hósdagur 28. februar 2008síða 43
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 42 - 28. februar 2008
43
Lagt til rættis:
Sunneva H. Eysturstein
post@sosialurin.fo
Tónleikur, ið verður framleiddur
her á klettunum, er ómetaliga
nógvur í tali. M.a plátufelagið
Tutl hevur eina ógvuliga
umfatandi vøruskrá, við góðari
vøru enntá, sum bara tykist
liggja í stað og ongastaðni fara.
Men nú eru aðrir bollar komnir á
suppuna, og arbeiðið við at fáa
vøruna útflutta er loksins
veruliga komið í gongd
Plátufelagið Tutl við Kristiani
Blak á odda er farið undir eitt
spildurnýtt átak í samstarv við
Christian Hald Buhl frá The
Rocking Factory. Átakið kallast
Tutl Touring og skal virka fyri at
útflyta so nógvan føroyskan
tónleik sum gjørligt – alt eftir,
hvørja avtalu teir bólkar og
einstaklingar, ið eru útgivnir av
Tutl, vilja skriva undir uppá.
Umfatandi samstarv
Tutl og The Rocking Factory
hava sett seg í samband við book
ing umboðsstovur í ellivu ymsum
londum. Í Danmark er longu
landsdekkandi distribusjóns
avtala gjørd, og har verður nú
arbeitt við at fáa booking avtalu í
lag. Umboðsstovur í Belgia,
Eysturríki, Svøríki og Týsklandi
bíða bara eftir at sleppa at skriva
undir sáttmála, og so er bert eftir
hjá Tutl Touring at fáa samstarv í
lag í Hollandi, Luxemburg, Frak
landi, Sveits, Noregi og Finn
landi.
Avtalur eftir áhuga
Uml 30 føroyskir bólkar og
einstaklingar hava fingið bjóðað
sáttmála við Tutl Touring.
Sáttmálin inniber fyrst og fremst
konsertferðir og distribusjón av
fløgum í teimum útvaldu londu
num, men er eisini varierandi alt
eftir, hvat viðkomandi bólkur ella
einstaklingur ynskir at fáa burtur
úr. Fleiri av teimum hava longu
undirskrivað sáttmálan, harímill
um gittarsnillingurin Rasmus
Rasmussen.
Mín tónleikur er instrumental
ur, og tað setur nøkur krøv til
umstøðurnar, hann verður fram
førdur í. Eg má hava tíð at fyri
reika meg, tí eg vil fegin hava
tónleikarar afturat mær. So eg
kann ikki bara leypa avstað, tá
telefonin ringir. Mín avtala við
Tutl Touring hevur tískil onkrar
avmarkingar, men vit tosaðu um
alt hetta, áðrenn eg skrivaði
undir, so eg veit, at Christian
Buhl tekur hædd fyri mínum
ynskjum, tá hann fer at leggja til
rættis tiltøk fyri meg, sigur
Rasmus.
Meira enn bert framførslur
Tónleikurin hjá mær er rættiliga
filmiskur, og hetta helt Christian
Buhl vera áhugavert at gera okk
urt burturúr. Hann fer umframt
booking og distribusjóns arbeiðið
at arbeiða við at fáa samband við
útgevara fyritøkur fyri at kanna
møguleikarnar fyri at selja mín
tónleik til filmar. Tað hevði verið
ein dreymur, tí so hevði tónleik
urin ikki bara verið brúktur, men
so kundi eg eisini havt eina
inntøku av honum, greiðir Ras
mus frá.
Ongar væntingar
Rasmus væntar einki ávíst av
hesum átakinum, tí tað er ikki til
at vita, hvussu aftursvarið verður
frá umboðsstovum og útgávufe
løgum. Hann heldur, at átakið er
eitt ógvuliga gott initiativ, men
fyri tað um Christian Buhl er við
uppá hetta og sær potentiali í
tónleikinum herfrá, merkir tað
ikki, at onnur gera tað.
Christian heldur kanska, at
hann hevur funnið eitt gullkorn
her í Føroyum, sum eingin kennir
enn, men í síðsta enda eru tað
tey, ið hann søkir samstarv við,
sum hava síðsta orðið. Um ikki
annað er hetta eitt gott initiativ.
Maðurin virkar klókur og enga
geraður, og longu nú sæst úrslit
av arbeiðinum hjá honum fyri
føroyskan tónleik. Eitt nú
sýnisglugga tiltakið, Atlantic
Soundscapes, sum hann skipar
fyri í Belgia.
Tíðin skal nokk vísa, hvussu
hetta átakið fer at útvikla seg.
Tað er gott fyri Tutl at fáa tón
leikin út. Øll slík samstørv
kunnu hava týdning. Tað er nokk
av tónleiki her, tað síggja vit,
men hann manglar bara at koma
út, og tað kann hann eitt nú
ígjøgnum eitt átak sum Tutl
Touring, leggur Rasmus afturat.
Avmarkaða avtalu
uttan bindingar
Bólkurin 200 er eisini partur av
tónleikanøvnunum, ið hevur
undirskrivað sáttmála við Tutl
Touring.
Vit hava longu avtalu um
booking og distrubusjón í
norðurlondunum. Skulu m.a á
konsertferð nú í Danmark, sum
er komin í lag ígjøgnum DKB
Motor. Tað, sum vit satsa uppá
við Tutl Touring, er serliga
Benelux marknaðurin og
Týskland, sigur Mikael Blak,
bassleikari í 200.
Vónin er altíð um at spæla á
feitum spælistøðum og festi
valum. Tað eru onkrir festivalar,
ið vit hava hugsað nógv um at
sloppi á. Kanska serliga í
Hollandi og Týsklandi, sum hava
ein breiðan punkmarknaða, m.a
Punk am Ring, sum hevði verið
upplagt fyri okkum. Óansæð hvat
Tutl Touring ger fyri okkum, fer
tað ikki at órógva nakrar aðrar
ætlanir, sum vit hava. Vit kunnu
altíð taka av, um onkur setur seg
beinleiðis í samband við okkum
um at spæla onkrastaðni. Og tað
er eisini ein góður partur av avtal
uni við Tutl Touring, tí hon er
ikki bindandi, men skal bara
virka fyri at promovera okkum,
greiðir Mikael frá.
Reinur vinningur
Mikael er glaður fyri, at Tutl er
farið undir eitt slíkt átak, tí tað
gevur føroyskum tónleiki
møguleika at sleppa út har, sum
hann annars ikki hevði farið.
Hetta er eitt gott átak, tí tað
kann fáa føroyskan tónleik enn
meira út um landoddarnar. Vit
kunnu við hesari avtaluni fáa
møguleika at sleppa út har, sum
vit annars ikki eru nakað sum
helst, púra uttan at gera nakran
innsats og uttan at missa nakað.
Vit kunnu í grundini bara vinna
uppá hetta.
Vísir onkur seg at hava
áhuga, eru vit heilt sikkurt við
uppá tað, tí tað er altíð stuttligt at
sleppa at framføra. Eitthvørt gigg
er gott; í øllum førum betri enn
einki. Og tað verða uttan iva gigg
í tí góða endanum, sum Tutl og
The Rocking Factory fara at
finna okkum, sigur Mikael.
Eksponering sett í verk
Umframt Rasmus Rasmussen og
200 hava Marius, Budam, Knút
H. Eysturstein, Petur Pólson,
Guðrið Hansdóttir, Yggdrasil og
Kvonn undirskrivað sáttmála við
Tutl Touring, øll við hvør sínum
ynskjum og krøvum.
Nøkur skrivaðu undir
beinanvegin, men øll eru positiv,
og vit vænta at fáa avtalur við
fleiri av teimum føroysku
tónleikanøvnunum í skjáttuna
komandi tíðina, sigur Kristian
Blak, dagligur leiðari hjá Tutl.
Eg eri ógvuliga glaður fyri
samstarvið við The Rocking
Factory um Tutl Touring og síggi
eina spennandi útvikling í hesum
átaki. Tað er fantastiskt at fáa
slíka hjálp frá persónum, sum
bara brenna fyri tí og vilja gera
nakað fyri tónleikin herfrá.
Gongur sum ætlað, fer føroyskur
tónleikur at fáa regluliga
eksponering í útlondunum. Hetta
er eitt ynski, sum vit hava arbeitt
við í mong ár, og sum loksins
verður sett í verk. Tað er ótrúliga
gott at fáa ferð á hetta, tí annars
liggur tónleikurin bara fjaldur og
fer mest sum ongan veg. Men tað
er fortíð nú, og framyvir verður
tað bara betri.
Tutl Touring:
Ferð komin á tónleikaútflyting
- Vit kunnu við hesari avtaluni fáa møguleika at sleppa út
har, sum vit annars ikki eru nakað sum helst, púra uttan
at gera nakran innsats og uttan at missa nakað, sigur
Mikael Blak, bassleikari í 200, sum hava skrivað undir
sáttmála við Tutl Touring
Mynd: Ditte M. Joensen
Rasmus Ras-
mussen er eisini
ein av teimum,
ið hevur skrivað
undir sáttmála
við Tutl Touring.
- Tað er nokk av
tónleiki her, tað
síggja vit, men
hann manglar
bara at koma út,
og tað kann hann
eitt nú ígjøgnum
eitt átak sum
Tutl Touring,
sigur Rasmus.