hósdagur 14. juni 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 112 - 15. juni 2001
Nr. 112 - 15. juni 2001
11
gult10 cyan10 magenta10 svart10
gult11 cyan11 magenta11 svart11
FERÐSLUTRYGD
Jón Kragesteen, leiðari
hjá Ferðslutrygd
Í seinastuni hevur verið
skrivað og tosað nógv um
ungdóm og ferðslu. Tað
skal ikki dyljast, at tað var
ferðsluvanlukkan, sum
hendi í Eysturoynni í vár,
ið setti ferð aftur á hetta
kjak. Stutt eftir hendi tað
aftur í Vestmanna. Har
varð tó sloppið við skrekk-
inum, hóast tann vanlukk-
an kundi verið minst líka
so álvarslig sum hin fyrr
nevnda.
Undirritaði hevur ført
fram, at vilja vit veruliga
sleppa undan ferðsluvan-
lukkum, sum henda av vit-
leysari koyring hjá ungum
monnum, er neyðugt at
gera okkurt munadygt.
Sum munadygt átak varð
ført fram, at vit kunnu gera
inntriv í bilarnar í Føroy-
um, so at teir ikki kunna
koyra skjótari enn tað, vit
vilja hava teir at koyra.
Men, hóast vit skuldu
komið so langt, at hetta
varð framt í verki, so verð-
ur framvegis neyðugt at
menna útbúgvingina hjá
bilførarunum.
Í vetur kom landsstýris-
maðurin í ferðslumálum,
Bjarni Djurholm, fram við
hugsanum um, hvussu
koyrikortið hjá ungum bil-
førarum kundi verið sett
øðrvísi saman. Her varð t.
d. komið inn á stigaskipan,
og at fyrstu tvey árini skal
koyrikortið bara verða giv-
ið fyribils, undir serliga
strangari skipan.
Eftir mínum tykki er
hetta á rættari leið, og vón-
andi fer nakað at henda
skjótt. Sum skilst, verður
eisini arbeitt við einum
uppskoti um nýggja kunn-
gerð um koyrikortið.
Útbúgvingin hjá
bilførarum
Sum kanska longu er
lagt til merkis, so verður
orðingin "útbúgving hjá
bilførarum" nýtt í mun til
"tað at ganga til koyrikort"
ella "at taka koyrikort".
Við hesum vil eg vísa á, at
tað er neyðugt at hækka
um virðið á sjálvari út-
búgvingini, so hon verður
ein verulig útbúgving - og
ikki sum nú, eitt skeið,
sum bara skal fáast frá
hondini!
Útbúgvingartíðin
og hugburður
Sum tað fyrsta vil eg seta
fram, at tíðin at útbúgva
bilførarar skal fevna um
eitt nógv longri tíðarskeið,
enn hon ger í dag. Tað ber
kanska væl til upp á stutta
tíð at læra seg at duga
skelti uttanat og at skúla
seg at svara spurnatabell-
um um víkiskyldur o.a.
Tað ber eisini til hjá teim-
um flestu upp á stutta tíð -
undir kontrolleraðum um-
støðum - at læra at nýta
spitara, kobling, bremsur,
venda, bakka o.s.fr.
Men at ávirka hugburð-
in, tekur longri tíð. Og
hugburðurin er altavger-
andi fyri, hvussu tekniski
lærdómurin og førleikin
verður nýttur, tá ið koyri-
lærarin ikki longur er hjá.
Tað er hugburðurin, sum er
avgerandi fyri, hvørji val,
ið verða tikin aftan fyri
róðrið, t.d. eitt leygar-
kvøld...
Tað er sjálvsagt, at vit
mugu byrja við teimum
heilt smáu, tað veri seg í
heimi, í dagstovni ella
aðrastaðni. Og vit mugu
halda fram í fólkaskúla-
num. Í løtuni verður alt
hetta gjørt, men einki er at
ivast í, at hetta kundi verið
gjørt væl betur og meira
skipað.
Tá ið vit so koma fram
til aldurin, sum vit halda
vera hóskandi fyri, nær
loyvt er at hava koyrikort
til bil - í løtuni er tað 18 ár
- mugu vit fara nógv meira
grundleggjandi til verka,
enn vit gera í dag.
Uppskot um útbúgv-
ing hjá bilførarum
Sum nevnt, mugu vit nýta
meira tíð at útbúgva
okkara bilførarar. Gingið
eigur at vera í skúla einar 4
tímar um vikuna í eitt
hálvt ár ella so, og soleiðis
koma vit upp í móti einum
100 undirvísingartímunum
(+ timar til koyrivenjing í
bili). Lærdómurin skal
sodna, og tí skal einfalt
ikki bera til at taka
koyrikortið upp á styttri
tíð.
Innihaldið í
undirvísingini
Uttan at fara í smálutir,
skal her verða sett fram
uppskot um innihaldið í
undirvísingini hjá bil-
førarum:
1. Grundskeið í 1. hjálp
2. Almenn vitan um
ferðslu
- Bilsøgan t.d. frá tí at bil-
urin verður uppfunnin,
fyrstu trygdartiltøkini og
Hugsanir um útbúgvingina
hjá bilførarum
Jón Kragesteen er leiðari á Ferðslutrygd. Herfyri førdi hann fram, at vilja vit veruliga sleppa undan ferðsluvanlukkum,
sum henda av vitleysari koyring hjá ungum monnum, er neyðugt at gera okkurt munadygt. Sum munadygt átak førdi
hann fram, at vit kunnu gera inntriv í bilarnar í Føroyum, so at teir ikki kunna koyra skjótari enn tað, vit vilja hava teir at
koyra. – Men, hóast vit skuldu komið so langt, at hetta varð framt í verki, so verður framvegis neyðugt at menna
útbúgvingina hjá bilførarunum, sigur Jón Kragesteen, sum sjálvur hevur nakrar tankar hesum viðvíkjan di:
Ole Lykke, koyrilærari í Kollafirði, leggur koyrinømingin lag á fyrrapartin í gjár
Mynd: Jens Kristian Vang
hvussu gjørt verður í dag.
- Ferðsluumhvørvið t.d
hví vegirnir eru gjørdir,
sum teir eru gjørdir...
3. Menniskjalig virði:
M.a. :
- Gjøgnumgongd og við-
gerð av bókmentum um
avleiðingarnar av ferðslu-
vanlukkum, og hvussu
ferðsluvanlukkur raka
offrini *)
- Frágreiðingar frá am-
bulansufólki og løgreglu-
fólki um ferðsluvanlukkur.
*) Neyðugt verður at
samskipa ferðsluskadd í
Føroyum, so at tey verða
eggjað og útbúgvin at trína
fram, so at tey kunnu vera
við í ferðslutrygdararbeiði-
num, m.a. við at halda fyr-
ilestur fyri teimum, sum
eru í ferð við at taka koyri-
kortsútbúgvingina. Ringu
royndirnar hjá ferðslu-
skaddum hava ómissandi
virði í arbeiðinum at
byggja upp rætta hugburð-
in í ferðsluni.
4. Ferðsluástøðin
- skelti, víkiskyldur o.t.
5. Koyrivenjing
- saman við koyrilærara
- koyrivenjing á venjingar-
breyt (hálkubreyt.. - hana
mugu vit fáa!)
- koyrivenjing í simulatori
(nýggjur møguleiki, sum
verður royndur
aðrastaðni)
Royndin at taka
koyrikortið
T. d. kundi verið gjørt so-
leiðis, at fyri at standa
royndina at taka koyrikort-
ið, skuldi verið neyðugt at
staðið allar omanfyri-
nevndu undirpartar(1-5).
Viðvíkjandi 3. Menniskj-
alig virði, eigur at verða
fyriskipað munnlig próv-
tøka ella samrøða, sum
hevur til endamáls at stað-
festa, um tann, sum skal
taka koyrikortið er nóg
búgvin at taka tað. Hesin
partur av royndini eigur at
viga mest.
Próvdómarar skulu hava
neyðugt førleikastøði:
tekniska bakgrund, har tað
er neyðugt, og námsfrøði-
liga og sálarfrøðiliga bak-
grund, har tað er neyðugt.
Hvat skal koyri-
kortið kosta?
Neyðugt skuldi ikki verið,
at koyrikortið verður dýrari
at taka fyri tann einstaka
enn nú - heldur tvørtur
ímóti. Hetta er ein spurn-
ingur um politiskan vilja, tí
sjálvandi eiga myndugleik-
arnir at vera við til at
fíggja hesa undirvísing -
eins og onnur neyðug und-
irvísing verður tað. Hví
skal útbúgvingin hjá bil-
førarum í minsta lagi ikki
fáa somu sømdir sum t.d.
vanlig kvøldskúlaundir-
vísing?
Serlig skipan fyri ung
Ung millum 18 og 25 ár
skuldu fingið fyrbils koyri-
kort við serligum treytum,
sum var galdandi í t.d. tvey
ár. Megna tey at koma í
gjøgnum hesi tvey árini
uttan at gera álvarslig
ferðslubrot, kunnu tey fáa
tað fullgylduga koyri-
kortið.
Eisini kundi verið fyri-
skipað, at tað bar til at
byrja omanfyri nevndu út-
búgving frá 16 ára aldri.
Verður royndin staðin,
kundu tey ungu sloppið at
koyrt saman við foreldrum
frá tí, tey fylla 17 ár. Her
eigur tó at verða kravt, at
foreldrini skulu til serliga
skúling, áðrenn tey sleppa
at taka hesa ábyrgd. Tá ið
tey ungu so fylla 18 ár,
kunnu tey, aftaná eina upp-
fylging av fyrstu royndini,
fáa fyribilskoyrikortið
galdandi fyri ung millum
18 og 25 ár.
Prutl
Tað at koyra prutl má siga-
st at vera partur av tilg-
ongdini í bilføraraútbúgv-
ingini. Tí hjá nógvum er
prutlið fyrsta motorakfarið,
sum tey ungu koma í sam-
band við. Í løtuni verður
kravt, at tú skalt verða 16
ár, áðrenn tú sleppur at
koyra á prutli.
Harafturímóti verður ikki
kravt, at tú hevur fingið
eina skipaða undirvísing,
áðrenn tú fært formligt
loyvi frá myndugleikunum
at koyra. Eftir mínum tykki
hevði tað rætta verið at
givið loyvi at koyrt á prutli
frá 15 ára aldri. Men aftur-
fyri átti munadygg, kravd
undirvísing og roynd verið
fyriskipað, sum í minni
mát hevði somu element,
sum í uppskotinum oman-
fyri viðvíkjandi útbúgving-
ini hjá bilførarum. Av røtt-
um skuldi prutlkoyrikortið
verið at rokna sum partur
av fyrireikingunum at
koyra bil.
Uppfylging 5. hvørt
ár?
Sum ískoyti skal verða lagt
afturat, at øll, sum hava
koyrikort, áttu at havt
skyldu at møta upp til eina
uppfylgingarroynd ella
uppfylgingarundirvísing t.
d. 5. hvørt ár. Hetta hevði
borið við sær, at hvør ein-
stakur vildi gjørt meira
burtur úr at dagføra sína
vitan og sín førleika.
Hava vit ráð?
Tað er greitt, at verður
hetta omanfyri nevnda
framt í verki, fer tað í
fyrsta umfari at kosta sam-
felagnum orku, t.e. pening.
Og tí vil óivað spurningur
verða settur, um vit hava
ráð til tað? Í míni verð er
hetta ein fávitskuspurning-
ur, tí rætti spurningurin er:
"Hava vit ráð til
at lata standa til?"
Talið av ferðsluvanlukkum
í hesum landi er alt ov
høgt. Gjørt upp í krónum
og oyrum kosta tær - hvørt
ár - mangar ferðir tað, sum
omanfyri nevnda menning
av útbúgvingini hjá bilfør-
arum vildi kosta árliga.
Harafturat koma so menn-
iskaligu avleiðingarnar,
sum illa ber til at virðis-
meta í krónum og oyrum.
So svarið til henda
spurning er: "Vit hava ikki
ráð at lata standa til!"
Sum nevnt, fekk ferðslu-
trygdarspurningurin sera
nógv umtalu fyri stuttum -
av givnum orsøkum. Men
longu nú er áhugin dalandi
aftur - til næsta vanlukka
hendir
Vit mugu fara
til verka nú!
Mín meining er tí, at
landsstýrismaðurin í
ferðslumálum ongantíð ov
skjótt eigur at seta arbeiðs-
bólk at fyrireika álit og
lesiætlan at menna útbúgv-
ingina hjá bilførarum -
eftir tí leisti, sum er skotin
upp omanfyri. Greið tíðar-
ætlan eigur at verða sett út
í kortið um, nær arbeiðið
skal verða gjørt liðugt.
Umráðandi er, at tey, ið
koma at manna arbeiðs-
bólkin, hava neyðuga før-
leikastøðið, t.e. ein bland-
ingur av fólki við teknisk-
ari bakgrund og fólki við
námsfrøðiligari og
sálarfrøðiligari bakgrund.
Konufólk mugu uppí
Væl vitandi um, at tað er
lógarfest, at allar almennar
nevndir og arbeiðsbólkar
skulu hava javnvág millum
kynini, vil eg undirstrika,
at tað er av sera stórum
týdningi, at konufólk hava
virknan leiklut í arbeiði-
num at menna útbúgving-
ina hjá bilførarum. Tað er
nógv, sum bendir á, at tað
júst eru virði, sum eru nat-
úrligur partur av hugsanar-
háttinum hjá konufólki -
og langt í frá altíð hjá
monnum - ið eru tey, sum
mugu í hásæti í ferðslu-
trygdararbeiðinum. Tíverri
eru tað í løtuni sera fá kon-
ufólk í hesari "branhu", so
her má vend koma í.
At enda: eingin ivi er
um, at skulu vit fáa eina
útbúgving fyri bilførarum,
sum veruliga skal muna,
mugu allar góðar kreftir
vera við - og høvuðsdentu-
in eigur at verða lagdur á
hugburðin og menniskja-
ligu virðini.
Ljósið lýsir grønt… Men hví
skal útbúgvingin hjá bilfør-
arum í minsta lagi ikki fáa
somu sømdir sum t.d. vanlig
kvøldskúlaundirvísing? spyr
Jón Kragesteen
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
11
10