Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-28, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. februar 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 tíðindi Nr. 42 - 28. februar 2008 Vit hava frá Sofus Poulsen í Aberdeen fingið hendan fyrispurning: Eg fari at biðja tykkum um at royna at finna før­ oying, sum sigldi sum ung­ ur við stuttleikabátinum "Globe". Teir vóru sleip­ aðir inn í Aden í Reyða­ havinum vegna róður­ skaða í mars 1956. Eg havi fingið hesa áheitan frá einum granna, Captain John Campbell, sum hevur verið skipari á einum risatangaskipi hjá Texaco. Hann er ættaður úr Watten, nærindis Wick norðast í Skotlandi. Vit hava kenst í 45 ár. Hann er limur av einum felag, sum kallast Ships Nostalgia. Tað er ein limur í hesum felag, sum hevur biðið John um at royna at finna hendan føroyingin. Hann skrivar: ”Eina tíð havi eg roynt at finna fram til eina svenska familju, sum eitur Sandberg. Eg havi enntá havt eina eftirlýsing í einum svensk­ um blaðði við mynd av frú Sandberg og hennara tveimum smáum døtrum. Myndin var tikin umborð á skipinum Prometheus í Reyða­ havinum í mars 1956, tá teirra bátur Globe fekk róðurtrupulleikar. Men eg havi einki frætt. Ein av manningini á Globe var ein ungur drong­ ur úr Føroyum. Kona mín, sum var stýrimaður hjá okkum, minnist ikki navn hansara. Men spurningurin er nú um nakar er, sum kann minnast ein føroyskan drong, sum sigldi við Globe fyri meira enn 50 árum síðani. Skuldi hetta hent, hevði konu míni dámt sera væl at komið í samband við hann at vita, um viðkomandi kann vita nakað um Sand­ bergfamiljuna og serliga teirra tvær døtur, sum nú eru seinast í 50­árunum. Veit nakar nakað at siga um hetta kann viðkom­ andi ringja til Óla Jacobsen tlf. 31 57 69 ella senda ein teldupost: olij@sosialurin.fo ó. Breti eftirlýsir føroyingi frá fimtiárunum - Tað hava verið ov nógvir ósvaraðir spurningar, sum hava forðað okkum í at byrja, men nú er alt komið upp á pláss, og mánadagin verður farið í gongd av álvara, sigur Bjarni Kyster, arbeiðstakari BYGGING Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Havnarfólk – og føroyingar yvirhøvur – hava helst undrað seg á, at keiøkið í Vágsbotni er grivið upp og innihegnað, men at einki meiri hendir. Flestu halda helst, at býráðið svevur oman á málinum, men soleiðis er kortini ikki. ­ Upprunaliga skuldu vit verið byrjaðir 1. apríl í fjør at gera tær ábøtur á keianleggið, sum býráðið hevur samtykt, men tað hava verið so nógv ivamál, at arbeiðið er skotið út fleiri ferðir, sigur Bjarni Kyster, sum hevur fingið arbeiðið at gera frá býráðnum. Tað hava verið ivamál um eitt nú kloakkina og hvat slag av flísum skulu nýtast, men seinastu snøklarnir vórðu fingnir upp á pláss á einum fundi í gjár, og menn eru so smátt farnir at pjakast á økinum. Mánadagin verður so farið undir at gera kloakkina. ­ Tað er eingin loyna, at tað ikki hevur gingið so, sum vit høvdu ætlað, men nú eru flísarnar so bílagdar, og leveringstíðin er 12­14 vikur. Men tá tær eru komnar, skuldi ikki gingið meiri enn tríggjar vikur, til arbeiðið er liðugt, sigur Bjarni Kyster. Stálið til arbeiðið er langt síðani komið og hevur ligið í Føroyum í fimm mánaðir. Mánadagin verður altso byrjað av álvara, og umframt at gera kloakkina verður eisini byrjað við stoypingini. ­ Arbeiðið er sett at verða liðugt 3. juni, og ta tíðar­ freistina rokna vit við at halda, sigur Bjarni Kyster. Nú verður byrjað í Vágsbotni Fáir útróðrardagar Sandoy: Ikki kann sigast annað enn at veðrið hevur verið stak vánaligt í seinastu, og serliga til útróður. Gýtingarøkið vestanfyri er nú stongt fyri línuveiðu og teir flestu hava lagt um til snellu, men tað er ikki farandi út fyri veður. ­ Hesir menn fáa ongar sømdir frá ALS meðan summir av teimum eru tvungnir at gjalda til inn til hana, skrivar heimasíðan bkv. fo. Tað er annars sera góður streymur. Fáa svar uppá spurningar Oasan: Hóskvøldið 28. februar byrjar evangeliska møtirøðin »Hvat, Hvussu & Hví?« í Oasuni í Hoyvík (myndin), sum ungdómur í teimum trimum samkomunum Lívdin, Oasan og Filadelfia skipa fyri saman. Møtini byrja í kvøld og halda fram fríggjakvøldið og leygarkvøldið, øll kvøldini kl. 21. Í kvøld er evnið Hvat?, talari er Dánjal Petersen, fríggjakvøldið er evnið Hvussu?, talari er Tóri Slættalíð, og leygarkvøldið er evnið Hví?, talari er Hallur av Rana. Fyrireikararnir vænta nógv fólk til hesi møtir, har øll eru vælkomin. Økið í Vágsbotni hevur ligið soleiðis í meiri enn eitt ár, men nú fer nakað at henda