Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-28, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. februar 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 42 - 28. februar 2008 Klárt at velja bisp Nú er greitt, at tað verður annaðhvørt Poul Joachim Stender ella Peter Fischer-Møller, sum skal taka við sum biskupur í Roskilde aftan á Jan Lindhardt, sum fer frá fyri aldur tann 1. mai. Neyðugt var tó við umvali fyri at finna tey bæði seinastu valevnini, tí tað vísti seg, at á fyrra valinum, sum var tann 1. februar, vóru fleiri atkvøður enn fólk, sum høvdu loyvi at atkvøða. Avgerðin um, hvør skal hava biskupsembætið, fellur tann 3. apríl. Poul Joachim Stender verður kanska biskupur í Roskilde (Mynd. DR) Fiskiflotin minkar Íslendski fiskiflotin minkar í hvørjum - í hvussu er í tali. Sambært skipaskránni vóru 1.642 fiskifør skrásett í Íslandi nýggjársaftan, og tað var umleið 50 færri enn eitt ár frammanundan. Motorskipini vóru 834 í tali ella 18 færri enn fyri einum ári síðani, og trolararnir vóru 64 í tali ella ein fleiri enn nýggjársaftan í 2006. Teir opnu bátarnir, sum verða brúktir til fiskiskap, eru eisini í skrásetingini. Teir vóru 744 í tali nú um ársskiftið. Nýggja vaktar­skip­ an­in­ hjá kommun­u­ lækn­un­um vir­kar­ stak væl, men­ ábøtur­ skulu ger­ast, so at fær­r­i sjúklin­gar­ ver­ða sen­dir­ á Lan­ds­ sjúkr­ahúsið, sigur­ Han­s Pauli Str­øm, lan­dsstýr­ismaður­ KommunulæKna­ sKipan Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nýggja vaktarskipanin hjá kommunulæknunum virkar stak væl. Tað er niðurstøðan hjá Hans Paula Strøm, landsstýr- ismanni í almanna- og Heilsumálum, nú tað eru 10 mánaðir síðani, at ein nýggj vaktarskipan varð sett í verk fyri kommunulæknarnar í øllum meginøkinum. Kortini staðfestir hann eisini at eitt brek við skipan- ini er, at ov nógvir sjúklingar verða sendir til læknavaktina á Landssjúkrahúsinum. Elvir til ótryggleika Nú hava fólk í øllum megin- økinum eina telefon á Landssjúkrahúsinum at ringja til, tá ið brúk er fyri lækna um kvøldið og um næturnar og annars uttanfyri vanliga viðtalitíð. Bjørn Kalsø, løgtings- maður staðfesti í løgtingin- um nú ein dagin, at tað eru mong dømi um, at skipanin ikki virkar nóg væl og tað eru eisini nógv dømi um, at tað elvir til ótryggleika úti um landið, tí uttanfyri van- liga viðtalutíð er tað tvørligt at sleppa til lækna í bráð- neyðugum ørindum. Hann segði at nógv dømi eru um, at nýggja skipanin kennist fjar frá brúkarunum og elvir sostatt til ampa og tí heldur hann, at tað hevur skund at endurskoða hana. Virkar stak væl Men Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum, er ikki við upp á, at skipanin virkar so illa. - Yvirhøvur virkar nýggja vaktarskipanin stak væl, sigur hann. Hann hesar 10 mánaðir- nar, skipanin varð sett í verk, hava kommunulæknarnir havt 15.000 viðtalir. Talan er sostatt um einar 50 viðtal- ir á hvørjari vakt og av teim- um eru helvtin avgreiddar umvegis telefonina. - Hendan skipanin ber í sær, at sum heild hava kommunulæknarnir nógv færri vaktir og fáa sostatt arbeitt nógv meiri í vanligari viðtalutíð um dagin. - Og akkurat tað var endamálið við skipanini, leggur hann afturat. Hann sigur, yngri læknar hava ongan áhuga í at gerast kommunulæknar, tá ið kvøld- og náttarvaktirnar verða ov nógvar. - Hinvegin staðfestir hann eisini ein triðingur av komm- unulæknarnir eru skiftandi, fremmandir vikarar, sum ikki kenna landið og samskif- tismøguleikarnar nóg væl. Og ein avleiðing av tí, er, at ov nógvir sjúklingar verða sendir til læknavaktina á Landssjúkrahúsinum. - Ov nógvir sjúklingar í øllum meginlandinum verða noyddir at koyra á Landssjúkrahúsið til lækna- vaktina har og tað er ein partur av skipanini, sum ikki virkar nóg væl. Koyrandi vaktir brúkast meir Hans Pauli Strøm sigur, at umframt læknavaktina á Landssjúkrahúsinum, eru koyrandi bakvaktir, men tær verða ikki brúktar í nóg stóran mun. Hann sigur, at tað er eitt brek, sum arbeitt verður upp á at rætta, so at fólk í størri mun kunnu møta hjá kommunulækna úti í økin- um, eitt nú á Klaksvíkar sjúkrahús, ístaðin fyri at noyðast at koyra á Lands- sjúkrahúsið. Hann sigur eisini, at tey hava alla tíðina havt eftir- metingar og hava tikið allar tær óhepnu hendingarnar, sum hava verið, til eftir- tektar og hava rættað tey brek, sum hava verið. Fleiri tinglimir vísti á, at hóast skipanin er ein bati fyri læknarnar, er talan um eitt afturstig fyri sjúklingar- nar kring landið og teir vónaðu, at tey brekini eisini verða rættað. Læknarnir rýma Kortini var víst á, at tað var neyðugt at seta hesa skipan- ina í verk fyri at kommunu- læknarnir ikki skuldu rýma og so høvdu vit ongar kommunulæknar, tí ongin lækni tímir at hava vakt ann- aðhvørt, triðjahvørt, ella í besta føri, fjórðahvørt sam- døgur. Sostatt hevur nýggja vakt- arskipanin beinleiðis sam- anhang við trotið á lommunulæknum, tí varð skipanin ikki sett í verk, er ongin sum helst ivi um, at teir kommunulæknar, sum eru eftir, høvdu eisini rýmt. Og afturfyri er so tæn- astan í vanligari viðtali um dagin munandi batnað, tí læknarnir arbeiða ístaðin fyri at avspáka fyri kvøld og náttarvaktir. Tór­bjør­n­ Jacobsen­, lan­dsstýr­ismaður­ í fiskivin­n­umálum, skal n­ú gr­eiða fr­á, hvussu han­n­ ætlar­ at tr­yggja okkum ímóti, at útlen­din­gar­ ólógliga eiga fiskiskip í Før­oyum Hólgar Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Vit eiga at tryggja okkum ímóti, at útlendingar ikki ólógliga eiga fiskiskip í Føroyum. Tað heldur Kári P.Høj- gaard. løgtingsmaður fyri sjálvstýrisflokkinum. Og nú fer hann at spyrja Tórbjørn Kacobsen, lands- stýrismann í fiskivinnu- málum, hvussu hann ætlar at tryggja okkum ímóti, at føroyskir vinnulívsmenn í veruleikanum ikki eru ann- að enn hólgar, ella strá- menn, fyri útlendskan stór- kapital. - Hvørji stig fer lands- stýrismaðurin at taka fyri at tryggja, at tað veruliga, og ikki bara á pappírinum, eru føroysk áhugamál, ið standa aftanfyri íløgur í føroysk fiskifør? Hetta er tann einfaldi spurningurin, sum Tór- bjørn Jacobsen skal svara í Løgtinginum í næstum. Kári P. Højgaard sigur, at seinastu árini er íløgu- peningur í føroysk fiskiskip í alt størri mun fingin til vega við pengum uttan- lands. Hinvegin sigur lógin um vinnuligan fiskiskap púra greitt, at útlendingar kunnu ikki eiga meira enn ein triðing av parta- og ábyrgdarpeninginum í føroyskum fiskiskipum. Kortini vísir løgtings- maðurin á, at í november 2006 kom ein samd lands- stýrismálanevnd til ta nið- urstøðu, at kanningin, sum Fiskimálaráðið ger tá skip skifta eigara, tryggjar ikki, at ásetingin um, at útlendingarbara kunnu eiga ein triðing av skipun- um, verða hildnar. Hann staðfestir, at Før- oyar eru fiskivinnutjóð og búskapurin hvílir í stóran mun á fiskiríkidømið í havinum kring Føroyar og í teimum fiskivinnuavtal- um, vit hava við onnur lond. - Nýggi landsstýrismað- urin, Tórbjørn Jacobsen, hevur boðað frá gjøgnum- skygni í samband við umsitingina av fiskidøg- um. Tað má eisini verða gjøgnumskygni í eigara- viðurskiftunum, so at vit fáa at vita, um fiskiríki- dømi í havinum kring Før- oyar veruliga er ogn før- oya fólks, soleiðis sum lógin um vinnuligan fiski- skap sigur, ella um tað í veruleikanum eru útlend- ingar, sum eiga ein stóran part av tí og bara hava hólgar í Føroyum at umsita tað fyri seg, sigur Kári P. Højgaard. Vil tryggjast ímóti føroyskum hólgum Senda ov nógv fólk á Landssjúkrahúsið Í Føroyum eru nógvir útlendskir kommunulæknar, sum ikki kenna landið nóg væl. Tí verða ov nógvir sjúklingar sendir á Landssjúkrahúsið, men her skal broyting koma í, sigur landsstýrismaðurin