fríggjadagur 29. februar 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 43 • 29. februar 2008
Vikuskifti 17
umborð
Myndirnar, sum vit prenta í
VikuskiftisSosialinum í dag,
eru tiknar umborð á ísfiska
trolaranum Vestmenningi.
Skipið, sum sæst í sjónum
og sum er “makkarin” hjá
Vestmenningi, er ísfiska
trolarin Fram
Vestmenna hevur leingi verið
trolarabygd burtur av, um vit so
kunnu siga. Fleiri ísfiskatrolarar
eru heimahoyrandi á staðnum,
og tað merkir, at sjófólkið í Vest
manna og í bygdunum nærindis
hevur drúgvar royndir á troldekki.
Aðrar bygdir, eitt nú Toftir og
Klaksvík, eru meira kendar fyri
sína línuog útróðrarvinnu.
Men tíðin stendur ikki í stað.
Viðurskifti broytast, og skip skifta
eigarar.
Vestmenningar eiga í dag
eisini línubátar, og á Toftum sigla
menn ikki bara við línubátum
longur ella troyta útróður. Stór
skip eru komin til bygdar, bæði
langfaraskip og pelagisk skip.
Í Klaksvík hevur línuog út
róðrarvinnan altíð havt stóran
týdning, men klaksvíkingar hava í
mong ár átt bæði ísfiskatrolarar,
verksmiðjuskip og pelagisk fiskifør.
Í VikuskiftisSosialinum í dag
prenta vit nakrar frálíkar mynd
ir, sum eru tiknar umborð á
ísfiskatrolaranum Vestmenningi.
Tað er ungi kvívíkingurin, Karstin
Vang, sum hevur tikið hesar
myndir.
Karstin er 21 ára gamal, sonur
Jens Kristian og Jóhonnu Vang,
sum bæði starvast á Sosialinum.
Jens Kristian er kendi mynda
maðurin – og Jóhanna er dugna
liga skrivstovukvinnan.
Myndirnar hjá Karstini eru
góðar, hóast hann ikki hevur gjørt
nakað serligt við myndatøku. Men
kanska liggur tað bara í blóðinum,
sum vit plaga at siga.
Næraberg og seinni Atlantic
Navigator gjørdust skúlaskipini hjá
unga kvívíkinginum, sum hjá so
mongum øðrum ungdómi, ið leitaði
sær út á hav. Nú hevur Karstin
fastan kjans við Vestmenningi.
Myndirnar lýsa ein part av
sjólívinum.
Vit síggja menn á dekkinum,
tá ið hálað verður, og vit síggja
menn á verksmiðjuni og í lastini.
Ein partur av tí at sigla við
fiskiskipi er, at tú av og á tekur
tær nakrar fiskar heim við. Onkur
greipar, og kanska tekur onkur sær
nøkur fiskafløk. Hetta er góður
døgurðamatur heima við hús.
Veturin er farin at halla, og tað
stundar móti vári. Mangan er buldr
asligt á skipsdekki í ringastu tíð
av árinum, men so mikið betri eru
løturnar í tí góðu tíðini av árinum.
Tá ið menn eldast umborð, er
tað serliga rullið, sum er teirra
størsti trupulleiki.
Ísfiskavinnan gevur monnum
sína inntøku og skapar nógv
arbeiði uppi á landi, bæði í
framleiðslu, tænastuog flutn
ingsvinnuni.
Teir, sum sigla við ísfiskatrolara
undir Føroyum, eru vanliga tveir
túrar umborð og ein í landi.
”Skalt tú sigla, mást tú loysa”,
sum eitt valevni, ið er skipari á
rækjubáti, segði undir valstríðnum
seinast.
Og loysast má, um nakað
skal fáast burtur úr – til sjófólk,
arbeiðsfólk og tey, sum eru í av
leiddu vinnunum.
Ella – sum onkur hevur tikið til:
”Vit kunnu ikki sleppa filéini, fyrr
enn vit sita við idéini”.
Enn er fiskiog alivinnan
ryggurin í okkara útflutningi, og
soleiðis verður tað ivaleyst í mong
ár aftrat.
Teir vinna og skapa arbeiði
Umborð
Vilmund Jacobsen
blaðmaður
vilmund@sosialurin.fo
Teir hava hálað, og nógvur upsi er í
Karstin og Jákup Aksel lata seg í oljuklæðini
Jákup Aksel syrgir fyri, at fiskurin er fyrstafloks
Nakrir ræstir fiskar eru góðir á døgurðaborðinum
Karl Isaksen á verksmiðjuni