fríggjadagur 29. februar 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 43 • 29. februar 2008
Vikuskifti
4
Undirritaði hevur eina avtalu
við Gunnar Nielsen kl. 17.00
uttanfyri McDonald í miðbýinum
í Manchester. Trupuleikin er bara
tann, at tað eru tvær McDonalds
matstovur, og undirritaði hevur
ikki verið í Manchester áður.
Vit finna tó hvønn annan, og vit
leita okkum innar til hugnaligu
matstovuna Café Rouge.
Gunnar hevur frí henda dag, og
Gunn
stjør
Gunnar um Mark Hughes
- Havi nógva virðing fyri honum, tí hann hevur roynt sera nógv
sum leikari. Hann er ikki tann, sum snakkar nógv, men tá hann
snakkar, er tað bara at lurta eftir. Hann er ein fair maður, sum
mær dámar væl.
... um skaddar føroyska
spælarar
- Tað merkist so væl, tá tað eru so fáir leikarar uttanlanda. Tí um til
dømis 3 av 5 eru skaddir, merkist tað beinanvegin, men um talið hevði
verið 20 útav 100 so hevði tað ikki merkts á sama hátt. Gunnar vísur
heldur ikki aftur, at skifti frá graslíki til gras hevur ein týdning.
Ítróttarprofilurin
Ólavur Guttesen
post@sosialurin.fo
Gunnar Nielsen er ein av málmonnunum í enska felagnum Blackburn, og hóast hann dagliga venur saman við fyrstaliðs hópinum, heldur hann, at tað framvegis
er langur vegur, áðrenn hann fær fyrsta dystin á liðnum
- Eg má fara til
venjing sum til ein
dyst, tí annars
kann eg lættiliga
detta ímillum í
hópinum við øll-
um teimum góðu
leikarum, vit
hava, sigur før-
oyski málmaðurin
Gunnar Nielsen,
sum dagliga venur
millum stjørnur í
enska Premier
League felagnum
Blackburn