fríggjadagur 29. februar 2008síða 5
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 43 - 29. februar 2008
5
sansir.fo
Mentamálaráðið sóknast eftir einum dugnaligum leiðara
til skúlatilboðið til ung við breki, Rásin, í Runavík.
Leiðarin skal samskipa skúla, arbeiði og frítíð hjá
næmingunum og hava fyrisitingarligu, námsfrøðiligu og
fíggjarligu ábyrgdina av skúlatilboðnum.
Rásin er eitt skúlatilboð til ung við breki. Endamálið við
tilboðnum er at fyrireika tey ungu til at klára seg sjálv í
gerandisdegnum eftir lokið skúlaskeið. 6-8 næmingar
eru á Rásini, og 5 starvsfólk eru knýtt at stovninum.
Fyrisitingarliga er skúlatilboðið beinleiðis undir
Fólkaskúladeildini. Talan er um samdøgurstilboð til 6-8
menningartarnað fólk í aldrinum frá 18 til 27 ár.
Søkt verður eftir leiðara, sum:
• hevur ábyrgd av undirvísingini og námsfrøðiligu
tiltøkunum
• hevur ábyrgd av at skipa frítíðina hjá næmingunum
• hevur ábyrgd av vælferð næminganna alt samdøgrið
• hevur ábyrgd av saman við ráðgevandi bólkinum at
áseta innihaldið í skúlatilboðnum
• hevur dagligu umsitingina av fíggjarligu
viðurskiftunum
• setir starvsfólk
• skal leiða og skipa arbeiðið hjá 4-5 starvsfólkum
• í tøttum samstarvi skal samskifta og ráðføra seg við
Mentamálaráðið um tilboðið
• skal vera skrivari hjá ráðgevandi bólkinum og gera
allar fyrisitingarligar uppgávur í hesum sambandi.
Harumframt skulu umsøkjarar:
• hava hug og hegni at átaka sær fyrisitingarliga ábyrgd
• vera førir fyri at loysa trupulleikar
• vera førir fyri at røkja starvsfólkasamstarvið
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava námsfrøðiliga útbúgving ella
aðra viðkomandi útbúgving.
Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarar hava:
• royndir at arbeiða við ungum við breki
• eru nýhugsandi og duga at síggja tørvin hjá tí einstaka
Lønar- og setanartreytir
Starvið er fl okkað sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag. Setanin er
tíðaravmarkað fyribils til 1. august 2009 við møguleika
fyri framhaldi.
Umsóknir
Umsókn saman við prógvi, C.V. o.ø. skal verða
Mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi 4. mars 2008.
Umsóknin verður stílað til:
Mentamálaráðið
Hoyvíksvegur 72
Postrúm 3279
110 Tórshavn
ella við t-posti: mmr@mmr.fo
Tey, ið ynskja fl eiri upplýsingar um starvið, kunnu ringja
til Janus Jensen, undirvísingarleiðara, á tlf. 355050, ella
fara á heimasíðu ráðsins: www.mmr.fo (undir teiginum
leys størv).
Mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harafturat eru uppgávur viðvíkjandi
kirkju, loftmiðlum, ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi.
Leiðari til skúlatilboð til ung við breki
Tað fer at kosta slakar
800.000 krónur at
umvæla skaðarnar
á havnina í Skálavík
eftir illveðrið seinast
í januar, vísir ein
kostnaðarmeting,
Landsverk hevur gjørt
Brimskaði
Snorri Brend
Landsverk metir, at tað fer
at kosta 776.000 krónur at
gera tær umvælingar, sum
eru neyðugar fyri at havnin
skal vera í sama standi sum
áður.
Í somu frágreiðing stend
ur, at aldan sum rakti Skála
vík illveðurskvøldið, var
einar átta metrar høg, skriv
ar uf.fo.
Síðani ódnina hava fólk
havt møguleika at lata pen
ing til eina serstaka konto,
hvørs endamál var at stuðla
afturgerðini av skaðunum í
kommununi.
Fyri hesum tiltakinum
stóð John Myllhamar úr
Sandavági. Týsdagin hand
aði hann Linjohni Christ
iansen, borgarstjóra í Skála
vík ein gávukekk uppá
66.500 krónur.
Júst henda innsavningin
er nú liðug, men fólk, ið
hava hug at stuðla endur
reisnini kunni seta pening
inn á eina konto í Føroya
Banka við heitinum “Kynd
ilsmessuódnin”.
Nevnast kann, at Sands
Kommuna eisini hevur latið
eina peningagávu til komm
ununa.
John Myllhamar (høgrumegin) handar
borgarstjóranum í Skála, Linjohn Christiansen kekkin
við teimum 66.500 krónunum
Mynd: bkv.fo
Savnaði
66.500 krónur
til Skálavíkar
Íløguráðgeving - royn Skjern Bank
Gunnar Streymoy
Íløguráðgevi
Tlf. 516227
gst@skjernbank.dk
Skjern Bank bjóðar íløgumøgu-
leikar, ið hóska júst til tín tørv.
Fá eitt prát við Gunnar Streymoy
og hoyr nærri um tínar møgu-
leikar.