hósdagur 28. februar 2008síða 29
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 42 - 28. februar 2008
29
Stutt Sagt
Gíslar sluppu
leysir
Uppreistrarrørslan FARC
í Kolombia hevur latið
leys fýra fólk, sum høvdu
verið gíslar hjá rørsluni í
seks ár. Eftir samrøður
millum FARC og Reyða
Kross vórðu gíslarnir latn
ir umboðum fyri Reyða
Kross og myndugleikarnar
í Venesuela. Ein talsmaður
hjá Reyða Krossi sigur, at
gíslarnir vórðu sleptir á
einari fløtu har suðuri í
Kolombia sum avtalað,
og har tóku umboð fyri
venesuelsku myndugleik
arnar ímóti teimum og
fluttu teir til Venesuela.
Mafian
samstarvar
Ein frágreiðing hjá italsku
løgregluni vísir, at mafian
á Sisilia, Cosa Nostra,
samstarvar við mafiuna í
New York, og at hetta sam
starv er økt tey seinastu
árini, eftir at teir báðir
felagsskapirnir
vóru
í
einum blóðugum stríði til
fyri umleið 20 árum síðani.
Frágreiðingin
sigur,
at
Cosa Nostra sendir reglu
liga sínar fremstu menn
yvir um Atlantshavið at
verja sína støðu á tí krimi
nella marknaðinum har.
Eitt nú avdúkar frágreið
ingin, at mafian á Sisilia
og mafian í New York hava
eftirlit við fleiri ameri
konskum byggifyritøkum
og matvøruhandlum.
Sarkozy minni
avhildin
Franski forsetin, Nicolas
Sarkozy, er ikki so væl
umtóktur ímillum sínar
landsmenn longur. Ein
nýggj
meiningakanning
hjá tíðarritinum Valeurs
Actuelles vísir, at bara 33
prosent av teimum spurdu
eru nøgd við forsetan og
avrik hansara. Heili 61
prosent siga, at tey hava
ikki álit á manninum ella
politikki hansara. Undir
tøkan hjá franska forset
anum hevur verið mink
andi síðani ársskiftið, og
hon er minkað sera nógv
síðani í fjør, tá umleið 60
prosent søgdu hann vera
tann rætta forsetan. Kann
ingin hjá Valeurs Actuelles
vísir, at nógvir fransmenn
eru midnøgdir við verandi
fíggjarpolitikkin.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
-Kommunisman var mær dýr. Tað sæst nú, og
tí líði eg av hjartatrupulleikum í dag
Lech Walesa
útlond
Ein portugisiskur
hýruvognsførari
sigur, at hann hevði
Madeleine McCann
í bili sínum tað
kvøldið, hon hvarv
Tað var Madeleine. Hon
var saman við trimum
monnum og einari kvinnu.
Kvinnan var ljóshærd, og
ein av monnunum líktist
Robert Murat, sigur hýru
vognaførarin við eitt portu
gisiskt blað.
Tann 67 ára gamli Anton
io Castela ringdi til løg
regluna longu dagin eftir, at
Madeleine
hvarv.
Hann
greiddi løgregluni frá, at
hann var heilt vísur í, at
hann hevði havt ta horvnu
gentuna í bili sínum kvøldið
fyri. Frágreiðing hansara
bleiv tó ikki tikin í álvara, tí
hon samsvaraði ikki rætti
liga við tað, sum foreldrini
hjá
Madeleine
McCann
høvdu sagt við løgregluna.
Antonio Castela sigur, at
tey
fýra
fólkini
við
smágentuni steðgaðu sær
um áttatíðina um kvøldið
við Monte Gordo. Tey bóðu
hann koyra til eitt hotell í
Algarve, har tey fóru úr
bilinum. Hesin túrurin tók
umleið eitt korter. Antonio
Castela sigur, at hann sá
fólkini fara í ein bláan jeep,
og at tey koyrdu avstað.
Smáar tveir tímar seinni,
klokkan tíggju um kvøldið,
boðaðu Garry og Kate
McCann løgregluni frá, at
Madeleine var horvin.
Kendi hana aftur
Portugisiski
hýruvogns
førarin er sannførdur um, at
tað var Madeleine McCann,
sum var í bili hansara um
kvøldið tann 3. mai í fjør.
Hon var í ljósareyðum nátt
klæðum, og ein av monn
unum sat undir henni alla
tíðina.
Tá eg sá tíðindini í
sjónvarpinum og myndina
av gentuni, kendi eg hana
aftur beinanvegin, og segði
við konu mína, at hasa
gentuna hevði eg í bilinum
kvøldið fyri, sigur Antonio
Castela.
Hann greiðir frá, at hann
fór til hotellið, har hann
hevði sett gentuna og fýra
fólkini av, tí hann helt, at
kanska
hevði
hotellið
myndatól, sum høvdu av
mynda gentuna og tey fýra.
Tað vísti seg, at hotellið
hevði myndatól, men at tað
var í ólagi.
Eg segði løgregluni frá
øllum, men teir tóku ikki
frágreiðing mína í álvara og
søgdu, at eg mátti hava
mistikið meg. Men eg eri
vísur í, at tað var Madeleine,
sigur Antonio Castela.
Bretskur bilur
Hýruvognsførarin minnist
eisini, at tá hann steðgaði
uttan fyri hotellið, spurdi
ein av monnunum á enskum
máli, hvussu nógv hann
skuldi hava fyri túrin. Hann
legði eisini til merkis, at
jeepurin, sum tey fóru í,
hevði bretskar nummar
plátur.
Í hesum viðfangi kann
verða nevnt, at seinasta
vikuskiftið
boðaði
ein
maður í Bretlandi løgregluni
har frá, at hann hevði havt
vitjan av einum pari, sum
skuldi keypa nakrar gamlar
møblar frá sær. Tey bæði
fólkini høvdu eina smágentu
við sær, at maðurin er
sannførdur um, at tað var
Madeleine McCann.
Koyrdi Madeleine tað
kvøldið hon hvarv
Madeleine McCann hvarv
í Portugal fyri skjótt 10
mánaðum síðani
Irakski býurin
Kerbala hevur
havt óvanliga nógv
vitjandi teir seinastu
dagarnar
Fyri 40 døgum síðani varð
shiamuslimski
presturin
Hussein myrdur í Irak, og
teir seinastu dagarnar hava
shiamuslimar í milliónatali
verið í tí heilaga býnum
Kerbala fyri at minnast tann
myrda prestin.
Vit hava havt umleið
níggju milliónir pílagrímar
í
Kerbala,
sigur
ein
talsmaður
hjá
irakska
herinum
við
AFP
tíðindastovuna,
og
guvernørurin í býnum sigur,
at tað hava ongantíð verið
so nógv fólk í býnum fyrr.
Myndugleikarnir
hava
sett
umleið
50.000
løgreglumenn til at forða
fyri
yvirgangi.
Seinasta
sunnudag brast ein bumba í
Kerbala, og tá doyðu meiri
enn 60 pílagrímar, skrivar
AP.
Níggju milliónir pílagrímar
mintust Hussein prest
Níggju milliónir mintust Hussein