Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-29, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. februar 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 21 Ritstjórn: Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Nr. 43 • 29. februar 2008 Danska DR hevur gjørt eina spildurnýggja heimasíðu, sum á heilt serligan hátt varpar ljós á norðurlendskar rithøvundar. Fleiri enn 100 norðurlendskir bókmentaligir tungvektarar fluttu mikudagin inn á adressuna www.dr.dk/forfatteratlas, har høvundarnir verða lýstir í mun til hvønnannan: Hvør fekk íblástur frá hvørjum? Hvør hevur arbeitt saman við hvørjum? Og hvør hevur funnist at hvørjum fyri hvat? Við at klikkja á ymisk støð á sonevnda rithøvunda- atlassinum koma sambondini millum høv- undarnar til sjóndar bæði við myndum og smáum tekstbrotum. Her fjala seg myndir, videobrot og ljóðbrot frá gomlum og nýggjum sjón- og útvarpssendingum. Nógv av tilfarinum hevur ikki verið at sæð ella hoyrt áður, og geva tey eitt ofta húðleyst innlit í, hvussu rithøvundarnir síggja út, bera seg at og tosa um sín skaldskap. Nýggja atlassið fevnir um tíðarskeiðið frá 1650 fram til í dag. Líka frá klassikarum sum Søren Kirkegaard og Henrik Ibsen til nútíðar høvundar sum Sara Stridsberg og Kjell Westø. Tilfarið, sum í fyrsta umfari talar mest til eygað, er ætlað at vera ein nýskapandi máti at stimbra hugin hjá fólki at lesa norðurlendskar bókmentir. Atlas yvir rithøvundar Fyri fyrstu ferð er ein jap­ansk bók týdd til føroyskt. Talan er um kær­ leikssøg­una Sunnan fyri markið eftir heimskenda høv­undan Haruki Murakami Týðing Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur ein føroysk týðing av eini japanskari skaldsøgu sæð dagsins ljós í føroyskum bókabúðum. Tað er Pauli Nielsen, sum hevur týtt bókina Sunnan fyri markið eftir japanska høvundan Haruki Murakami til føroyskt eftir ensku, donsku og íslendsku útgávunum. Kærleikssøga Sunnan fyri markið er ein kærleikssøga av tí slagnum, sum minnir nógv um heimskenda filmin ”Casablanca”. Eins og filmurin, snýr bókin seg um tvey, sum ikki kunnu fáa hvønnannan, tí umstøðurnar gera tað ógjørligt. Høvuðspersónurin Hajime verður tveittur út í sína størstu lívskreppu, tá barndómsvinkonan, Shimamoto, brádliga ein dagin trínur inn á vælumtóktu jazzabarrinu, sum Hajime rekur. Í royndini at endurvinna teirra mistu fortíð, blakar Hajime øll siðbundin krøv um eitt sømuligt lív fyri borð. Í staðin váðar hann alt – bæði karrieru og familjulív – og letur seg stýra af sínum innara longsli og dreymum. Nýggj byrjan Í síni rannsóknarferð í innaru drívmegini hjá høvuðspersóninum verður Sunnan fyri markið samstundis ein uppgerð við siðbundnar japanskar bókmentir, har evni sum persónligur samleiki, seksualitetur og kærleiki hava verið mest sum óhoyrd heilt fram til endan av seinna veraldarbardaga. Sum høvundur umboðar Murakami harvið eina nýggja byrjan, sum samstundis verð- ur tematiserað í sjálvari søguni. Eins og høvundurin, er høvuðspersónurin føddur beint eftir seinna veraldarbardaga og navn hansara, Hajime, merkir ”byrjan” á japanskum. Hajime er einabarn og verður hann soleiðis ímyndaliga lýstur sum barn av einum nútímans Japan, har trongdin at realisera seg sjálvan í ávísan mun er sett í staðin fyri eina skipan, ið bygdi á kollektivt disiplin og tigandi lýdni. Stríð millum ættarlið Ikki óvæntað halda nógvir eldri japanskir rithøvundar lítið um skrivingina hjá Murakami. Sambært teimum, skrivar hesin umstríddi høvundurin alt ov nógv um kynslívið og leitar sær alt ov nógvan íblástur úr vesturlendskari mentan. Og í grundini raka hesar atfinningar beint í kjarnina á tí ørindi, Murakami hevur við síni skriving. Murakami hevur nevniliga sett sær fyri at broyta japanskar bókmentir innaní frá, so tær betri endurspegla sjálvsfatanina hjá tí nýggja Japan. Sostatt líkist illviljin móti Murakami mest einum stríði millum ættarliðini í japanskum bókmentum. Haruki Murakami hevur skrivað 17 skald- søgur, umframt at hann hevur umsett amerikanskan skaldskap til japanskt. Sagt verður um hansara skaldskap, at við sínum dygga kunnleika um amerikanskar bókmentir, hevur Murakami megnað at bróta tann stongsul, sum strongu formligu krøvini hava hildið japonskum bókmentum í. Í øllum førum fær Haruki Murakami skrivað japanska veruleikan inn í altjóða mentan á ein hátt, sum serliga hugtekur yngri lesarar. Føroyskt í tekstum og myndum Í vikuni gav Føroya Skúlabóka- grunnur út bókina Les 2, ið er onnur bókin í Les bókarøðini til framhaldsdeildina í føroyskum. Tilfarið í bókini er skipað í fimm partar við hvør sínum høvuðsevni, ið bindur tekstirnar saman. ’Ein fuglur í míni sál’ er um tannár og broytingar. ’Móti víðum sandi’ er um tað at vera genta ella drongur. ’Mín bringa er eitt reiður’ er um familjulív, kærleika og samlív. ’Tú sterka lív’ er um tað at vera fyri ógvus- ligum broytingum í lívinum og at kenna sorg. ’Og tað flaggar í sólini’ er um arbeiðslív á sjógvi og á landi. Umframt tulking av tekstum leggur bókin eisini upp til, at næmingarnir læra at lesa og greina myndir. Í tilhoyrandi lærarabók hevur Jóannes Gaard skrivað áhugaverdan tekst um, hvønn týdning myndamálið hevur og hvussu perspektiver- andi myndalestur kann geva lesaranum eina breiðari fatan av myndamáli. Gunnar Hoydal hevur skrivað smá brot um myndlistafólkini, har hann vísir á serlig eyðkenni við teirra list. Umframt at vera hent til skúlabrúks, er Les 2 eisini eitt forkunnugt og fjølbroytt savn hjá øllum, ið hava áhuga fyri føroyskum skaldskapi – frá stutt- søgum og leikritum til sálmar og bíbliutekstir og alt harímillum. Tað er Lydia Didriksen, ið hevur ritstjórnað Les 2. Japanskur kærleiki á føroyskum Aftanfyri støðini á rithøvunda atlassinum fjala seg hópin myndum, video- og ljóð brotum, sum ikki hava verið at sæð ella hoyrt áður Í Les 2 verður lagt upp til, at næmingarnir læra at lesa og greina bæði tekstir og myndir Føroyska týðingin, ”Sunnan fyri markið”, er ein upplagdur møguleiki hjá føroyskum lesarum at kunna seg við heimskendu bøkurnar hjá japanska rithøvundanum Haruki Murakami