Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-29, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. februar 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 43 • 29. februar 2008 Vikuskifti 6 Í einum vøkrum urtagarði uttan fyri eini stásislig, hvít hús í Florida stendur ein vakur ungur brúðgómur og bíðar. Tvær smágentur ganga og spreiða blómubløð á nýsligna bøin, og ein føroyskur smádrongur, systirsonur brúðrina, kemur gangandi við brúðarringum. Meðan tónleikur, sum brúð­ gómurin, puertorikanski Noé Chaparro, sjálvur hevur gjørt, ljóðar í bakgrundini, kemur føroyski Victor Carlsen leiðandi dóttrina, Barbaru Carlsen, sum er høvðuspersónur í hesum vakra brúdleypi. Pastorurin í samkomuni River Church at Tampa Bay, pastor Rodney Howard Browne heldur vígslutaluna og vígur síðani parið. ­ Hetta var ein sera hátíðarlig løta, sigur Victor Carlsen, pápi brúðrina, við Sosialin. Umleið 120 fólk ­ familja, vinir og kenningar ­ vóru við hesa sera hugnaligu og hátíðarligu løtuna. ­ Eftir myndatøku var restin av degnum hildin inni í stóru høllini, har dekkað var fyri øllum til góða máltíð. Eisini talur og annað undirhald var fyri brúðarparinum, so í veruleiknum líktist hetta einum heilt vanligum føroyskum brúdleypi, bara tað, at hetta varð hildið um dagin heldur enn um Lærir føroyskt sum papageykur Noé er upprunaliga úr Puerto Rika, men hevur búð í USA, síðani hann var smádrongur. Hann hevur ikki verið í Føroyum enn, men hann hevur lært seg eitt sindur av føroyskum. ­ Eg geri sum papageykarnar, eg kopieri bara tað, eg hoyri, sigur Noé. ­ Eg lærdi hann beinanvegin at siga »Hvat merkir«, og so hevur hann spurt líka síðani, sigur Barbara flennandi. Tey bæði vóna, at tey kunnu koma ein túr til Føroya innan alt ov langa tíð. Føroyskt glamour brúdleyp í Florida Leygardagin giftist Barbara Carlsen frá kenda bólkinum The Carlsens við Noé Chaparro úr Puerto Riko. Og brúdleypið í romantiska urtagarðinum við springvatni og blómustroyddum bøi var sum tikið úr einum røttum Hollywood filmi Brúdleyp Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Myndir: Martin Sirkovsky Føroyska familjan hjá brúðrini var væl umboðað til brúdleypið Carlsen-systrarnar