Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-28, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. februar 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 [ Nr. 42 - 28. februar 2008 ] Bygdarhúsið í Leirvík var stúgvandi fult, tá nýggja Víkingur í gjárkvøldið hevði móttøku Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo myndir: Magni Høgnesen Tað var kanska sigandi fyri móttøkuna, at tað vóru Karla­ magnus Olsen úr Leirvík og Hallgrím Gregersen úr Gøtu, sum avdúkaðu nýggja búmerkið. Tá tosið um samanlegging av GÍ og LÍF tók seg upp, vóru teir báðir hart ímóti hesum, men nú rætta teir hvørjum øðrum hondina í einum lógvatakið fyri nýggja felagið. ­ Tá avgerðin er tikin, so nyttar einki at muta ímóti. Nú ræður um hjá okkum øllum at taka lógvatak saman um nýggja felagið, helt Hallgrím fyri, tá búmerkið varð avdúkað. Og skal metast eftir áhuganum, sum nýggja felagið hevur havt fyrstu mánaðirnar, so er einki at ivast í, at stuðulin er stórur. Til bæði aðal­ og eykaaðal­ fundir, sum máttu haldast, tá felagið skuldi í verðina, var sera stóra undirtøka frá limunum. Og eisini í gjárkvøldið komu hópur av fólki til móttøkuna. Eini 300 til 400 verður mett. Við hesum eru bæði navn, búni og búmerki komið í rættlag, so illa ber til at siga annað, enn at nevndin hevur arbeitt skjótt hesar fyrstu mánaðirnar. Og verða fetini móti føroysku fótbóltstindunum eins títt, sum nevndarfetini hava verið fyrstu tíðina, so er einki at ivast í, at víkingar aftur verða nakað, sum fólk óttast, tá teir verja borg ella fara út í heim at stríðast fyri síni søk. Tvær av gomlu kempunum í Leirvík og Gøtu, Karlamagnus Olsen og Hallgrím Gregersen, avdúkaðu nýggja búmerkið Millum 300 og 400 fólk vóru savnað í Bygdarhúsinum í Leirvík Nú búmerkið eisini er komið upp á pláss, eru nýggju búnarnir endaliga lidnir MÓTTØKA Í sambandi við at Frithleif Olsen, rakstrarleiðari av FJM Runavík, leggur frá sær, verður almenn móttøka fríggjadagin tann 00 00 29. februar 2008 kl. 15 - 17 í Sjókaféini í Runavík. Soleiðis sær nýggja búmerkið út. Tað er Bárður Mikkelsen, sum hevur sniðgivið Soleiðis síggja víkingarnir út Sparikassin stuðlar Ægir Svimjifelagið Ægir og Norðoya Sparikassi hava gjørt avtalu um, at Norðoya Sparikassi verður høvuðsstuðul hjá Ægir næstu tvey árini. Stuðulsavtalan inniber, at Norðoya Sparikassi verður sjónligur á øllum búnum og í øllum kappingum hjá Ægir hesi árini. Ægir, sum hevur meira enn eina fjórðingsøld á baki, hevur um 150 virknar limir, har tann elsti teirra er 15 ár. Ægir leggur stóran dent á at leggja eitt gott grundarlag við ungum svimjarum, og síðani halda teimum til. Hetta verður millum annað gjørt við at hava ein svimjiskúla fyri tey heilt smáu, har tey læra tey heilt grundleggjandi tingini innan svimjing VÍF-Kyndil í kvøld Eftir skránni skuldi dysturin millum kvinnurnar hjá VÍF og Kyndli spælast í gjárkvøldið. Dysturin varð tó útsettur, og verður hann ístaðin spældur í kvøld klokkan 20.15. VÍF hevur framvegis fýra stig upp til StÍF, og skal nøkur vón vera um at bjarga tilveruni í Sunset­deildini, er treytaleysa kravið ein sigur, nú Kyndil vitjar.