Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-28, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. februar 2008síða 30

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Maria var dóttir Jacob Jacobsen, bøkjara f. 1836, sum var av Húsum í Havn. Tískil var hon systir til kendar menn sum M.A. Jacobsen, sum mentunar­ lønin eitur eftir og Hjalmar Jacobsen, sum enn er ein kendur bókhandlari. Hend­ an ættin verður umrødd seinni í samband við pápa hennara. Maria giftist í 1896 við Ludvig Poulsen, sum var einkjumaður. Tey høvdu tikið seg úr kirkjuni í 1895 og vóru millum tey fyrstu, sum fylgdu gamla Sloan. Teirra vígsla var onnur borgarliga vígslan í Før­ oyum. Holm fúti gifti tey. Í vígsluprotokollini stendur: “Begge Parter udmeldt af Folkekirken og tilhører en Sekt kaldet “de kristne Brødres Menighed.”” Ludvig var fyrru ferð giftur við Onnu. Foreldur hennara vóru Anna Maria Hansdatter og Johannes Joensen úr Havn. Anna var fødd 17.9 1864. Tey giftust í Havnar Kirkju 27. nov­ ember 1890. Hon doyði tó longu 14. mars 1892, bert 27 ára gomul. Ludvig var ein kendur prædikumaður, eisini úti á bygd. Hann var eisini sunnu­ dagsskúlalærari í Ebenezer. Ludvig var kendur fyri sítt hjartalag. Havi fingið at vita eini av einkjunum, tá ið Immanuel fórst við allari manningini í 1932, kom Ludvig inn til Søldarfjarðar, har hann lívgaði tey eftir­ sitandi. Byrjaði 9 ára gamal Fyrsti føroyingur, sum fekk sær útbúgving sum blikk­ smiður, var pápi Ludvig, Johan C. Poulsen f. 1815, sum hevur teknað væl kenda býarkortið av Havn­ ini frá 1867. 20 ára gamal fór hann til Keypmanna­ havnar at fara í læru. Eftir seks árs lærutíð fór hann til Týsklands, har hann var í eini sjey ár. Í 1848 kom hann aftur til Føryar, har hann fekk sær egnan verk­ stað, sum hann hevði inntil deyða sín 3. juli 1874. Tá var Ludvig bert 9 ára gamal, men hann var longu byrj­ aður at arbeiða undir veg­ leiðing av pápanum og beiggjanum Jens Christian, sum seinni gjørdist sakførari í Sorø og eisini riddari av Dannebrog. Ludvig helt fram at arb­ eiða sjálvur, og ikki fyrr enn hann gjørdist 25 ár, fór hann til Danmarkar at fáa sær eina beinleiðis útbúgv­ ing. Tá ið hann kom aftur til Føroyar 3. Juni 1890 fekk hann sær egið virki sum blikksmiður. Á heysti 1900 fekk hann sær ein lítlan handil við køksútgerð. Tað gekk støðugt framá. Í 1902 var bert ein lærlingur, Morten Mortensen. Í 1917 vóru í verkstaðnum tveir sveinar og ein lærlingur, og í handlinum vóru tá tvey mannfólk og tvey konufólk. Í 1906 varð flutt oman í Tórsgøtu, har handilin fram­ vegis er. Í 1935 vóru tey 9 starvsfólk, fýra sveinar og fimm fólk í forrætningini og skrivstovuni. Umsetn­ ingurin var eisini øktur samsvarandi. Verkstaðið fekst við alt, sum hoyrdi til fakið, her í millum at leggja vatn inn til fólk. Vatn­ leiðingur var lagdur í 1898, so her hevur verið nóg mikið at gera. Handilin gjørdist tann størsti í landi­ num av sínum slag, og hann hevði størstu goymslu í Føroyum av til dømis vatn­ rørum, kranum, lampum (bæði til petroleum og el), porselen, krystal og leikum. Eisini var longu tá útgerð til baðirúm. Handilin hevði einkarsølu av kendum vør­ um sum Nilfisk dustsúgv­ arum, Philips perum, PH lampum, svenskum prim­ ussum og annars av am­ boðum. Líkindini at dríva handil, serliga í krígsárunum vóru sera vánalig. Tað var ofta trupult at fáa fatur á tí tilfari, sum kravdist. Árini aftaná 1. heimsbardaga vóru eisini sera trupul, tá ið fiskaprísirinir fóru niður í einki. Tá fóru nógvir stór­ handlar á húsagang. Ludvig Poulsen gav tó ikki skarvin yvir, og hann kom yvir kreppuna. Tá ið Ludvig gjørdist eldri, fór handilin á aðrar hendur, og navnið broyttist frá Ludvig til Maria Poul­ sen. Í dag er tað ættin hjá Grími á Dul, sum eigur og rekur handilin. Ættin Ludvig átti fýra systkin Wihelmina, Lina, Marianna og Johan Viderø. Johan er pápi Finn Viderø, sum eru kendur urguspælari í Dan­ mark. Ludvig og Maria fingu ikki færri enn 14 børn. Av teimum doyðu tey fýra sum smá. Um børnini kann stutt sigast: Jákup giftist fyrst við írsku Eileen. Tey búðu í London og fingu Unu, sum vaks upp í Føroyum, men Una doyði bert 25 ára gomul. Eileen doyði, og hann giftist aftur við Molly, men tey fingu ikki børn. Johan fór niður og giftist við norsku Ingeborg. Tey fingu Berit og Elsu. Sigrid, kallað Tulle, gift­ ist við Ísak Petersen, skó­ makara, og tey búðu í Havn. Tey fingu Miu, Dánjal (í Skóbúðini) og Onnu. Ebbe fór 17 ára gamal til Canada og giftist við eini indianaragentu. Tey fingu eina dóttir. William doyði 29 ára gamal í Havn. Ingeborg giftist við Odm­ ar Skarðhamar. Tey búðu nógv ár í Aberdeen, har Odmar var føroyskur um­ boðsmaður. Tey áttu Eyð­ finn, Torfinn og Guðrið. Torstein fór niður áðrenn kríggið og slapp ikki heim aftur, fyrr enn tað var liðugt, tá hann fekk sær egið virki. Hann fekk fyrst Finn við Turid Vang. Giftist so við Guri Poulsen. Tey fingu Eileen. Esther giftist við Jacob við Reiðlið á Tvøroyri. Tey vóru barnleys. Ruth doyr sum barn. Herborg fekk dótrina Ednu, sum býr í Noregi, við Johan Hansen. Seinni giftist Herborg í Noregi við Bjarne Pettersen. Keldur: Alisa Petersen, Óli Jákup Jacobsen, Fra Færøernes Næringsveje, Men Gud gav Vøkst. Ludvig og Maria Poulsen: Fyrsti handil við ísinkram Hesa ferð fara vit at umrøða Mariu og Ludvig Poulsen. Ludvig var og Maria Poulsen er kent handilsnavn í Havn. Men hvørji vóru tey bæði? he n d u r ið sl ep t u Næstu ferð Næstu ferð umrøða vit Elsebeth Kristinu og Jóhan Simonsen í Hoyvík. LUDVIG POULSEN F. 20-3-1865 D. 9-12-1938 MARIA POULSEN F. JACOBSEN F. 4-10-1874 D. 20-8-1951 BURTUR ÚR LIKAMINUM HEIMA HJÁ HARRANUM Ludvig og Maria Poulsen í urtagarðinum Handilin lá sum nú í Tórsgøtu. Beint við niðan móti Niels Finsensgøtu vóru sethúsini. Millum var ein frálíka vakur urtagarður. Sethúsini gjørdust seinni partur av háhúsinum á Káta horninum. Børnini hjá teimum báðum Sigrid, vanliga kallað Tulla, og Johan. Rætting til seinastu grein Elsebeth, sum giftist við Zakarias Poulsen, var systir Linu Danielsen. Nr. 42 - 28. februar 2008