Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. februar 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 42 - 28. februar 2008 TransAtlantic Climate Conference 7- 8 apríl 2008 I Norðurlandahúsið I www.tacc2008.fo Altjóða ráðstevnan, TransAtlantic Climate Conference, sum verður í Norðurlandahúsinum 7. og 8. apríl snýr seg um altjóða avbjóðingarnar, sum standast av veðurlagsbroytingum. Hon setur fokus á mongu avbjóðingarnar hjá m.a. vinnuni í hesum sambandi. Á ráðstevnuni verður givið boð uppá, hvussu vit við nýggjari tøkni kunnu brúka minni orku, dálka minni og menna møguleikarnar innan vinnu, útbúgving og gransking. Al Gore, sum vann friðarheiðursløn Nobels í fjør, verður høvuðsrøðari á altjóða ráðstevnuni. Eisini føroyski havfrøðingurin, Bogi Hansen, sum herfyri vann norðurlendsku umhvørvisvirðislønina, fer at røða á ráðstevnuni saman við øðrum týðandi røddum í altjóða umhvørviskjakinum. Føroyskar og útlendskar fyritøkur og einstaklingar fara at vísa á avbjóðingar og loysnir, sum eru tengdar at einum burðardyggum havumhvørvi. Atgongumerkjasølan byrjar fríggjadagin 29. februar kl. 9.00 á tel 309900. Frá fríggjadegnum kl. 16.00 fer øll atgongumerkjasølan fram á www.tacc2008.com. Kostnaðurin er kr. 6800. Bitland, Vinnuhúsið og Samvit skipa fyri ráðstevnuni. Føroya Banki og Eik Banki eru høvuðsstuðlar. Lesið meira á www.tacc2008.com Altjóða ráðstevna í Norðurlandahúsinum