Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-28, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. februar 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 42 - 28. februar 2008 Skeiva kynsbýtið millum menn og kvinnur má sigast av vera munandi minni skeivt nú, enn tað var fyri bara hálvum ári síðani, tá tað kemur til oddasessir í føroyska samfelagnum Javnrættur Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Um tað er tilvildarligt, ella um tað er Demokratia og drúgva orðaskiftinum um javnrætt fyri at takka undan bæði fólkatings- og løg- tingsvali, er torført at geva nakað greitt svar uppá. Í øll- um førum er nógv hent sein- astu fáu mánaðirnar, sum broyta samlaðu myndina av kynsbýtinum í tungu sessu- num í føroyska samfelag- num. Ein kvinna - Marita Ras- mussen - stendur nú á odda fyri Vinnuhúsinum, sjey kvinnur móti trimum eru valdar á Løgting, tríggjar móti ongari í landsstýrið, og eftir at samgonga varð skipað, eru átta kvinnur at finna í Løgtinginum. Sam- stundis er tað fyrstu ferð, at ein kvinna er forkvinna í fíggjarnevndini. Tað er Eyð- gunn Samuelsen, ið júst var forkvinna í Demokratia, sum varð lagt niður við árs- skiftið, men sum møguliga verður endurreist. Og fyri góðari viku síðani valdi stýrið fyri Kringvarp Føroya Anniku Mittún Jacobsen sum stjóra fyri samanlagda stovnin. Um góðar tvær vikur - á sjálvum kvinnudegnum 8. mars - verður Gunleivur Dalsgaard avloystur av eini kvinnu í formannsessinum fyri Starvsmannafelagið. Bert eitt valevni er, og tí verður tað næstforkvinnan seinastu tvey árini, Selma Ellingsgaard, ið skal standa á odda fyri størsta almenna fakfelagnum í landinum. Hetta er fyrstu ferð í 47 ára gomlu søgu felagsins, at ein kvinna skal standa odda fyri einum av størstu fakfeløgum í landinum, skrivar Starvsblaðið. Hetta, hóast 70 prosent av lima- skaranum eru kvinnur. Kvinnurnar storma fram Bygdin fer í havið Tey umleið 400 fólkini í inuittabygdini Kivalina í amerikanska statinum Alaska hava stevnt oljufelagnum Exxon Mobile og 23 øðrum feløgum. Bygdarfólkið krevur feløgini dømd at viðurkenna, at teirra CO2-útlát hóttir bygdina og tilveruna hjá fólkinum har. Kivalina er á einum lágum tanga, og tey seinastu árini er alt meiri og meiri farið burtur av tanganum og í havið. Bygdarfólkið gevur veðurlagsbroytingunum skyldina og vil hava endurgjald. Kivalina er einar 1.000 kilometrar í útnyrðing úr Anchorage Rinda nógvar rentur Tey seinastu árini hava danir lænt nógvar pengar, og tá rentan harafturat er hækkað í seinastuni, merkir hetta, at rentuútreiðslurnar hjá dønum eru vaksnar nógv. Ein uppgerð hjá Tjóðbankanum vísir, at í síðsta mánað rindaðu donsku húsarhaldini 10,2 mia. krónur í rentum fyri lán, sum tey hava frá bankum og realkredittfeløgum. Til sammetingar nevnir bankin, at í februar í 2005 rindaðu húsarhaldini 6,4 mia. krónur í rentum. Átta kvinnur sita nú í løgtinginum og tríggjar í landsstýrinum. Í Løgtinginum sita: Annika Olsen, Rósa Samuelsen, Eyðgunn Samuelsen, Katrin Dahl Jakobsen, Annita á Fríðriksmørk, Bergtóra H. Joensen, Heidi Petersen og Olga Biskopstø. Og í landsstýrinum: Helena Dam á Neystabø, Bjørt Samuelsen og Kristina Háfoss Savnsmyndir Selma Ellingsgaard, sum er útbúgvin sosialráðgevi, varð fyrstu ferð vald í nevndina í Starvsmannafelagnum í 2002 og hevur verið næstforkvinna seinastu tvey árini. Á aðalfundinum 8. mars verður hon vald til forkvinnu í felagnum, sum tann fyrsta nakratíð, hást 70 prosent av limaskaranum eru kvinnur Mynd: Starvsblaðið Fyri góðari viku síðani varð Annika Mittún Jacobsen sett sum stjóri í samanlagda stovninum, Kringvarpi Føroya. Hvørki Útvarp Føroya ella Sjónvarp Føroya, sum vórðu løgd saman fyri góðum trimum árum síðani, hava fyrr havt kvinnuliga stjóra Savnsmynd Tá Jan Mortensen fór í stjórastarv í FT Samskifti, var tað Marita Rasmussen, sum setti seg í stjórasessin í Vinnuhúsinum Savnsmynd