Slovakia
Íslendska fyritøkan Promens, sum millum annað ger
ymsar platlutir til bilídnaðin, hevur gjørt av at
byggja eina verksmiðju í býnum Nitra í Slovakia,
skrivar Vísir. Ein fyrimunur við at byggja
verksmiðjuna júst har er, at bilverksmiðjurnar Audi,
Hyundai, Opel, Skoda og Volkswagen hava deildir
stutt frá Nitra. Promens rekur meiri enn 60
verksmiðjur í Evropa, Norðuramerika, Asia og
Afrika. Íslendski Landsbankin er ein av eigarunum.
Promens ger ymsar smálutir úr plasti
til bilídnaðin
(Mynd: Vísir)
Í lesarabrævi í Sosi
alinum í gjár slær
Finnleif Guttesen fast,
at sovæl umboðsráð
sum nevnd í Trygg
ingarfelagnum Før
oyar eru »ryggklapp
arar« hvør hjá øðrum,
og uppstillingin er so
umstendilig, at ert tú
fyrst komin inn, kanst
tú sita í tað óendaliga
UMBOÐSVAL
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Í
lesarabrævinum
fýlist
Finnleif Guttesen á fleiri
viðurskifti, og skuldsetir
umboðsráð og nevnd fyri
ikki at taka sær av áhuga
málunum hjá tryggingar
takarunum.
Hann
vísir
eisini
á,
hvussu trupult tað er at
stilla upp til umboðsráðið,
tí hvørt umboð skal hava
heilar 25 stillarar. Til sam
anberingar nýtist tær einans
tíggju stillarar til løgtings
ella fólkatingsval.
Tað, at tað er so tvørligt
og umstendiligt at stilla
upp, soldar beinanvegin
eina rúgvu av tryggingar
takarum frá, tí fólk tíma
stutt sagt ikki alt hetta
stríðið fyri at sleppa í
umboðsráðið.
Hinvegin kann nevndin
stilla valevni upp til um
boðsráðið, og tað er áhuga
vert, tí tað er umboðsráðið,
sum velur nevndina. Soleið
is kunnu hesir umboðsráðs
limir og nevndarlimir velja
hvønn annan í tað óenda
liga, vísir Finnleif Guttesen
á.
Í umboðsráðnum sita 23
limir, og teir sita í fýra ár.
Val er annaðhvørt ár, og tá
verður aðruhvørja ferð val
dir 11 limir og aðruhvørja
ferð 12 limir.
Eitt annað er eisini, at
sum veljari mást tú gera eitt
ávíst arbeiði fyri at kunna
greiða atkvøðu. Tú fær ikki
pr. automatikk sent atkvøðu
seðil, men mást sjálvur út
vega tær ein frá Trygging
arfelagnum Føroyar.
Ein metingar
spurningur
Sosialurin hevur vent sær
til Gunnar í Liða, forstjóra í
Tryggingarfelagnum Før
oyar, og sett honum spurn
ingar viðvíkjandi viðtøkun
um um val til umboðsráð
ið.
Hetta eru viðtøkur, sum
vórðu gjørdar í sambandi
við lógarbroytingina á økin
um í 1997 og samanlegg
ingina í 1998. Framman
undan var umboðsráðið valt
av politisku myndugleikun
um, og tí var neyðugt at
gera nýggjar viðtøkur, sigur
Gunnar í Liða.
Hann sigur seg ikki hava
hoyrt áður, at tað skal vera
ein trupulleiki at finna still
arar.
Eg haldi í grundini ikki,
at 25 stillarar er so nógv tá
hugsað verður um, at stórt
sæð hvør einasti føroyingur
er tryggjaður hjá okkum,
sigur Gunnar í Liða.
Um greinina, sum ásetur,
at nevndin kann skjóta val
evni upp til umboðsráðið,
sigur Gunnar í Liða:
Hendan greinin varð
sett í viðtøkurnar sum ein
trygdarventilur. Komu vit í
ta støðu, at ov fá valevni
vóru, hava vit møguleikan
at fylla upp við at nevndin
stillar fólk upp. Men hetta
er bert ætlað sum ein
møguleiki í nevndu støðum,
og tað er ikki komið fyri
enn, at nevndin hevur stillað
valevni upp.
Forstjórin heldur tí ikki,
at greinin skal takast úr við
tøkunum, men framvegis
skal vera har sum ein trygd
arventilur.
Stórur áhugi
Meðan Gunnar í Liða so
statt ikki er samdur við
Finnleifi Guttesen í hansara
atfinningum, heldur for
stjórin í Tryggingarfelagn
um Føroyar hinvegin, at tað
kanska hevði verið eitt gott
hugskot at sent atkvøðuseð
il út til allar tryggingartak
arar.
Vit umhugsa júst hetta í
løtuni. Vit hava onkrar smá
vegis tøkniligar trupulleikar
at loysa, áðrenn hetta letur
seg gera, men tað er væl
møguligt, at vit í framtíðini
fara at senda atkvøðuseðlar
út til allar limirnar, sigur
Gunnar í Liða.
Hann vísir víðari á, at
áhugin fyri valinum er ógvu
liga stóur.
Vit hava sent út meiri
enn 5000 atkvøðuseðlar, og
tá er lopið ikki so langt upp
til allar limirnar, sigur
Gunnar í Liða.
Nakað, sum nógv verður
tosað um í hesum døgum,
eru
nevndarsamsýningar.
Slíkar letur Tryggingar
felagið Føroyar eisini.
Okkara samsýningar
eru nakað hækkaðar, men
tær síggjast aftur í roknskap
inum, har tær standa sum
ein postur fyri seg, sigur
forstjórin
í
Tryggingar
felagnum Føroyar, Gunnar
í Liða.
Roknskapurin hjá felagn
um er ikki liðugur enn.
Umboðsráðið ein hugnaklubbur
Gunnar í Liða er als ikki samdur við Finnleifi Guttesen í hansara atfinningum móti umboðsráði
og nevnd í Tryggingarfelagnum Føroyar