Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-28, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. februar 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 42 - 28. februar 2008 tíðindi Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Bjarni Olsen, timburmeistari, ættaður av Vál­in­ um í Vestmanna, búsitandi á Argjum, andaðist á Landssjúkrahúsinum sunnudagin, 73 ára gamal­. Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju hósdagin kl­. 13. Tey ið ynskja at minnast Bjarna, kunna l­ata krabbameinsfel­agnum eina gávu, konta í pen­ ingastovnunum. Edith Dahl í Havn andaðist mánadagin 93 ára gomul­. Andlát og jarðarferðir Tøkk Hjartaliga tøkk fyri sýnda samkenslu, tá góði pápi okkara Nikael Thomsen andaðist og fór til jarðar. Tøkk fyri blómur, kransar og gávur til Hoyvíkar kirkju. Eina tøkk til B7 fyri góða røkt hansara seinastu tíð, til prestarnar Hera Joensen og Sverra Steinhólm, og til Óla Jacobsen fyri vøkur minningarorð. Tøkk øll, sum vitjaðu, sum hjálptu til og øll, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Fyri tey avvarðandi Súsanna, Anna, Sølva og Ólavur Kunngjørt verður fyri ætt og vinum,at okkara góða mamma, vermamma, omma og langomma Edith Dahl Tórshavn andaðist mánadagin 25. februar, 93 ára gomul. Kistan fer úr Landssjúkrahúskapellinum fríggjakvøldið kl. 18. Jarðarferðin verður leygardagin kl. 13 úr Havnar kirkju. Familjunnar vegna Heri, Hans Eli, Karla, Gisleyg og Katrin Tey, ið ynskja at senda blómur ella krans, kunnu ístaðin lata KFUK eina gávu. Konta í peningastovnunum. Maigunn (við sveinabrævinum) saman við Ann Margit Davidsen, kondittarameistara, og Sveini Thomasen stjóra á bakarínum Grón Prógv sum kondittari Maigunn Nattestad í Miðvági hevur staðið royndina sum kondittari á Ringsted Tekniske Skol­e, og 15. februar fekk hon handað sveinabrævi á bakarínum Grón í Havn. Mánadagin 25. februar fingu 6 maskinistar handað prógv á Vinnuháskúl­anum í Havn. Teir eru: Bjartur í Lágabø, Dávur Berg, Eyðstein í Lágabø, Helgi Eysturberg, Júst Svínoy og John Nielsen (vantar á myndini). Mynd: Ólavur Frederiksen Seks maskinistar fingið prógv Lesið Sosialin - so eru tit við -har tað hendir