Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-29, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. februar 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 43 - 29. februar 2008 Starv sum deildarleiðari fyri deildina Vernd á Umhvørvisstovuni er leyst at søkja. Vernd fyrisitur lóggávu á náttúru- og umhvørvisøkinum og endamálið er at tryggja, at henda lóggáva verður hildin. Arbeitt verður fram móti, at fyrisitingin á náttúru- og umhvørvisøkinum er í samsvari við altjóða ásetingar. Arbeiðið umfatar serliga at fáa ment eina vælvirkandi fyrisiting innan økini umhvørvi, havumhvørvi og náttúru. Eftirlit við umhvørvisgóðkendum virkjum og virksemi, sum verður góðkent eftir havumhvørvislógini, eru týðandi arbeiðsøkir á deildini. Harafturat skal ein náttúruverndarfyrisiting uppbyggjast í sambandi við at nýggj náttúruverndarlóg verður løgd fyri Tingið. Starvið fatar somuleiðis um at menna ein burðardyggan hugburð í samfelagnum, at veita ráðgeving og at menna eina virkna og góða arbeiðsmentan. Førleikar Umsøkjarin skal hava kunnleika til og áhuga fyri náttúru- og umhvørvisvernd. Dentur verður lagdur á góð samstarvsevni og at viðkomandi er røkin, fyrikomandi og ábyrgdarfullur. Umsøkjari skal hava viðkomandi náttúrufakliga útbúgving frá hægri læristovni. Eisini er tað ein fyrimunur at hava royndir innan leiðslu og fyrisiting, hava góð samstarvsevni og hava hug at menna tað fyrisitingarliga arbeiðið hjá stovninum. Eisini skal umsøkjari hava góðan málførleika í føroyskum, donskum og enskum. Starvsmøguleikar Vit kunnu bjóða eitt spennandi starv í einum nýskipaðum stovni, nógv samstarv við starvsfelagar, góðar møguleikar fyri persónligari menning og sjálvstøðugum arbeiði. Setan Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála ímillum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Fyrispurningar Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til: Jákup Paula Joensen, stjóra, jakuppj@us.fo og tlf 34 24 80. Umsókn, saman við prógvum, CV o.l., skal verða Umhvørvisstovuni í hendi innan 17. mars 2008. Umsóknir skulu sendast til: Umhvørvisstovan Traðagøta 38 Postboks 2048 FO-165 Argir Ella teldupost: us@us.fo sansir.fo Umhvørvisstovan er ein nýskipaður stovnur, sum fyrisitur lendismál, tinglýsing, fólkaskráir, náttúru- og umhvørvisvernd. Deildarleiðari fyri Vernd Førleikar Umsøkjarin skal hava kunnleika og áhuga fyri skrivstovuvirksemi og hug at menna tað fyrisitingarliga arbeiðið hjá stovninum. Dentur verður lagdur á góð samstarvsevni og at viðkomandi er røkin, fyrikomandi og ábyrgdarfullur. Umsøkjari skal hava viðkomandi fyrisitingarliga útbúgving frá hægri læristovni. Eisini er tað ein fyrimunur at hava royndir innan leiðslu og starvsfólkafyrisiting, hava góð samstarvsevni og hava góðan málførleika í føroyskum, donskum og enskum. Starvsmøguleikar Vit kunnu bjóða eitt spennandi starv í einum nýskipaðum stovni, nógv samstarv við starvsfelagar og góðar møguleikar fyri persónligari menning og sjálvstøðugum arbeiði. Setan Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála ímillum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Fyrispurningar Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til: Jákup Paula Joensen, stjóra, jakuppj@us.fo og tlf 34 24 80. Umsókn, saman við prógvum, CV o.l., skal verða Umhvørvisstovuni í hendi innan 17. mars 2008. Umsóknir skulu sendast til: Umhvørvisstovan Traðagøta 38 Postboks 2048 FO-165 Argir Ella teldupost: us@us.fo sansir.fo Umhvørvisstovan er ein nýskipaður stovnur, sum fyrisitur lendismál, tinglýsing, fólkaskráir, náttúru- og umhvørvisvernd. Deildarleiðari fyri skrivstovusamskipanina Starv sum deildarleiðari fyri deildina Skrivstovusamskipan á Umhvørvisstovuni er leyst at søkja. Starvið fatar um at hava leiðandi ábyrgd av tinglýsing, fólkayvirliti, fíggjarmálum, starvsfólkamálum, skjalaskráseting og yvirhøvur at standa fyri samskipaða skrivstovuvirkseminum á stovninum. Arbeiðið inniber at skapa trivna ímillum starvsfólk, at menna eina virkna arbeiðsmentan og eina góða kundarøkt. Skrivstovusamskipanin fyrisitur lóggávu innan tinglýsing og fólkayvirlit, og skal ansa eftir, at henda lóggáva verður hildin.