fríggjadagur 29. februar 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 43 - 29. februar 2008
21
Meginskrivstovan, Postsmoga 3037, 110 Tórshavn, Tel 36 00 00, Faks 36 00 01, meginskrivstovan@naerverk.fo
sansir.fo
Tú hevur visjónirnar og evnini at leiða. Tú torir
at hugsa nýtt og dugir at samstarva tætt við
stovnarnar, sum hoyra undir Trivnaðar-
tænastuna. Korini hjá menningartarnaðum
hava tín serliga áhuga, og tú brennur fyri at
geva teimum bestu karmarnar.
Trivnaðartænastan hjá Nærverkinum er ein
sera týðandi stovnur, sum hevur ábyrgdina
av tilboðum til fólk við serligum tørvi. Tað
vil siga bústaðarviðurskifti umframt tilboð
um virkni og umlætting. Virksemið er kring
alt landið.
Trivnaðartænastan umsitur 86 milliónir
krónur árliga og fevnir um 21 stovnar og 223
starvsfólk. Tú skalt tí hava evnir til dagliga
at samskipa og samstarva við allar hesar
stovnar. Tú verður partur av leiðslubólkinum
í Nærverkinum, har tú kemur at arbeiða
saman við leiðarunum á hinum deildunum í
Nærverkinum.
Trivnaðartænastan skal áhaldandi mennast,
og tú mást tí hava hegni og evni at hugsa
nýtt, fi nna loysnir og fremja tær í verki. Tú
skalt vera savnandi, duga at skapa sambond
og eisini at varðveita tey.
Nærverkið er eitt f ølbroytt arbeiðspláss, har
eingin dagur er eins. Økið hevur sera stóran
almennan áhuga, og tað er ein avbjóðing at
liva upp til tørvin hjá brúkarunum og teirra
avvarðandi og krøvini frá politisku skipanini.
Tú fært stóra ávirkan og kemur dagliga í
samband við spennandi fólk, sum brenna
fyri sínum yrki. Møguleikarnir fyri eftir-
útbúgving eru góðir.
Vit vænta:
tBUUÞIFWVSWJ§LPNBOEJWÓ§BSJÞUCÞHWJOH
og møguliga eftirútbúgving
tBUUÞIFWVSIPMMBSMFJ§TMVPHTUBSWTSPZOEJS
tBUUÞLFOOJSUJMBMNFOOBGZSJTJUJOH
Løn- og setanartreytir sambært sáttmála
millum avvarðandi yrkisfelag og
Fíggjarmálaráðið.
Leiðarin fyri Trivnaðartænastuna hevur
beinleiðis tilvísing til stjóran í Nærverkinum.
Upplýsingar um starvið fáast við at venda
sær til Nærverkið á telefon 360000 og tosa
við Mary J. í Garði, stjóra.
Starvið verður sett sum skjótast.
Send eina umsókn við avriti av prógvum
og viðmælum til:
Nærverkið
Argjavegur 26, Argir
Postsmoga 3037
110 Tórshavn
Stílað: Mary J. í Garði , stjóri
Umsóknarfreist: Týsdagin 11. mars 2008.
Lesið meira á www.naerverk.fo
Hevur tú yvirlit, innlit og innliving?
Leiðari til Trivnaðartænastuna
SA MSK IPAN
MOTIVATIÓN
SAMSTARV
www.naerverk.fo
KLAKSVÍKAR SJÚKRAHÚS
Frítíðaravloysarar
Deild A kirurgisk songjardeild og
Deild M medisinsk songjardeild
Sjúkrarøktarfrøðingar og heilsuatstøðingar
/sjúkrahjálparar.
Søkt verður eft ir frítíðaravloysarum
á songjardeildunum A og M í tíðarskeiðnum
1. juni til 31. august 2008.
Anæstesideildin
Søkt verður eft ir avloysara fyri sjúkrarøktarfrøðing til
anæstesideildina.
Frá 1. juni til 31. august ella eft ir nærri avtalu.
Skurðgongin
Søkt verður eft ir avloysara fyri sjúkrarøktarfrøðing á
skurðgongini frá 1. juni til 31. august ella eft ir nærri
avtalu.
Neyðugt er við kunnleika og royndum innan økið.
Nærri fæst at vita um størvini frá:
Jonu Nielsen, fyristøðukvinnu
tlf. 454545 lokal 106
teldupost: fyristodukvinna@ks.fo / www.ks.fo
Lønar- og setunnartreytir sambært sátt mála
millum Fíggjarmálastýrið og viðkomandi yrkisfelag.
Umsókn saman við prógvi og autorisatión verður sent til:
Klaksvíkar Sjúkrahús
att . umsjónarmaðurin, FO-700 Klaksvík
Umsóknarfreist 23. mars 07