Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-28, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. februar 2008síða 42

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Nr. 42 - 28. februar 2008 Ummæli ★★★★★✩ Tutl/Gateway Music Fyrst í oktober 2007 kom sjálv­ nevnda debutfløgan hjá føroysk/ danska/sveitsiska bólkinum Val­ ravn út. Manningin telur fýra persónar; danarnar Martin See­ berg (eisini kendur úr danska eksperimenterandi fólkarokk­ bólkinum Sorten Muld) og Søren Hammerlund, Juan Pino úr Sveits og føroysku songkvinnuna Annu Katrin Egilstrøð. Flottur fólkatónleikur Eg skilji væl, at tey eru instillað til tríggjar Danish Music Awards Folk virðirslønir. Hetta er norður­ lendskur fólkatónleikur uppá sítt besta. Eg vil fara so langt at siga, at Valravn er eitt tað feitasta, eg havi hoyrt av norðurlendskum fólkatónleiki seinastu árini afturat m.a Eivør og donsku Afenginn. Tónleikurin er væl skrivaður og væl spældur við bert heilt smáum lutum at fýlast á. T.d at í støðum manglar greiðari bygnað­ ur í løgunum. Sum heild er lagskrivingin tó væl frágingin, og útsetingarnar av flestu tøkuløgu­ num eru flottar. Eksperimenterandi og hugtakandi Tónleikurin er fullur av spenn­ andi ljóðførum. Sovorðnum eksotiskum (harav eg slett ikki veit, hvat helvtin er!) sum Jødaharpu, Hurdy Gurdy, Didjeridoo, Mandolin, Davul, Kalimba, Sansula, Cajon og náttúru percussions, sveipað í feitar, elektroniskar effektir, sum gera ljóðmyndina stóra, eksperi­ menterandi og hugtakandi. Tónleikurin reikar allatíðina um fantastisku røddina hjá Annu Katrin, hvørs tekniski íblástur frá Bjørk og Eivør avgjørt ikki verður duldur, men ei heldur er at forsmáa. Hon svingar millum opera, hvís, tesk, skrál, róp, rist, sug og alt í senn, og ger tað knasandi væl. Hon etur orðini, meðan hon skøvar donsku úttal­ una yvir í rátt føroyskt og íslendskt. Og tá tekstirnir eru á føroyskum og íslendskum, ljóðar tað enn feitari. Ógvusligt og vakurt. Ov nógv í støðum Tíverri gerst tað í so tilgjørt í onkrum løgum. Kann nevna »Ólavur Riddararós«, har so nógv verður gjørt av við at fresa og yvirgera úttalu, at tað fer frá at vera áhugavert og feitt til at verða irriterandi. Tað steðgar tó ikki heildini í at vera feita, men kundi givið eina eyka stjørnu, um tað varð ansað eftir hesum. Hugtakandi óansæð Ikki heilt uttan orsøk hoyrist Sorten Muld nógv aftur í ljóði og arrangementi. Tað er sum sagt eingin ivi í, hvar íblásturin annars er frá, men harafturat er tónleikurin hjá Valravn eisini totalt egin. Tað er ein fjølbroytt samanseting av ymsum stílum, heilt frá siðbundnum fólkaløgum til etniskar ljóðmyndir til elektroniskar samplingar og effektir. Ein frekur og forførandi leikur, tú verður førdur ígjøg­ num, til etniskar heimar í svakligum, søgusigandi krígshuglagi. Valravn eru hervið viðmæld øllum at leggja oyra til. Tón­ leikurin má upplivast, óansæð um ein elskar ella hatar stílin. _____________________________ Hoyr tónleikin og/ella tak niður trý løg av fløguni á myspace.com/ valravn Keyp fløguna hjá Tutl ella digitalt frá iTunes _____________________________ Tónleikur Ummæli ★★★★✩✩ Bókadeild Føroya Lærarafelags Við landaplágunum »Slikk Sjúk«, »Lort í Býin«, »Púra Vekk«, »Eg eri sum eg eri« og »Strok­sangurin« er Lort í Býin uttan iva vorðið best umtókta barna konseptið, vit hava sæð í longri tíð nú. Og tað gleðir meg. Vit hava nevniliga mangul á uppdateraðum tilfari til børn, sum kann menna og læra á ein virðiligan hátt. Uttan at útnytta barnanna naivu loynivitsku við tilvitaðari reklamering av stuðlum og líknandi. Virðiligt input Tað hevur nevniliga stóran týdning, at tilfarið, ið verður borðreitt fyri børnum er gott. At tað er tilfar, sum hevur ein positivan og læruríkan boðskap og er gjøgnumført í konsepti. At mann sum vaksin vísir børnum virðing og gevur teimum ordiligt input ígjøgnum upalingina. Tí tað er har okkara skynsemi byrjar at útviklast – í barnaárnunum – og skulu vit gerast skynsom vaksin, mugu vit sum børn fáa góðsku borðreidda. Lort í Býin er ordiligt input. Tað eru vaksin, sum eftir mínum tykki megnað at gera barnatilfar, ið kann hava positiva ávirkan á uppvøkstur hjá børnum. Ikki bara tí at tað er innihaldsríkt og vigar tungt á góðskuskálini. Vøran sjálv er eisini somikið væl framleidd og gjøgnumførd, at eg trúgvi, at hon kann virka til at geva børnum betri innlit og betri sans fyri góðsku, tá tey so smátt gerast vaksin. Einki nýtt at bera Eitt er so tað, at vøran er á høgum støði. Nakað heilt annað er, at tónleikurin er øgiliga hoyrdur og typiskur. Arrange­ ment, kórrøddir og programm­ eringar hava avgjørt ikki nakað nýtt at bera og sjálvur tónleikurin er lítið áhugaverdur. Men hevur tað nakað at siga, um mær dámar ljóðið ella ikki? Fløgan skal ikki bróta míni mørk og listarliga provokera meg. Fløgan skal virka sum undirhald og vegleiðing til børn. Og tað ger hon til eitt UG. Møtast á miðjuni So hvat skal eg geva henni? Hvønn karakter hevur hon uppiborið? Vanligt hevði klishe­ arrangement og óoriginalitetur hálað minst tvær ella tríggjar stjørnur niður. Men kann tað hála niður á einari barnafløgu, sum slett ikki er gjørd til mín? Ja og nei. Hetta konseptið umboðar nakað heilt annað enn tað tónlistarliga, ið eg plagi at taka støði í, tá eg ummæli, men á hinari síðuni er tað eisini eg, sum nú skal siga mína meining. Og tað er tí eg velji at lata úrslitið møtast á miðjuni og gevi Lort í Býin fýra stjørnur. _____________________________ Ringitónar av Lort í Býin og Strok- sanginum kunnu heintast niður av heimasíðuni strok.net Fløgan fæst til keyps kring landið. _____________________________ Valravn Lort í býin Barnaverkætlanin Lort í Býin er so smátt farin at eiga nógvar landaplágur, harímillum »Slikk Sjúk«, »Lort í Býin« og »Púra Vekk«, ið nú eisini eru útgivnar á sjálvnevndari fløgu. Her sæst plakatin, sum liggur inni í húsanum, fløgan er í Føroysk/dansk/sveitsiski bólkurin Valravn er innstillaður til tríggjar Danish Music Awards Folk virðislønir við sjálvnevndu fløguni, sum kom út seint í 2007 Sosialurin fer framyvir at skriva meiri um tónleik. Hvønn hósdag fer Sunneva Háberg Eysturstein, sum er ein av Føroya bestu og mest beinraknu tónleikaummælarum, at ummæla nýggjar fløguútgávur og javnan gera samrøður við tónleikabólkar ella einstaklingar.