fríggjadagur 29. februar 2008síða 5
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
5
Nr. 43 • 29. februar 2008
nar trívist millum
rnurnar
hann er í góðum hýri.
- Tað er gott lív at vera
fótbóltsleikari, er eitt tað fyrsta
hann sigur, tá ið vit byrja at práta
um lívið sum yrkisleikari.
Gunnar er í dag fulltíðar yrkis-
leikari í enska fótbóltsfelagnum
Blackburn Rovers. Hann leikar
saman við og ímóti nøkrum av
heimsins bestu fótbóltleikarum.
Ævintýrið byraði í HB
Eldri beiggi Gunnar, Henning, var
ein framúr málmaður, og var tá
eitt lovandi talent í føroyskum
fótbólti. Tað hevur ávrikaði Gunn-
ar til eisini at vilja verja búrið.
Gunnar byrjaði sum málmaður
hjá smápiltaliðinum í HB, har
hann varð settur á C liðið. Tað
góðtók hann als ikki, tí fór hann í
álopið at leika. Har gekk betri, tí
stutt aftaná kom hann á B liðið.
Men leikluturin í álopinum vardi
ikki leingi, tí skjótt var hann aftur
í millum stengurnar.
Fer til Danmarkar á
fótbóltskúla
Tá Gunnar varð spurdur um, nær
hann byrjaði at taka fótbóltin
seriøst, sigur hann, at tað var tá
ið hann kom í eldri rekkjurnar hjá
HB, og fekk Pætur Clementsen,
sum í dag er ungdómsvenjari hjá
KÍ, til venjara.
- Pætur var seriøsur, og tað
smittaði heilt avgjørt av.
Tað førdi við sær, at Gunnar
fór sum 15 ára gamal saman
við trimum øðrum føroyingum á
Hessel Gods fótbóltseftirskúla .
Hesir vóru Emil L. Nólsøe, Jónas
Tór Næs og Bogi Hermansen.
Leiðarar á skúlanum vóru tá
Flemming Povlsen og Kent Niel-
sen, sum vóru við til at vinna EM
kappingina fyri Danmark í Svøríki
í 1992.
Hessel Gods hevur framleitt
nógvar góðar fótbóltsleikarar
gjøgnum árini. Av føroyskum
leikarum kunnu nevnast Rókur
av Fløtum og Danny Rasmussen,
meðan Leon Andreasen, úr
Fulham eisini hevur gingið á
skúlanum.
Kemur til Frem
Lærarnir á skúlanum høvdu góðar
kontaktir við feløg í Danmark,
og tað førdi við sær, at allir fýra
føroyingarnir sluppu at venja við
AGF í tvær vikur, men har spurdist
eingin sáttmáli burturúr. Seinni
fóru teir allir til junior liðið hjá
Frem at royna seg, og har gekk
uppá stás.
Áðrenn teir komu til Frem,
hevði ikki gingist væl hjá Frem,
men tá teir komu til felagið, vann
Frem 10 dystir á rað.
- Um tað var tí, at vit gjørdu
munin, veit eg ikki, men tað var
so tað sum hendi, leggur Gunnar
flennandi afturat.
Tað hevði við sær, at Gunnar og
Jónas fingu bjóðað sáttmála, sum
teir valdu at taka av.
Jónas og Gunnar fóru undir
sáttmálan sum parttíðarleikarar.
Við síðuna av fótbóltinum gingu
teir báðir á handilsskúla og numu
sær HH útbugving.
Gunnar fekk ikki nógvar dystir
á fyrsta liðinum hjá Frem, og
hóast hann sat fyri tað mesta á
beinkinum, fekk hann allatíðina at
vita, at hann hevði stórt potentali
og at hansara tíð skuldi koma.
Tað vísti seg at verða til veru-
leika, tí í summar í fjør skrivaði
hann undir tvey ára sáttmála við
enska Premiere Leauge felagið
Blackburn Rovers.
Yrkisleikari í
Onglandi
At vera yrkisleikari í einum felagi
sum Blackburn er ein dreymur
komin í uppfylling, og Gunnar letur
sera væl at sínum nýggja lívið.
Gunnar er triði málmaður á
liðinum, og hann venur dagliga
við fyrsta liðshópinum. Hann
verður mangan spurdur um, nær
hann sleppur at leika sín fyrsta
dyst í Premiere Leauge.
- Tað er ein ótrúliga langur
vegur til at koma har til, staðfestur
Gunnar. Mangan verða leikarir
leigaðir út til onnur feløg í lægri
deildum, fyri at fáa dystarvenjing,
men enn er einki, sum bendir
á, at Gunnar fer til annað felag,
tí hann leikar flestu dystirnar
hjá eykaliðinum, og fær harvið
dystarvenjing.
Gunnar er heilt klárur yvir hesa
longu leið, men hann kempar og
stríðist víðari, fyri at menna seg
sjálvan.
- Í Frem kundi eg gott koma til
venjing og ikki vera so fokuser-
aður, sum eg burdi, men tað ber
ikki til her, tí her eri eg noyddur
at verða 100% fokuseraður, tá
vit venja. Eg má fara til venjing
sum til ein dyst, tí annars kann eg
lættiliga detta ímillum í hópinum,
við øllum teimum góðu leikarum
vit hava.
- Teir eru bara vanlig fólk, til
dømis tvætla eg og Brad Friedel
ofta býtt saman - mann venur
seg skjótt við tað, svarar Gunnar
avgjørdur til spurningin um,
hvussu tað er at verða umgyrdur
av heimskendum leikarum.
Gunnar fær ofta spurningar um
Føroyar, og ofta er tað í skemti.
Einaferð varð hann spurdur, um
hann hevði ró til venjing. Gunnar
hevur eisini roynt at greitt teimum
frá neytamýkjakapping. Tað skilja
teir als ikki, og spyrja ivandi hvat
fyri fólkaslag føroyingar eru.
Bjargaði brotsspark
móti Manchester
United
Tá Gunnar verður spurdur um,
hvat hevur verið stórsta løtan
sum yrkisleikari, ivast hann ikki
leingi.
- At verða við í fyrsta liðshópin-
um í januar móti Middlesbrough
og Aston Villa var sera stórt,
og eisini at bjarga brotsspark
í mínum fyrsta dysti móti eyka-
liðinum hjá Manchester United.
Blackburn var á odda 1-
0, tá Gunnar bjargaði einum
brotssparki, tá 20 minuttir vóru
eftir at leika.
Dysturin varð vístur beinleiðis
á rásini hjá Manchester, MUTV,
og almenna heimasíðan hjá
Manchester United smæddist
ikki burtur við rósandi orðum um
bjargingina:
“… goalkeeper Nielsen
plunged down to his right to
superbly parry the ball away.”
Framtíðin
Tað sermerkta við Gunnari er,
at hann hevur ongantíð leikt á
hægsta støði í Føroyum. Men
hann er tó væl kendur á ung-
dómslandsliðinum. Hann spælir í
løtuni á U21 landsliðinum, og tað
dámar honum dámar sera væl,
bæði fótbóltsliga og eisini sosialt.
Hann er eisini errin av avrikunum
hjá U21 liðinum. Men hann vónar
eisini at koma á A – landsliðið ein
dag.
- At leika fyri Føroyar er tað
stórsta sum fótbóltspælari, sigur
hann avgjørdur.
Gunnar hevur hálvt annað ár eft-
ir av sáttmálanum, við møguleika
fyri at leingja hann við einum árið.
Gunnar er heilt avgjørdur, at
fótbólturin er hansara lívsleið, og
hann ger alt, hann er mentur fyri
at koma so langt sum gjørligt.
Longu komandi kappingarár kann
eitt annað ævintýr byrjað fyri
Gunnar, tí Blackburn liggur í løtuni
væl fyri til eitt UEFA Cup pláss.
- Málið hjá okkum er, at koma
út í Evropa at spæla, og sum
tað sær út í løtuni er tað væl-
hugsandi.
Við hesum bjørtu framtíðar
vónum er samrøðan við Gunnar
liðug. Gunnar er heilt avgjørt
ein ungur maður, sum er verdur
at fylgja við. Hann er ungur,
miðsøkin og ótrúliga evnaríkur
fótbóltsleikari.
... um liðfelagan Santa Cruz
- Hann hevur haft eina góða ávirkan á felagið, men eisini á Premiere
Leauge. Tí hann hevði tað ikki lætt í Bayern Munchen, men er
komin til Onglands og hevur skorað eitt hav av málum. Hann er ein
smílandi og glaður persónur.
... um lønirnar hjá
føroyskum spælarum
- Tað er gott fyri tær føroysku deildurnar, men tað er ikki
gott fyri A – landsliðið. Tí í Føroyum er støði samanumtikið
lægri enn til dømis í fyrstu deild í Danmark, og tá leikarar fáa
meira í løn í Føroyum, forðar tað áhugan hjá leikarum at fara
uttanlands, og harvið møguligari menning fyri A-landsliðið.