fríggjadagur 29. februar 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
[ Nr. 43 - 29. februar 2008 ]
Eitt sera tungt og
kroppsliga krevjandi
vikuskifti stendur
VB leikarunum
fyri durum, men
megna tær at standa
stinnar, so sær væl út
hjá VB, ið mangan
hevur staðið í finalu
móti Stjørnuni, tey
seinastu árini
HONDBÓLTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Tað kann tykjast undrunar
samt, at VB kvinnurnar eru
settar at spæla ein dyst leyg
ardagin, og at tær so sunnu
dagin skulu spæla avgerandi
dyst um finalusess í FM
stríðnum. Man tað vera av
tilvild, ella hvat er tað, ið er
hent, standa ivaleyst nógv í
Suðuroynni og spyrja seg,
nú VBkvinnunum stendur
einum sera strævnum viku
skifti í møti.
Undarlig ásetan
av dysti
Seinastu árini hevur tað ver
ið ein dystur millum Neist
an og VB, um eina finalu
sessin í FM, og við hesum í
huga, kann tað tykjast undr
unarsamt, at ein so týdning
armikil dystur verður lagdur
minni enn eitt samdøgur
eftir ein dyst hjá einum av
liðunum.
Hvussu er og ikki, so
verður sunnudagurin iva
leyst avgerandi løtan í stríð
num um seinna finalupláss
ið.
Vinnur Neistin, ella fær
bara javnt, so sær heilt væl
út hjá bláu havnagentunum,
meðan tað hinvegin er eitt
ófrávíkiligt krav til VB, at
um tær ikki vinna, so tapa
tær stríðið um finalusessin.
Styrkisroynd
Hjá kvinnunum eru tað so
statt tvey lið, sum hava eitt
sokallað dupult vikuskifti.
T.e. tá eitt lið spælur tveir
dystir, og talan er tá um
StÍF og VB. StÍF tekur móti
VB í morgin, og sunnudagin
taka tær móti VÍF, meðan
Vágskvinnur fara til Havn
ar.
Av sonnum má man siga,
at hetta er vorðið sum styrk
isroynd hjá serliga suður
oyarliðnum.
Favoritsigrar í væntu
Hjá monnunum verða bert
tveir dystir um vikuskiftið,
og eru tað tey bæði odda
liðini, StÍF og Neistin, ið
hava
heimadystir
móti
ávíkavist VÍF og KÍF.
Við allari virðing fyri
bæði KÍF og VÍF, so sær tað
út til at spyrjast tveir heima
sigrar burturúr hesum viku
skiftinum, og um so verður,
so er tað ein optimal upp
hiting hjá Neistanum, und
an brakinum um Havnina í
næsta vikuskifti, tá Kyndil
og Neistin bresta saman. Tá
fæst samstundis endaliga at
vita, um Kyndil skal megna
at innheinta grannarnar.
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Neistin ella VB
Klassi 3:
1.
Kjell Nattestad
Mykines
Snøgg
2.
Eyðstein Jensen
Tórshavn
Meg
3.
Eyðstein Jensen
-----------
Nap
4.
René Hansen
Nólsoy
Kvess
5.
René Hansen
---------
Taff
6.
Poul Falkvard
Sørvágur
Tweed
7.
Absalon Hansen
Tórshavn
Fleet
8.
Poul Falkvard
Sørvágur
Dan
9.
Absalon Hansen
Tórshavn
Mirk
10. Absalon Hansen
-----------
Jim
11. Erik Heinesen
Bøur
Fenja
Klassi 2:
1.
Michael J. Heinesen Toftir
Loki
2.
Bogi Slættanes
Tórshavn
Dimm
3.
John Haldansen
Vestmanna Taff
4.
Esmar Sørensen
Viðareiði
Scott
5
Leon Sólheyg
Klaksvík
Sam
6.
Jens P Jensen
Tórshavn
Diva
7.
Búi Holm
Bøur
Skúgvur
8.
Hanus Højgaard
Tórshavn
Ron
Klassi 1:
1.
Oyvindur Brimnes
Tórshavn
Trilla
2.
Per Joensen
Kvívík
Bob
3.
Michael J Heinesen Toftir
Tess
4.
Dan Olsen
Rituvík
Gael
5.
Per Joensen
Kvívík
Kvark
6.
Búi Holm
Bøur
Skúgvur
7.
Tróndur Petersen
Viðareiði
Mai
8.
John Haldansen
Vestmanna Nike
Seyðhundakapping
Úrslitini frá seyða
hundakappingini á
Viðareiði 23.02.2008
Tveir teir bestu hundarnir í
klassa 3 hava kvalifisera
seg til HM í
Wales í heyst, teir eru:
1. Kjell Nattestad, Myki
nes, við Snøgg og Eyðstein
Jensen, Tórshavn, við Meg.
Annars vóru úrslitini hesi,
og tilsamans 36 hundar lut
tóku í hesum trimum kapp
ingunum.
Dómari var Julie Hill úr
Skottlandi.
Sunnudagin
hevði Julie Hill skeið á Við
areiði, har yvir 30 luttakarar
vóru.
Steypini latin av Samskip
Stuðlar: MBM og Borg
Vinnarar og luttakarar sum fingu steyp í seyðhundakappingini á Viðareiði seinasta leygardag.
Aftast frá vinstru: Eyðstein Jensen, Tórshavn, Julie Hill, dómari, Skotland, Kjell Nattestad,
Mykines, Bogi Slættanes, Tórshavn og Oyvindur Brimnes, Argir. Húkandi frá vinstru: Michael
Johan Heinesen, Toftir og Per Joensen, Kvívík
Leygardagin skal VB spæla dyst á Skála, og
sunnudagin, minni enn eitt samdøgur seinni, skulu
tær spæla avgerðandi dyst í Havn, um finalusessin
í FM, ið eftir øllum sólarmerkingum at døma,
verður móti krútsterku Stjørnuni úr Klaksvík