hósdagur 28. februar 2008síða 40
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 42 - 28. februar 2008
Tónleikur
- Tað nyttar einki
at oysa milliónir í
tónleikaátøk í londum
sum Onglandi ella
USA, ið longu eru á
tremur við tónlistar-
ligari vøru. Tú
mást byrja á einum
marknaða, ið hevur
pláss, og síðani arbeiða
teg víðari harfrá,
sigur Christian Hald
Buhl, ið 3. mai hevur
stórt showcase fyri
føroyskan tónleik í
Brussel, Belgia, kallað
Atlantic Soundscapes
Christian Hald Buhl er tónleika
elskari. Hann er dani men er
uppvaksin í Brussel. Sum ungur
var hann rokktónleikari og
manageari fyri ungar rokkbólkar.
Í dag hevur hann eina masters í
Business Administration, arbeiðir
á donsku sendistovuni í Brussel
ígjøgnum fyritøkuna hjá sær The
Rocking Factory og er íverksetari
og fyriskipari av sýnisglugga
tiltøkum í londum sum Frak
landi, Hollandi, Belgia, Týsk
landi, Sveits, Eysturríki og
Luxemburg.
Hjartamálið hjá honum er at
promovera nordiskan tónleik. Í
hesum døgum er tað tónleikur úr
Føroyum, sum er ovast á lista
num. 25 føroysk tónleikanøvn
eru av einari dómsnevnd kókað
niður í fýra bólkar, ið skulu
luttaka á Atlantic Soundscapes í
mai. Teir eru Orca, Budam,
Gestir og Boys in a Band.
Norðurlendskt er sterkt
Christian kom í samband við
føroyskan tónleik fyri nøkrum
árum síðani, tá føroyska og
danska sendistovan í Belgia enn
vóru í sama húsi. Hann ásannaði
skjótt, at tað er eitt sterkt brand
at vísa á, tá tónleikur er
norðurlendskur.
Eg trúgvi, at ein av orsøku
num til, at norðurlendskt er eitt
so sterkt brand, er, at tónleikurin
er bersøgin og erligur. Tað, at
landið er so lítið, ger, at ein
hevur lættari við at hugsa, at »vit
koma ongantíð út alíkavæl«.
Hetta elvir til, at bólkar tora
nógv betri at gera egnan tónleik,
sum hevur eitt serligt ljóð. Tað er
hesa erligheitina og hetta ljóðið,
ið eg vil bera fram til Atlantic
Soundscapes, greiðir Christian
frá.
Í løtuni er »Iceland on the
Edge« á skránni í Belgia, har upp
til 30 íslendskir bólkar fara at
framføra teir tveir næstu
mánaðarnar við høvuðsnøvnum
sum Ólafur Arnalds og Múm.
Umframt tónleik verður eisini
onnur íslendsk list og bókmentir
víst fram, og í mai mánaða eru
Føroyar í sjóneykuni.
Samstarv í allar ættir
Christian kom á G! Festival í
fjør, har hann fekk mest sum all
an tann tónleikin presenteraðan,
ið hann arbeiðir víðari við nú.
G! gjørdist ein platformur til
Atlantic Soundscapes. Eg kom
ígjøgnum G! í samstarv við
Norðurlandahúsið, Samvit og
uttanlandaráðið. Kristian Blak
hjálpir eisini nógv til, hóast
TUTL offisielt ikki er við i
hesari verkætlanini. Í samstarv
við Tutl er ein onnur verkætlan í
gongd, Tutl Touring, sum tekur
støði í at uppbyggja fjeppara
basar fyri føroyskar bólkar í
ellivu ymsum londum,
harímillum eisini á Benelux
marknaðinum. Hetta skal gerast
ígjøgnum konsertferðir og
distribuering av fløgum, sigur
hann.
Týdningarmikil fólk til
týdningarmikla vinnu
Sambært Christiani hendir tað ov
lætt, at onnur lond taka okkara
nøvn. Tí mugu vit skapa eina
álvarsama tónleikavinnu í
Føroyum, sum ger, at tað, ið
verður skapt her, kann koma
aftur til okkum. At tann vøran, ið
spírir í okkara landi, blívur við at
vera úr Føroyum og ikki endar í
Danmark, Íslandi ella aðrastaðni.
Fyri at kunna menna føroyska
tónleikamarknaðin upp á hetta
støði, mugu vit gera eitt gott
tiltak í einum umhvørvi, sum
hevur áhuga. Saman við fólki, ið
veit, hvat tað snýr seg um.
Bólkarnir, ið skulu framføra á
Atlantic Soundscapes, eru valdir
út av týdningarmiklum fólki í
belgisku tónleikavinnuni.
Dómsnevndin stendur av
Føroyski tónleikamarkn
– Hetta fer heilt sikkurt at hava positiva
ávirkan á Føroyar sum heild, tí tað
kemur fokus á land og mentan, sigur
Christian Hald Buhl, fyriskipari av
føroyska sýnisglugga tiltakinum Atlantic
Soundscapes, sum verður í Belgia í mai