hósdagur 28. februar 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 42 - 28. februar 2008
13
Í
vetur hava øllum kunnugt
verið ikki færri enn tvinnanda
val upp í røkur og fyrr í heyst
var bispaval, so sigast má, at
okkara fólkaræði hevur blómað
hesa seinastu tíðina. Tey, ið
veljast vildu, hava dyrgt og
trolað, so vit veljarar vóru um
at gerast í ørviti. Nógv er
skrivað og røtt hetta seinasta
hálva árið og mong góð orð
søgd og lovað. Nú er alt yvir
staðið og vit sita við onkrum
slagi av timburmonnum einari
tómari kenslu av, at nú er alt
yvirstaðið. Úrslitið var kanska
ikki, sum vit ynsktu ikki hjá
øllum í hvussu er og vit
granska okkum sjálvi. Skuldu
vit havt gjørt soleiðis, samstund
is sum vit vita, at næstu ferð
gera vit á júst sama hátt.
Vit eru øll eitt sindur móð av
politiska leikinum ella kanska
er tað bara valleikinum, vit eru
troytt av. Alt er politikkur
verður sagt og tað er sjálvandi
rætt, men tað er ikki altíð, vit
geva okkum far um politikkin í
øllum tað er, sum verða
munirnir og sundurlyndið
týðiligari, tá val er.
Mong góð orð er søgd, og
hugtøk sum samhaldsfesti, rætt
indi teirra brekaðu, bleyt virði
o.s.fr. verða tikin fram úr skjátt
uni til høvið. Hetta eru hugtøk,
sum minna meg um jólapyntið,
sum tikið verður fram einaferð
um árið. Tað verður hongt til
prýðis eitt avmarkað tíðarskeið
og síðan pakka niður aftur í
dósir og sett á ovastaloft til
næstu jól. Soleiðis eisini við
nevndu hugtøkum. Flokkarnir
pynta seg og sínar valskráir við
hugtøkum, flest øll kunnu taka
undir við, men tá valið er av,
verða tey sett til viks í gerandis
liga orðaskvaldrinum, sum
kortini hevur meira virði fyri
tey, ið á valdinum sita.
Eru øll líka?
Eitt valstríð avdúkar, at í poli
tikki skulu vit øll helst vera líka.
Íðan, er tað ikki gott? Jú, sjálv
andi, um vit við líkheitini meina,
at øll hava sama rætt og somu
treytir. Men siga vit, at øll eru
líka, tí at øll hava sama hugburð
og somu áskoðan um tilveruna
og somu ynski, so er hetta heilt
skeivt. Í tí sambandi veri eg altíð
ørkymlað, tá talað verður um
fólkið í Føroyum sum eina
einstáttaða eind. “Allir føroying
ar ganga í knappatroyggju og
knæbuksum og drekka snaps á
Ólavsøku”. Gera teir nú tað? Ja,
helvtin av føroyingum er óskikk
að til at ganga í knæbuksum, av
teirri einføldu orsøk, at hon er
av skeivum kyni, og hagtøl siga
mær, at 36 prosent av føroy
ingum eru fráhaldsfólk og tey
drekka so ikki snaps á Ólavsøku.
Eitt annað dømi, sum fær ilt í
meg, er, tá ítróttarblaðfólk
skriva ella siga, at allar Føroyar
fylgja við landsliðnum í fótbólti
og liva og anda fyri teimum
vanæriligu úrslitum, sum koma.
Tá havi eg altíð hug at melda
meg út úr teirri samkomuni, um
tað bar til, og siga, ja, kanska
gera hinir 48.462 føroyingarnir
tað, men ikki øll, tí sjálv hugdi
eg nógv heldur at einum fronsk
um filmi, (sum lívið annars
sigst vera ov stutt til,) enn eg
hugdi bara fimm sekund at
einum fótbóltsdysti, uttan mun
til hvør spælir, og um eg líti
uttan um meg í mínum nærum
hvørvi, kom eg til ta niður
støðu, at á sama hátt, sum eg
havi tað, hava næstan øll tað.
Eru tað so bara ítróttarblað
menninir, sum vilja hava alt
Føroya fólk at vera fótbólts
fjepparar? Nei, sjálvandi liggur
sannleikin mitt ímillum. Nógv
fólk, ja, heilt nógv elska
fótbólt, men øll gera tað ikki!
Besta land á jørð
Vit vilja so fegin, at Føroyar
eru besta samfelag á jørð og tá
vit hoyra politikararnar, so ivast
vit ikki í, at vit kunnu gerast
uppaftur betri. Í farna valskeiði
var talað um eina visión fyri
Føroyar í framtíðini. Tað er
gott, tá stungið verður út í
kortið og hugt verður frameftir,
men eg haldi, vit kunnu siga, at
fólk flest fingu ongantíð
rættiliga við, hvat hendan
visiónin gekk út uppá. Tað
ræður um at hava fólkið við
sær, tá kós verður sett. Havi
hugsað um, at tað var eitt
mistak at brúka fremmant orð
sum ‘visión’ um ætlanina við
at brúka fremmand orð setir
ein onkusvegna frammanundan
skott millum ætlan og borgara.
Men hvat er tað góða sam
felagið? Tað mynstursamfelag,
sum politikaranir ynskja sær, er
tað sama samfelag, sum borgar
arnir ynskja sær? Í hvussu so
er, er tað ikki vist, at øll
stremba eftir tí sama. Samríkja
fólk stremba valla eftir sama
samfelag sum tjóðskaparfólk,
vinnulívsfólk ynskja valla tað
sama sum arbeiðarin, tey
trúgvandi ynskja valla sama
samfelag sum tey samkyndu,
tey, ið vilja fjálga um grøn øki,
ynskja valla sama samfelag
sum tey, ið vilja leggja alt undir
asfalt, og vit kundu hildið á.
Tað, sum umræður, má tí vera
at finna felagsnevnaran fyri
okkum øll. Hvat bindur saman
heldur enn skilur sundur? Vit
eru 48.463 tandur her á klett
unum og kunnu vit ikki fáa
hetta samfelagið at virka, sum
vit vilja, er tað bæði synd og
skomm. Kanska kundu vit roynt
at spurt fólk, hvat tað er fyri eitt
samfelag, tey ynskja sær,
heldur enn at gita. Ongin hevur
spurt okkum, hvussu vit ynskja
okkum framtíðina í Føroyum.
Alt ruggar ikki rætt
Í valstríðnum kom eitt nú eyð
mýkjandi til sjóndar, hvussu
lága raðfesting tey hoyribrek
aðu í hesum samfelag fáa.
Ongin kunning vendi sær til
hendan fittliga stóra og skjótt
vaksandi bólk og ongin flokkur
hugsaði um at teksta sínar fram
løgur í sjónvarpinum. Ongin
valsending varð tekstað og har
fyrr deyvatulkar hava verið í
sjónvarpssending, sá eg ongan
hesu ferð. Beint frammanundan
sóu vit í sjónvarpinum vene
suelska forsetan, tann umstrídd
að Hugo Chavez røða. Hann sat
har í blóðreyðu skjúrtu síni og
uppi í høgra horni var bein
leiðis teknmálstulking. Eg
hugsaði: sig so tað, í Venesuela
duga tey okkurt, sum føroying
ar ikki duga. Ber tað til at fáa
tað burtur úr, at Venesuela er
eitt betri land enn Føroyar at
vera deyvur í? Tað veit eg av
góðum grundum ikki, tí eg havi
ikki verið har, men tað undir
strikar, at Føroyar ikki eru
fyrimyndarligar á hasum øki
num. Hetta bara nevnt, tí hetta
er eitt øki, sum eg veit nakað
um og har tað rakar meg, at
raðfestingin er lág.
Mong onnur øki kundu verið
nevnd. Øll vita, at okkum
vantar læknar og tannlæknar í
Føroyum, og sálarfrøðingar og
fysioterapeutar tróta. Okkum
vantar røktarheimspláss og
búpláss til fólk við serligum
tørvi. Øll uppliva vit vantandi
tænastu alla staðni í samfelag
num. Tey seinastu mongu árini
hava vit raðfest samferðslu
kervið og alt gott um tað, men
verður tilveran hjá fólki sum
heild betri av, at tað er lættari at
koma til og frá?
Tá eg koyri gjøgnum undir
sjóvartunnilin yvir í Eystur
oynna er tað altíð við eyðmjúk
ari undran og virðing fyri
teimum hondunum, sum skaptu
hetta verkið, fyri tí tøkniliga
kunnleika, ið liggur aftanfyri og
fyri sjálvum vakurleikanum í
verkinum, men er Klaksvík
vorðin betri at búgva í av at fáa
tunnil? Munurin er ikki eyðsýnd
ur, men kanska skal longri
tíðarskeið til at døma um tað.
Fyribils kann eg bara staðfesta,
at á onkrum øki er tænastustøðið
her lækkað, vit missa almennar
stovnar og eitt nú ber ikki longur
til hjá øllum at sleppa til
tannlækna her norðuri.
Finn felagsnevnaran
Í gamlar dagar var áttamanna
farið álitið til samferðslu og sum
vinnutól. Tað má undirstrikast,
at grundarlagið undir, at átta
mannafarið kundi brúkast, var
samstarv. Har skuldi manning
til. Ongin kundi rógva eitt átta
mannafar einsamallur, ja, tað bar
ikki so frætt sum til at flota
áttamannafarið uttan samstarv.
Vit eru farin frá áttamannafari
num og til hátøkni við sjeymíla
fetum. Hava vit mist samstarvs
evnini fyri borð á vegnum?
Eg haldi, vit mugu fara at
leita eftir felagsnevnarinum
fyri, hvørji vit eru og hvagar vit
vilja fara. Men samstundis
mugu vit fáa eyguni upp fyri, at
ikki allir føroyingar eru líka og
at øll ikki vilja tað sama. Vit
mugu burtur frá tí eintáttaða og
í staðin loyva okkum at vera
fjølbroytt og ymisk. Tað ljóðar
kanska mótstríðandi, men tað er
tað ikki. Føroyar verða bara eitt
gott samfelag, um øll kenna seg
at vera partur av tí. Vit mugu
góðtaka ymiskan hugsunnar
hátt. Vit kunnu ikki loyva
okkum at seta nakran uttanfyri.
Tað eru vit snøgt sagt ov fá til.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2008?
Send eina grein til dorit@sosialurin.fo
Kravið er, at greinin er áleið 6.000 tekn og skrivað í essay stíli
Jólapynt flotar einki
áttamannafar
Næstu ferð:
Hanna Jensen um føroyska málið
Tíðargreinin
tíðargreinin
Nicolina Dahl