Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-29, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. februar 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 43 - 29. februar 2008 Fyrrverandi stjórin i FT Samskifti, Richard Mortensen, er settur í starv sum varastjóri á Elektron. Við sínum innliti í føroyska marknaðin og drúgvu altjóða royndum, hevur Richard góðar fortreytir til at lofta teimum avbjóðingum, ið standa fyri framman í Føroyum og uttanlands, heldur leiðslan í fyritøkuni StarvSSetan Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Mánadagin verður ein nýggjur maður á brúnni í kt-fyritøkuni, P/F Elektron, saman við Niels Christiani Nolsøe, stjóra. Talan er um Richard Mortensen, ið er settur í starv sum varastjóri á Elektron. Til oktober var Richard Mortensen á Føroya Tele Samskifti. Hann er 46 ára gamal og útbúgvin Cand. Merc frá Handilsháskúlan- um í Keypmannahavn í 1988. Áðrenn hetta tók han útbúgving sum bankamaður í Sjóvinnubankanum í 1983. Elektron kunnaði fyri stuttum um avgerðina at broyta virksemi sítt frá í høvuðsheitum at hava verið veitari til føroyskar peninga- stovnar og almennar stovnar til at bjóða tænastur til ein breiðari kundaskara bæði í Føroyum og uttanlands. Umframt at hava medábyrgd av dagligu leiðsluni av samlaða virkseminum hjá felagnum fær Richard Mortensen í hesum sam- bandi ábyrgdina av menn- ing, kundarøkt og sølu av bæði verandi og serliga nýggjum tænastum. - Elektron er í eini broytingartíð og skal til at virka í kapping við aðrar fyritøkur á handilsligum grundarlagi. Eg komi at arbeiða við nýggju stra- tegiini og fáa størri markn- aðarorientering inn í fyri- tøkuna, har menning av nýggjum og spennandi kt- tænastum verður ein týdn- ingarmikil partur, sigur ný- setti varastjórin á Elektron. Um setanina av varstjóra, sigur næstformaðurin í nevndini, Janus Petersen, stjóri í Føroya Banka, ið saman við hinum peninga- stovnunum eigur størsta partin í P/F Elektron. - Tað snýr seg um at styrkja leiðsluna, nú fyri- tøkan skal brynja seg til ein marknað við føstum kund- um til at kappast um upp- gávur við aðrar fyritøkur á marknaðinum, sigur Janus Petersen. Sjáldsamur fiskur trívist Ein roynd hjá skotsku umhvørvismyndugleikunum at bjarga tí sjáldsama feskvatnsfiskinum Vendace tykist hava givið góð úrslit. Hetta sjáldsama fiskaslagið er bara staðfest í fýra vøtnum á markinum millum Ongland og Skotland, men fiskurin doyði út í tveimum av vøtnunum. Ein roynd at lata rogn í tvey onnur vøtn í Skotlandi tykist hava eydnast væl, tí longu nú verður sagt, at tað er ikki vandi fyri, at Vendace doyr út, skrivar Reuters. Føroya Bjór við jubileumsøli Í sambandi við Føroyar Bjór hevur bryggjað í 120 ár, fer bryggjaríðið at gera fýra sløg av serbjóri í avmarkaðari nøgd. Tann fyrsta í røðini er ein írskt inspirerað Ale á 4,6 prosent, ið verður bryggjað við úrvaldum rávørum, fleiri ymiskum maltsløgum, besta vatni og kryddað við trimum humlusløgum. Smakkurin er mildur, lætt kryddaður og javnvigaður við gódum malt og humlusmakki. Sct. Brigid er vælkent írskt halgimenni sum livdi frá ár 453 til 523. Hon var kend fyri síni mongu undur, serliga at gera vatn til bjór. Sct. Brigid verður at fáa ávís støð á fati hetta vikuskiftið og skjótt eisini á fløsku. Stutt um Richard Mortensen Varastjóri á Elektron 1. mars 2008 Cand. Merc. Handilsháskúlin í Keypmannahavn 1988 Føroya Tele/FT Samskifti : 2001-2008 Arbeiðsroyndir: Eftir student útbúgvin bankamaður í Sjóvinnubankanum í 1983. Management konsulentur í Michael Peters Group í London í tvey ár og í PA Consulting Group í Keypmannahavn í 10 ár. Síðstu árini sum leiðari og partnari á Marketing & Strategy deildini FAKTA Danski rithøvund­ urin Naja Marie Aidt vann Bókmenta­ virðisløn Norður­ landaráðsins fyri stutt­ søgusavnið »Bavian« Í grundgevingini fyri at lata verkinum virðislønina, verð- ur millum annað sagt: - Tær 15 stuttsøgurnar taka støði í einum heimi, sum í allar mátar líkist veruleikanum. Naja Marie Aidt skrivar í eini yndisligari og ófrættakendari realismu, sum dregur undirtónarnar í veruleikanum upp, so tú kennir, hvussu vanlukkan lúrir beint undir gerandis- degnum. Virðislønin verður handað Naja Marie Aidt á samkomu í Norðurlandaráðnum í oktober mánað Bókmentavirðisløn Norð- urlandaráðsins er á 350.000 krónir. ave Naja Marie Aidt vann bókmentavirðisløn Brúgvin móti Signabø er sum gott sum liðug. Tað manglar bert at fugtisolera betongið, og tað kann ikki gerast, fyrr enn tað verður summar Bygging Katrin Johannesen praktikantur Stjórin í Landsverk, Oyvin- dur Brimnes, upplýsir, at orsøkin til at nýggj brúgv varð bygd, er at tann gamla var bæði vánalig og ótíðar- hóskandi. - Nú tá nógvur aktivitetur fer fram í havnini, er tann tunga ferðslan økt munandi, sigur stjórin í Landsverk. Tað hevur tikið millum tríggjar og fýra mánaðir at byggja brúnna, sum kostar góðar fimm milliónir krón- ur. Eisini norði í fossá, sunn- an fyri Haldórsvík, verður ein nýggj brúgv bygd. Hen- dan brúgvin er á leið somu stødd sum tann til Signabø og verður væntandi liðug tíðliga í summar. Elektron sett varastjóra Naja Marie Aidt 1. mars tekur Richard Mortensen við starvi sum varstjóri í P/F Elektron Savnsmynd Nýggj brúgv til Signabø Brúgvin við Oyrareingir í Kollafirði á veg móti Signabø Mynd: Marika Hill og Caroline Eriksson, praktikantar Lesið -so eru tit við!