Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-28, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. februar 2008síða 31

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 42 - 28. februar 2008 31 lýsingar Endurlýsing: STJÓRI TIL TAKS Á HÁLSI Avgjørt ein stór avbjóðing – ert tú tilreiðar at taka táttin upp, so er tað júst tær, vit leita eftir! Vit sóknast eftir einum framsóknum fólki, sum ikki himprast við, tá avgerðir skulu takast og sum støðugt kann vera við at brynja stovnin út, so flogið kann haldast og verða við til at leggja nýggja kós, tá tað er neyðugt. Vit vænta, at tú hevur útbúgving frá hægri lærustovni, so sum cand. merc., cand. polit, aðra búskaparliga ella samfelagsvísindaliga útbúgving. Eisini vænta vit, at tú dugir væl at leiða og samstarva og sært tænastuveiting sum ein neyðugan lið í menningini. Leiðsluroyndir er ein fyrimunur. Tú kemur at virka í tøttum samstarvi við forstjóran og aðrar stjórar á TAKS, har tú hevur møguleika at ávirka og leggja til rættis bæði stuttíðar- og langtíðarætlanir, í trá við misjónina hjá stovninum: Vit trygga landskassanum skatta- og avgjaldsinntøkur Eyðkenni okkara skal vera góð tænasta. Starvið verður lønt sum deildarleiðari II í sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya ella sambært avvarðandi sáttmála. Góðir møguleikar eru fyri eftirútbúgving. Setanarøkið umfatar Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí. Áhugað, ið vilja vita meira um starvið, kunnu venda sær til Arnold H. Nielsen, forstjóra, á tlf. 352600. Umsókn saman við avritum av prógvum, ummælum og CV skal vera TAKS í hendi í seinasta lagi 19. mars 2008, kl. 12.00. Viðmerk: stjóri. TAKS á Argjum Postsmoga 2151 FO-165 Argir ella til taks@taks.fo Stílað: Arnold H. Nielsen, forstjóra Vit vísa vælvild, áhuga og virðing og gera okkara besta fyri at menna eitt opið og nærverandi samskifti! Røkja norðurlendskar millumlandaavtalur! : UMSITA BARNAPENGAR OG TÆNASTUAVTALUR Vit leita eftir einum fryntligum starvsfelaga, sum er fyrikom- andi, hevur lætt við at samskifta, hevur góð samstarvsevni, er ábyrgdarfullur, og sum kann taka sjálvstøðugar avgerðir. Starvið verður sett 1. apríl ella so skjótt sum tilber. Vit eru ein livandi stovnur í støðugari menning og virða meiningar hvør hjá øðrum, og eins neyðugt er at tillaga seg lógarbroytingum og umstøðum annars. Tí er avgerandi, at tú, ið settur verður, tolir broytingar í starvsinnihaldinum, um tað gerst neyðugt. Virðini og mentanin eru m. a. grundarlagið undir virkseminum á stovninum. Hvørs endamál er í samsvar við misjónina, at: Vit tryggja landskassanum skatta- og avgjaldsinntøkur. Eyðkenni okkara skal vera góð tænasta. Vit vænta at tú hevur HH ella aðra líknandi útbúgving, eisini ert tú vælkomin at søkja, um tú hevur skrivstovuútbúgving ella aðrar viðkomandi arbeiðsroyndir. Eisini vænta vit, at tú hevur vilja at eftirútbúgva teg innan fakøki. Tú skalt kunna samskifta á norðurlendskum máli. Vit bjóða eitt áhugavert starv til rætta umsøkjaran, har hvør dagur er opin fyri avbjóðingum, og har tú hevur møguleika at ávirka arbeiðsgongdina. Uppgávurnar verða at røkja krøv úr útlandinum og til útlandið. Eisini kunnu vit bjóða fleksarbeiðstíðir. Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Setanarviðurskiftini eru treytað av starvsroyndum og útbúgving. Setanarøkið er TAKS í Saltangará og í Klaksvík, men starvið fevnir annars um allar stovnar undir Fíggjarmálaráðnum. Áhugað, ið vilja vita meira um starvið, kunnu venda sær til Ingolf Lamhauge, stjóra á tlf. 35 26 00 Send umsókn saman við avritum av prógvum og ummælum til TAKS í seinasta lagi 17. mars 2008, kl. 15.00. Viðmerk: umsókn tænastuavtalir TAKS Postsmoga 2151 FO-165 Argir ella til taks@taks.fo stílað: Ingolf Lamhauge, stjóra Okkara fakliga vitan er grundarlagið undir dygdargóðari tænastu! Avbjóðing fyri rætta starvsfólkið! ÓYNSKT, TÓ VÆLKOMIN – STARVIÐ EITUR PANTIFÚTI Vit leita eftir einum fólki, ið er fyrikomandi, hevur lætt við at samskifta, hevur góð samstarvsevni og harumframt ábyrgdarfult og kann arbeiða sjálvstøðugt. Starvið verður sett 1. apríl ella so skjótt sum tilber. Vit vænta at tú hevur roknskaparliga útbúgving, skrivstovuútbúgving, HH ella aðra líknandi útbúgving. Eisini vænta vit, at tú hevur kunnleika í at møta menniskjum í truplum støðum, tá høvuðsuppgávan hjá tær verður málsviðgerð og innheinting av krøvum. Vit eru ein stovnur í støðugari menning og virða meiningar og følbroytni hvør hjá øðrum, eins og vit tillaga okkum lógarbroytingum og umstøðum annars. Tí er avgerandi, at tú, ið settur verður, tolir broytingar í starvsinnihaldinum. Virðini og mentanin eru m. a. grundarlagið undir virkseminum á stovninum, hvørs endamál er í samsvar við misjónina, at: Vit trygga landskassanum skatta- og avgjaldsinntøkur. Eyðkenni okkara skal vera góð tænasta. Vit bjóða eitt áhugavert starv til rætta umsøkjaran, har hvør dagur er opin fyri fakligum avbjóðingum og har tú hevur møguleika at ávirka arbeiðsgongdina. Harumframt kunnu vit bjóða fleksarbeiðstíðir. Løn- og setanarviðurskiftir, sum eru treytað av starvsroyndum og útbúgving, eru eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Setanarøkið er TAKS í Saltangará og í Klaksvík, men starvið fevnir annars um allar stovnar undir Fíggjarmálaráðnum. Áhuga, ið vilja vita meira um starvið, kunnu venda sær til Ingolf Lamhauge, stjóra á tlf. 35 26 00 Send umsókn saman við avritum av prógvum og ummælum til TAKS í seinasta lagi 17. mars 2008, kl. 15.00. Viðmerk: umsókn pantifúti TAKS Postsmoga 2151 FO-165 Argir ella til taks@taks.fo stílað: Ingolf Lamhauge, stjóra Vit vísa vælvild, áhuga og virðing og gera okkara besta fyri at menna eitt nærverandi og opið samskifti! TAKS er ein stovnur undir Fíggjarmálaráðnum, hvørs uppgáva er at fyrisita toll- og avgjals- skattalógina og innheintingar innan málsøkini hjá stovninum. TAKS hevur 135 starvsfólk og er skipað við einum høvuðssæti á Argjum og trimum skrivstovueindum. www.taks.fo