Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-28, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. februar 2008síða 28

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 42 - 28. februar 2008 Undan valinum her í Føroyum kom fram, at tað eru færri og færri »arbeiðarar« sum stilla upp og verða valdir. Tað sama er eisini galdandi í Danmark, har tað mest eru fólk við hægru útbúgving, sum koma fram at HUGLEIÐING Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Á ferð í Danmark fyrst í februar hitti eg kortini ein av teimum fáu donsku arbeiðarunum, sum eru limir í fólkatingunum. Hetta er Ole Vagn Christen­ sen úr Socialdemokraterne. Vit hittust fyrstu ferð í 1993, tá hann var í Føroyum saman við búskaparligu/pol­ itisku nevndini hjá fólka­ tinginum. Hetta var, tá ið kreppan var uppá tað ring­ asta. Síðan tá hevur hann verið fleiri ferðir í Føroyum. Hetta saman við okkara kennskapi hevur givið hon­ um eitt hampiliga gott innlit í føroysk viðurskifti. Hóast Ole Vagn er arbeið­ ari sigur hann, at vit ynskja jú øll at geva okkara børn­ um eina útbúgving. At hetta er møguligt kann kanska sig­ ast at vera eitt av úrslitunum av javnaðarpolitikki gjøgn­ um nógv ár. Serliga Nyrup Rasmussen legði dent á, at útbúgving var vegurin út úr teirri kreppu, sum eisini Danmark hevur verið í. Uppruna í arbeiðararørsluni Ole Vagn hevur sum nakar sín uppruna í arbeiðararørsl­ uni. Hann er føddur 28. mai 1943 og verður tískil skjótt 65 ár. Pápin Poul var ketil­ passari. Tey búðu á Thisted leiðini, ikki langt frá Hanst­ holm. Pápin var politiskt og fakliga virkin, og hetta ávirkaði eisini tann lítla Ole Vagn. Hann fekk sína vanlig skúlagongd, men lærdi eisini tíðliga at arbeiða. Longu sum 10 ára gamal fór hann at arbeiða sum ørindadrong­ ur. Í 1959 fór hann í slaktara­ læru, og hetta gjørdist hans­ ara lívsstarv. Samstundis gjørdist hann virkin í ung­ mannafelagnum hjá javnaðar­ flokkinum, DSU, har hann fekk eina leiðaraútbúgving. Sum 20 ára gamal gjørdist hann slaktaríarbeiðari, sam­ stundis sum hann gjørdist meiri og meiri politiskt og fakliga virkin. Í 1965 kom hann í nevndina fyri Slagt­ eriarbejdernnes Fagforen­ ing í Thisted, og nøkur ár eftir hetta gjørdist hann for­ maður. Seinni gjørdist hann formaðurin fyri javnaðar­ flokkin í Thisted. Her kann skoytast upp í, at tá ið flokk­ urin í Thisted hevði 100 ára stovningardag fyri nøkrum árum síðan, skrivaði Ole Vagn søguna hjá flokkinum í bókini: “Der er fanen til forskel”. Í 1974 varð Ole Vagn valdur inn í býráðið í Thi­ sted, og seinni gjørdist hann formaður í socialdemokrat­ iske býráðsbólkinum. Hann gjørdist eisini varaborg­ meistari. Í fólkatingið Vit hava ikki tikið øll hans­ ara álitsstørv við her, men alt hetta kundi ikki enda við øðrum, enn at Ole Vagn still­ aði upp til fólkatingið. Hann varð fyrstu ferð valdur í 1984 og sat til 1987. Tá kom hann ikki inn aftur, men síð­ an 1990 hevur hann verið hann sitið í fólkatinginum. Hann var kortini ikki valdur við næstseinasta val, men kom skjótt inn sum varamað­ ur, tá ið tann unga Pernille Black Hansen, sum annars hevði verið eitt av hopunum hjá flokkinum, tók seg úr fólkatinginum og politikki. Við valið nú í heyst varð hann aftur valdur. Ole Vagn hevur eisini staðfest sína støðu sum ein dugnaligur politikkari. Hann er framsøgumaður hjá flokkinum í arbeiðara­, vinnu og matvørumálum. Í matvørumálum er tað ser­ liga fiskivinnan, sum hevur hansara áhuga. Thisted, har Ole Vagn býr, liggur jú ikki so langt frá Hanstholm og øðrum fiskivinnuhavnum í Danmark. Her hevur hann allar møguleikar at kunna seg um sjónarmiðini hjá­ fiskimonnunum og teirra feløgum. Tí hevur hann eis­ ini fortreytir fyri at tosa um kvotur, fiskidagar og aðrar fiskivinnuspurningar, tá ið hetta kemur uppá tal. Ole Vagn er eisini limur í Nordisk Råd, og her hevur hann eisini møguleika fyri at kunna seg um føroysk viðurskifti. Skammast ikki um sín uppruna Ole Vagn er ikki bangin fyri at siga sína hugsan. Hann kann eisini seta seg upp í móti toppunum í flokkinum. Hann var í móti teirri broyt­ ing í eftirlønini, sum Poul Nyrup Ramussen fekk trumf­ að ígjøgnum aftan á valið í 1998, og sum kanska var tann sakin, sum eina mest oyðilegði trúvirðið hjá tí annars dugnaliga forsætis­ málaráðharranum. Men Ole Vagn hevði so mikið av jarð­ arsambandi, at hann ánaði, hvat hetta kundi enda við. Hann ávaraði eisini um tað, men teir “klóku” í flokkin­ um vistu betur, við tí úrslitið, sum hetta førdi við sær. Ole Vagn ger einki fyri at nokta sín uppruna sum arbeiðari. Hann einaferð lagdur undir at vera “middel­ mådig”. Men hetta leggur hann ikki petti í. Sum svar hevur hann sagt, at “jeg har aldrig løftet mig over min stand, som er slagteriarbejd­ erne, det har du ganske ret i” og “jeg lever efter Grundt­ vigs ord at blive ved jorden, det tjener os bedst. Kald det bare middelmådighed!” Ole Vagn dugur eisini væl at taka til. Hansara slag­ orð til valini eru: “Mors­ Thy til gavn, stem på Ole Vagn.” Hetta rímar væl og hevur eisini roynst í verki. Fyrrverandi formaðurin í fólkatinginum, Erling Olsen, gevur eisini Ole Vagn sítt besta ummæli. Hann sigur, at Ole Vagn er sera nógv virdur. Hann er javnaðarmaður av tí góða gamla skúlanum, sum held­ ur fast um tær gomlu dygd­ irnar. Teimum er ikki so nógvir eftir av. Tað hoyrist kanska ikki so nógv til hansara í miðlunum. Men hansara partur liggur ikki eftir, serliga tá tað snýr seg um at arbeiða fyri valdømin­ um hjá sær og at arbeiða fyri teimum, sum koma tvørt fyri í skipanini. Teir báðir síggjast annars framvegis. Tað finst eitt fimleikarfelag fyri fólka­ tinglimir, og teir hava venj­ ing hvønn hósmorgun. Fyrr­ verandi fólkatingslimir møta eisini upp, og millum hesar er tann skjótt 81 ára gamli Erling Olsen. Okkurt hava teir at práta um! Tíðindabrøv Ole Vagn metir tað at hava týdning at hava samband við sínar veljarar og at kunna um sítt virksemi í fólkating­ inum. Hetta ger hann við tíð­ indabrøvum hvørja viku. Her viðgerð hann mál av øll­ um møguligum slagi. Tað sæst greitt, at ein slíkur fólkatingslimur hevur tað sera strævið. Eitt er arbeiðið í fólka­ tinginum. Eitt annað er alt tað, sum skal gerast á heima­ beitinum við at luttaka á fundum og tiltøkum av øll­ um møguligum slag. Tað er hetta, sum skapar undirtøku í valdøminum, sum kann tryggja afturval, tá ið hetta aftur verður aktuelt. Í seinasta tíðindabrævin­ um greiðir Ole Vagn frá við­ gerðini í flokkinum av teirri seinastu Muhamedkrepp­ uni, og skilagóða niðurstøð­ an er henda: Den aktuelle mini­ Muhammedkrise skal håndt­ eres, så den ikke får samme omfang, som vi tidligere har oplevet. Helle omtalte tillige, at det er helt uac­ ceptabelt med den form for bål og brand, vi er vidne til rundt om i Danmark. Politi­ et har løst opgaven for­ træffeligt, hvorfor det er utilstedeligt med de angreb, der rettes mod politiet af Søren Pind (V). Helle slog fast, at vi soci­ aldemokrater ikke vil finde os i, at unge mennesker hver eneste nat laver brand i gaden. Derfor fremsætter vi nu en konkret og klar 6­ punkts handlings­ og akti­ onsplan, som skal sikre ro og tryghed i vore byer: Vi vil standse de nedskær­ inger på politiet, som reger­ ingen har lagt op til i sit for­ slag til finanslov for 2008. Vi vil sikre hurtigere dom­ fældelse og langt hurtigere sagsbehandling af unges kriminalitet. Vi vil have forstærket ind­ satsen mod og flere midler til bekæmpelse af bande­ kriminalitet. Vi vil have et tættere sam­ arbejde mellem skoler, kommuner og politi om forebyggelse af ungdoms­ kriminalitet. Vi vil sikre et løft til udsatte boligområder. Vi vil styrke offerrådgivn­ ingen i landets politikredse. Tungt at vera javnaðarmaður Tað er eingin ivi um, at tað er tungt at vera socialdemo­ kratur á fólkatingi. Hetta er triðja valskeiðið flokkurin er í andstøðu, og er tað nak­ að, sum er oyðimarkaferðing hjá einum flokki, so er tað at vera uttanfyri valdið. Aft­ aná fleiri formanskreppur fekk flokkurin ein nýggjan formann, Helle Thorning Schmith, sum lovaði at ”slå Fogh”. Hetta tykist at vera langt burtur enn, tí flokkurin fór aftur til seinasta val. Eina ferð kemur tó eitt skifti, men spurningurin er tó nær. Hinvegin hevur tað týdn­ ing, at Føroyar eisini eiga vinir í danska javnaðarflokk­ inum. Her hava Føroyar havt góðar stuðlar, og vit kunnu rokna Ole Vagn sum ein teirra. Ole Vagn Christensen: Arbeiðsmaður á Fólkatingi Ole Vagn Christensen við telduna Ole Vagn saman við skrivara sínum Annette E. Rockhill