Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-28, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. februar 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 42 - 28. februar 2008 15 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur - Eg skilji sjálvandi felagið. Teir hava ikki møguleika at handla øðrvísi Dido, fyrrverandi venjari hjá Víkingi Joan Bláfoss rann seg til bronsu, tá hon fyri fyrstu ferð royndi seg í kappingí crossrenning Crossrenning Tíðndaskriv Leygardagin 23.februar var danmarksmeistaraheitið í crossrenning fyri kvinnur runnið í Bellahøj, K e y p m a n n a h a v n . Crossrenning er renning har runnið verður í landslagnum og ikki á vanligari rennibreyt. 8 kilometrar skuldu rennast, og tá ið avtornaði kom føroyska Joan Bláfoss inn á einum flottum triðja plássi í tíðini 30min11sek, einans 24 sekundir eftir vinnaran Ida Fallesen og 14 sekundir eftir Maria Sig Møller, báðar úr Århus. Sostatt kan ikki sigast annað enn at hørð kapping var ímillum tríggjar tær fremstu. Hetta var fyrstu ferð, at Joan stillaði upp til eina tílíka kapping. Hon hevur annars serliga gjørt um seg í triathlon tey seinastu árini. - Eg eri sera glað fyri at fáa heiðursmerkið í dag. Eg havi ongantíð stillað upp til eina tílíka kapping áður, og tí visti eg ikki, hvussu tað fór at verða. Eg kom tíverri ikki við í tí rætta bólkinum frá byrjanini, og hetta kom avgjørt at kosta mær nógva orku, tí eg skuldi arbeiða meg upp í feltinum. Hevði eg haft fleiri royndir so hevði eg helst lagt meg í fremsta bólkin frá byrjanini, sigur Joan við føroysku miðlarnar. Brasilski venjarin, sum ongan tíð slapp veruliga at royna seg, fer nú aftur til Brasil. Men ætlanin er avgjørt at koma aftur til Europa Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað, sum ætlandi skuldi verða ein spennandi roynd við fyrsta brasilska venjar- anum í føroyskum fótbólti, gjørdist til eitt kensluborið farvæl, tá Víkingur hevði stórfingna móttøku í gjár. - Eg eri keddur um, at tað ikki var møguligt hjá mær at fara veruliga í holt við arbeiði, sum eg skuldi gera. Men eg hevði ikki droymt um, at hetta fór at gerast ein trupulleiki. Og eg havi so ongan tíð áður upplivað, at pappírini hjá mær eru vrakað. - Men eg skilji sjálvandi felagið. Teir hava ikki møguleika at handla øðr- vísi, og nú fari eg so til Hollands, so eg kann fáa hesi formligu viðurskifti í rættlag. Hvat framtíðin hevur at bjóða, veit eg ikki. Fyribils fari eg aftur til Brasil, og við míni fortíð sum spælari og teimum sambondum, sum eg havi fingið gjøgnum árini, verður tað neyvan nakar trupulleiki at finna arbeiði har. Men eg ætli mær avgjørt aftur til Europa. Eg eigi tvey børn í Hollandi, og tað er ov langt at vitja, um eg eri í Brasil. Og hvør veit. Kanska verður tað í Føroyum, at aftur fari at virka, segði Dido, tá hann á móttøkuni beyð Víkingi farvæl. Dido fór frá Víkingi Á móttøkuni segði venjarin eisini spælarunum farvæl. Her er Dido saman við Kaj Ennigarð Mynd: Jonhard Hammer Bronsa í fyrstu royndini Helveg gevst á landsliðnum Eftir 108 lands­ dystir fyri Danmark boðar Thomas Helveg nú frá, at hann gevst á landsliðnum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hann hevur havt tríggj- ar ymiskar landsliðs- venjarar og á danska fótbóltslandsliðnum er tað bara Peter Schmei- chel, sum hevur spælt fleiri dystir enn Thomas Helveg. Men hetta er nú bert ein partur av donsku fótbóltshagtølunum. Í morgun boðaði Thomas Helveg nevnliga frá, at hann gevst á lands- liðnum. - Eg havi enn ambi- tiónir, men í vetur havi eg støðugt havt kensluna av, at løtan at gevast er tann rætta. Og eftir 14 ára haldi eg, at eg kann siga farvæl við góðari samvitsku, sigur Helveg á dbu.dk, har tíðindini vórðu borin í morgun. Tað vóru tey fæstu, sum veruliga høvdu varnast Helveg, tá italska Udinese í 1993 brádliga unga bakkin úr OB. Í Italia gjørdist hann tó alt fyri eitt stórt hitt. Og millum annað hevur hann verið italskur meistari við AC Milan. Nú er Helveg tó aftur at síggja í OB, og har spælir hann so eisini komandi várhálvuna, hóast hann hevur sagt landsliðnum farvæl. Í 1994 tók Richard Møller Nielsen í danska landsliðshópin. Síðani tá hevur hann í 14 ár spælt 108 landsdystir fyri Danmark Hóast ein bronsa í fyrstu royndini er framúr úrslit, so heldur Joan, at hon kundi gjørt tað enn betur, um hon hevði fingið røttu byrjanina í kappingini