hósdagur 28. februar 2008síða 41
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 42 - 28. februar 2008
41
Dave Gahan
Heiti: Hourglass - Remixes
Útgávudagur: 11 mars
Plátufelag: Mute Records
Stutt um: Í oktober í fjør gav
Depeche Mode røddin, Dave
Gahan, sína aðru solofløgu,
»Hourglass«, út. Men fjepp-
arar nýtast ikki at bíða leingi
til hansara triðju útgávu, tí
longu um góðar tvær vikur
kemur eitt savn av remiksum
av »Hourglass« út. Savnið
verður útgivið sum vinyl við
einari ókeypis fløgu afturat.
Remiksing av løgunum er
gjørd av m.a Digitalism,
Booka Shade, Sebastian
Leger og Kap10Kurt.
Harumframt eru trý bonus-
løg, ið bara koma út við
fløguni.
Á heimasíðuni
davegahanofficial.com
stendur, at remiks-savnið
bara kemur út í USA
ígjøgnum ThinkIndie.com,
men tað er vert at fylgja við
á amazon.com og iTunes, um
hon skuldi komið til sølu har
eisini.
Web: myspace.com/
davegahanofficial
Mínus
Heiti: Great Northern
Whalekill
Útgávudagur: 3. mars
Plátufelag: Smekkleysa/One
Little Indian
Stutt um: Fjórða studio-
fløgan hjá íslendska hard-
core rokkbólkinum Mínus
kemur út aftaná vikuskiftið.
Bólkurin hevur longu fingið
ógvuliga positiv ummæli í
fleiri tíðarritum, og vónirnar
annars fyri komandi fløguni
eru høgar.
Fløgan sigst at vera enn eitt
meistaraverk afturat hinum
trimum útgávunum hjá
Mínus. Við »Great Northern
Whalekill« sigst bólkurin
eisini prógvað, at hann er
nógv meira enn bara larmur;
at sangskriving eisini kann
gerast væl og gjøgnumført
men tó lurtaravinarligt við
hørðum rokki.
Fyrsta staklagið hjá Mínus av
»Great Northern Whalekill«
eitur Throwaway Angel og
kann hoyrast á myspace
profilinum hjá bólkinum.
Web: myspace.com/minus
Simian Mobile Disco
Heiti: Clock EP
Útgávudagur: 3. mars
Plátufelag: Wichita
Recordings
Stutt um: Elektroduoin, ið
fyrst bara æt Simian við
electro-punki á dagsskránni,
fekk í 2005 sítt fulla heiti,
Simian Mobile Disco, og
rætta ráða, psykadeliska
elektroljóðið við løgum sum
»Hustler«, »It’s the Beat«, og
»Tits and Acid«. Øll útgivin á
debut fløguni hjá bólkinum
»Attack Decay Sustain
Release«, ið kom út í fjør.
Nógvar aðrar útgávur eru
komnar frá bólkinum í
líkinum av EP, stakfløgu,
miks-savnum osfr. Um stutta
tíð kemur so nýggja EP’in,
»Clock« út, ið inniheldur fýra
spildurnýggj løg. Løgini eru
øll instrumental og vera at
fáa til keyps á iTunes eftir
útgávudagin.
Web: myspace.com/
simianmobiledisco
Nick Cave and the Bad
Seeds
Heiti: Dig, Lazarus, Dig!!!
Útgávudagur: 3. mars
Plátufelag: Mute Records/
Emi Music
Stutt um: So er hon her
næstan; fjúrtanda
studioútgávan hjá Nick Cave
and the Bad Seeds. Nick Cave
var seinast úti við uml eitt
ára gomlu kjallararokk
verkætlanini Grinderman,
men hevur nú tikið sær tíð at
lata seg aftur í klædningin,
trimma sær skeggið og koyra
stílin við ringa fræðinum á
útgávuni Dig, Lazarus, Dig!!!
Staklagið við sama heiti vísir
heilt klárt, at talan er um
Cave-rokk, sum mann kennir
hann, og leggur upp til eina
útgávu, ið uttan iva verður
tráðspæld í mongum
fløguspælarum nakrar
mánaðar framyvir. Hvussu
restin av tónleikinum
rundanum staklagið so
veruliga verður, vil tíðin bert
vísa. Tað er í øllum førum
spennandi, sjálvandi, tá tað
er Nick Cave.
Keyp fløguna á iTunes
Web: myspace.com/
nickcaveandthebadseeds
Van Morrison
Heiti: Keep it Simple
Útgávudagur: 11. mars
Plátufelag: Lost Highway
Records
Stutt um: Fyrsta nýggja
tilfarið frá Van Morrison
síðani 2005 kemur nú út á
hillarnar um góðar tvær
vikur. Útgávan verður ein
varierandi samanseting av
tonleikastílum, ið hann hevur
spælt við gjøgnum síðstu
fimm áratíggjuni. Í mun til
stóru kompositiónirnar, ið
plaga at seta dám á
útgávurnar hjá Van Morrison,
er hendan einfaldari við
vøkrum, kenslubornum
løgum, útsett við gittara,
harmoniku og tekstum á
singer/songwriter støði.
Útgávan er søgd at vera ein
tann mest beinrakna
staðfestingin, Van Morrison
hevur givið frá sær, har hann
tekur saman um alla sína
karrieru og púra erliga
leggur kortini á borðið.
Keyp fløguna á recordstore.
co.uk
Web: vanmorrison.com
Simon and Garfunkel
Heiti: Live 1969
Útgávudagur: 11. mars
Plátufelag: Columbia/
Legacy Records
Stutt um: Í november 1969
vóru Paul Simon og Art
Garfunkel á síni seinastu
konsertferð, áðrenn ósemja
stakk seg upp, og duoin
syndraðist. Hendan síðsta
konsertferðin skuldi gevast
út á fløgu longu tá sum ein
uppfylgjari av síðstu
studiofløguni hjá teimum,
»Bridge Over Troubled
Water«, sum kom út í 1970.
Men verkætlanin varð
ongantíð fullfíggjað fyrr enn
nú, 37 ár seinni. Fløgan
inniheldur live útgávur av
løgum frá »Bridge«, umframt
aðrar klassikarar sum
»Homeward Bound«, »The
Boxer«, »Mrs. Robinson« og
»The Sound of Silence«.
Fløgan verður fyrst útgivin
ígjøgnum kaffiketuna
Starbucks men kemur síðani
á vanligu fløguhillarnar
innan stutta tíð. Gev gætur,
at fløguhúsin ikki er
almennur enn, og tí er
pressumynd av Simon og
Garfunkel brúkt her ístaðin.
Keyp fløguna á amazon.com
Lagt til rættis:
Sunneva H. Eysturstein
post@sosialurin.fo
Komandi fløgur
tveimum bookarum á stórum
spælistøðum í Belgia og seks
tíðindafólkum frá m.a einum
blaði, sum er á støði við Gaffa,
einari útvarpsstøð sum P3 og
einari netsíðu á støði við
soundvenue.co.uk, sum eitur
soundslike.bay, sigur Christian.
- Á marknaðum sum t.d í
Onglandi og Amerika og á
gigantiskum tiltøkum sum t.d
Popcom, Midem og Eurosonic er
yvirflóð av bæði tónleikarum og
vinnufólki. Tað er øgiliga nógv
vøra, sum verður bjóðað fram
har, og í mun til vøruna eru tað
lutvíst fáir keyparar. Tí satsa vit
uppá Belgia júst nú. Landið er
minni, men hevur alíkavæl ein
aktivan marknaða. Tað er ikki
fult av ráðvøru, og har er lættari
at koma fram í løtuni, at blíva
sæddur.
- Her kanst tú uppbyggja tær
eitt netverk og ein kapital burtur-
úr fløgusølu og framførslum,
sum gevur tær resursir til at
leypa víðari til tey stóru londini
og tiltøkini. Tað nyttar einki
beinanvegin at oysa fleiri
milliónir í eitt tiltak í t.d London,
um bara tríggir persónar leggja
merki til tað. Hesir persónarnir
fáa 20 onnur tilboð hvønn tann
einasta dag. Møguleikin fyri at
koma ígjøgnum har er ógvuliga
minimalur, t.d í mun til á
Benelux marknaðinum.
Innflutningur eitt lyklaorð
- Ein annar fyrimunur við Belgia
er mongdin av vøru, ið verður
innflutt. Í londum sum Danmark
og Onglandi keypir fólkið uml
50/50 prosent av útlendskari
vøru og av egnari vøru. Belgia
importerar nógv meira enn tað.
Har keypir fólkið heili 85 prosent
av útlendskari vøru og 15 prosent
av egnari. Eftirspurningurin eftir
útlendskum er tískil nógv størri,
sum avgjørt er ein fyrimunur, tá
m.a føroyskur tónleikur skal
flytast inn í landið.
Ávirkan við ágóða
Uml 40 av teimum røttu fólku-
num (musikjournalistar, plátu-
feløg, bookarar, promotarar og
management) úr teimum sjey
londunum, sum Christian
samstarvar við, verða boðin til
Atlantic Soundscape. Umframt
hesi 40 fólkini, tónleikararnar og
fyriskipararnar sjálvar, verða uml
200 atgongumerki seld. Alt í alt
fara umleið 300 fólk at hoyra
Orca, Budam, Gestir og Boys in
a Band framføra tann 3. mai í
Brussel.
- Hetta fer heilt sikkurt at hava
positiva ávirkan á Føroyar sum
heild, tí tað kemur fokus á land
og mentan. Enntá ferðavinnan
kann styrkjast munandi. Hetta er
ein góð byrjan, sum er lutvíst løtt
og bílig og kann hava kollosalar
bivirkningar á tónleikamenning-
ina fyri Føroyar framyvir. Men
hetta er nú eisini bara byrjanin.
Gongur alt sum ætlað, fara vit
við hesum at kunna byggja ein
kapital upp, sum gevur okkum
møguleika at at taka kampin upp
við stóru londini seinni.
- Vit eru longu á góðari leið,
og innan stutta tíð fara vita at
hava eina seriøsa tónleikavinnu í
Føroyum. Hendan vinnan fer at
kunna arbeiða miðvíst við at reka
tónlistarligu góðskuna, ið kemur
frá landinum til ágóða fyri bæði
landið sjálvt og viðkomandi
tónlistarfólk.
naðurin styrkjast