fríggjadagur 25. februar 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 39 - 25. februar 2000
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dánjal Højgaard
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakkstein
Høgni Mohr
Yngd: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: Sosialurin
Sosialurin
Oddagrein
Viðmerking:
Í juni mánaða í fjør høvdu
føroysku prestarnir skeið í
sálarrøkt, har annar fyrilestr-
ahaldarin var Bent Falk,
prestur og psykoterapeutur.
Longu tá varð avrátt, at Bent
Falk skuldi koma aftur, og í
hesum døgum eru prestarnir
á framhaldandi skeiði í Norð-
urlandahúsinum.
Bent Falk er kendur fyri-
lestrahaldari og skeiðsleiðari
í Norðurlondum og í Týsk-
landi. Umframt at undirvísa
á hægri lærustovnum eru tað
serliga prestar, psykotera-
peutar og starvsfólk á sjúkr-
ahúsum, sum hava boð eftir
honum. Bent Falk hevur
skrivað tvær bøkur: "At være
dér hvor du er" er um at sam-
røða, og er serliga ætlað
fólki, sum í teirra arbeiði eru
um fólk, sum stríðast við
tungar spurningar. "Kærlig-
hedens pris" er guðfrøðiligar
og sálarfrøðiligar greinir um
lív og trúgv. Við á ferðini
hesaferð er Inger Bollerup,
sjúkrasystir og psykotera-
peutur.
Í fjør helt Bent Falk fyri-
lestur fyri stúgvandi fullari
útvarpshøll, og nú hóskvøld-
ið 24. februar kl. 19.00 skipa
Prestafelagið og Føroya Lær-
araskúli fyri almennum fyri-
lestri í læraraskúlahøllini við
evninum "Sorg - missur -
meining" við Bent Falk.
Sorg - missur - meining
Nú hava menn ofta skjótt við rættiliga ósmæðið
at samanbera fullveldisskeptikarar við slíkar, ið
bardust ímóti føroyskum máli í skúlunum o.s.fr.
Fyri at brúka orðavalið hjá landstýrismanninum í
sjálvstýrismálum, so tykist hettar at vera ósakligt
og óseriøst. Um nakar søguligur paralellur skal
dragast, so kunnu vit hyggja at, hvat Tjóðveldis-
flokkurin segði í sjeytiárunum, tá tveyhundrað
fjórðinga sjómarkið kom. Tá søgdu tjóðveldis-
menn, at føroyski landgrunnurin var meira enn
nokk til at breyðføða einum føroyskum tjóðveldi.
Serfrøðin talaði ímóti, og hvør fekk rætt? Hvussu
hevði sæð út í dag, um vit bert dúvaðu uppá
landgrunnin? Nú síggja vit, at serfrøðin sigur fall
í livistøði, um fullveldisætlanin gerst veruleiki,
meðan Tjóðveldisflokkurin sigur nakað annað.
Søgan tykist at endurtaka seg. Spurningurin er
bert hvørjum borgarin skal trúgva.
Landstýrismaðurin í sjálvstýrismálum Høgni Hoy-
dal hevði í bløðunum eina grein, har hann segði,
at leið hansara kann gjøgnumførast “uttan nakran
skelk í búskapinum.” Hettar tykist løgið eftir at
serfrøðingar og sjálvt búskaparparturin í Hvítubók
— og tað sigur ikki so lítið — siga, at lønarfall og
kreppa kann vera eitt stutttíðarárin av at blokkurin
verður minkaður yvir eitt áramál. Betur stendur
Høgni Hoydal neyvan eftir, at íslendsku útrokn-
ingarnar, ið komu aftaná Hvítabók var útkomin,
málaðu myndina enn daprari eisini uppá longri
sikt.
Tá Tjóðveldisflokkurin nú hevur hildið uppá, at
vit ikki fara at fáa fall í lønum og økt arbeiðsloysi
um fullveldisætlanin gerst veruleiki, so var tað
ikki við sørt av spenningi, at vit fylgdu framløguni
av Caragata og vinnupolitikki fyrr í vikuni. Spenn-
andi var at vita, hvussu Tjóðveldisflokkurin ætlaði
at fíggja loysingina. Fólkaflokkurin vil fíggja loys-
ingina við privatiseringum og einum skerdum
almennum sektori við skerdari vælferð sum úrsliti.
Fyrr í vikuni kom so rættiliga skelkandi fram, at
Tjóðveldisflokkurin hevur einki boð, hóast teir
hava forkláringstrupulleikan yvirfyri Føroya fólki
og andstøðuni.
Andstøðan fær illa gjørt annað enn at geva Tjóð-
veldismonnum eitt sindur av tíð at prógva, at
serfrøðin og ein meiriluti av Føroya fólki fara
skeivt. Fullveldisfyrimyndin liggur svart uppá hvítt
á løgtingsborði í skapi av Caragata álitinum, og
einki kom frá Tjóðveldisflokkinum sum gevur
nakra ábending um, at talan bert er um ræðu-
myndir, tá andstøðan vísir á vandar fyri framman.
Loysa kunnu føroyingar altíð, um teir hava hug til
tess og vilja betala prísin. Søguligi møguleikin
hevur einki við fullveldi at gera. Søguligi møgu-
leikin er, at tryggja og menna føroyska vælferð-
arsamfelagið í einari tíð, har høgrarákið við sjálv-
søknishugburði og ósmædni ger seg galdandi.
Tað er at harmast um, at Tjóðveldismenn sótu
passivir í tingsalinum og lurtaðu eftir samgongu-
tingmanninum og fólkatingsmanninum Óla Breck-
mann, meðan hann bar í bøtuflaka fyri Haider í
Eysturríki. Hvussu nógv afturat skal seljast fyri
fullveldisætlanina? Er tað vist, at tað samfelagið,
ið vit sita eftir við, skorið eftir Fólkafloksleisti og
Caragata, er ynskiligt? Tað einasta, ið tykist vera
vist í hesum máli er, at tað ber illa til at taka
fullveldi og síðani vænta, at alt annað fer at loysa
seg sjálvt. Tað er ikki nóg mikið, at Tjóðveldis-
flokkurin sigur, at Caragata samfelagið ikki gerst
veruleiki, tí teir søgdu tað sama um P/F Vága-
tunnilin, og pensiónshandfaringina hjá landsstýr-
inum.
Caragata
og fullveldi
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu okkum stóra
samkenslu, tá elskaði maður mín, pápi, varpápi og
abbi okkara
KJARTAN JOHANSEN
so brádliga doyði frá okkum.
Hjartans takk øll tit, sum komu inn á gólvið við
troyst og hjálpsemi. Takk fyri heilsanir og fjarrit.
Takk til Bjarna Bæk fyri troystarrík orð. Hjartaliga
takk fyri sangin í Dómkirkjuni og úti á grøvini.
Takk fyri blómur og kransar og takk til tykkum øll,
sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað.
Erla, Majken, Bjarni og abbabørnini
Tøkk
Fyrilestur við Bent Falk
Nú málið um at seta á stovn
eitt løgtingsins umboðsfólk
fyri Føroyar, hevur spurn-
ingurin reist seg, hvat navn-
orðið fyri hetta starv skal
verða,- skal tað verða løg-
tingsins umboðsfólk -um-
boðskvinna --maður ella
bara løgtingsins umboð
Jamen, tað eitur jú um-
boðsmaður í øllum granna-
londum, so hví ikki hjá okk-
um við? Men til tað er at
siga, at tá ið parlamentar-
iskir umboðsmenn í okkara
grannalondum eru settir á
stovn, hevur hetta verið í
eini tíð, tá ið tað var óhugs-
andi, at nøkur kvinna kom
upp á tal til starvið, og tá er
tað ikki so løgið, at navn-
orðið hevur verið lagað til
kallmenn.
Herheima gera vit okkum
hinvegin tankar um hetta
starv í ár 2000, tá tað eins
væl kann verða talan um
eina kvinnu, sum verður sett
í hetta starv, og tí er spurn-
ingurin um heitið á hesum
starvi ikki heldur átti at ver-
ið løgtingsins umboðsfólk
ella bara løgtingsins umboð.
Málið, vit tala, er eitt
úrslit av tí tíð, vit liva í: ?
Man tað ikki eita sjúkra-
systir, vaskikona, seymi-
kona, ljósmóðir ella jarða-
móðir júst tí, at tá ið hesi
navnorðini eru vorðin til, tá
var tað so sjálvsagt, at hesi
størv vórðu mannað við
kvinnum, og tí var onki gal-
ið í at enda orðini við systir,
kona ella móðir.
– Eins sjálvsagt var tað,
at størv sum løgmenn, løg-
tingsmenn, formenn, grind-
amenn, sjómenn ella timb-
urmenn vórðu mannað við
monnum, og tí varð endin á
hesum størvum maður
Arbeiðsbýtið
millum
kvinnur og menn, sum eyð-
kendi tíðina, sum farin er
(og sum fyri ein stóran part
framvegis ger tað), var góð
orsøk til at navngeva, sum
gjørt var. Málið, vit tala, er
jú eitt úrslit av tí tíð, vit liva
í.
Arbeiðsbýtið
millum
kvinnur og menn er hinveg-
in ikki so uppbýtt ár 2000,
sum tað t.d. var ár 1900, og
tí setir tað eisini øðrvísi
krøv til navngeving nú á
døgum, - serliga tá ið talan
er um nýggj størv sum í hes-
um føri: løgtingsins umboð.
Maður merkir fólk
Hetta, at maður upprunaliga
merkir fólk, verður vanliga
nýtt sum grundgeving fyri
at enda heitið á størvum við
-maður, tí so verða kynini
bæði vard. Tað er rætt at
maður upprunaliga merkir
fólk; og í talaða málinum -
enn tann dag í dag - verður
maður eisini uppfatað sum
verja fyri bæði kynini t.d.
tá ið vit nýta maður í hvørs-
falli til dømis: Millum
manna /Manna millum /
Hoyri ikki manna mál / Bát-
urin varð mannaður við
kvinnum osfr.
Men í flestu førum verður
orðið maður, bundið við
kallmenn, sjálvt um orðið
upprunaliga eisini umfatar
kvinnuna. T.d.ivast ongin í
hvat kyn talan er um, tá ið
vit tosa um mannfólk ella
um menn.
Um vit tvíhalda um, at
maður framhaldandi merkir
fólk, tvs at at teir bæði
kunnu verða maður og kona
er tá ikki vandi fyri, at mað-
urin gert kynsleysar?!
Spillir navnið ongan?
Venda vit viðgerðina á
høvdið og koyra menn aft-
urum kvinnuheitið, so kundi
ein setningur so hóskandi
itið:
• løgtingskvinnurnar Ed-
mund Joensen, Torbjørn
Jacobsen og Hendrik Old
atkvøddu ímóti ella
• landsstýriskvinnan Finn-
bogi Arge umsitur sam-
ferðslu
Tá hugsi eg, at ikki bara
mállæran, men eisini sam-
leikin hevði gjørt ein vørr.
Tað verður ofta hildið av
teimum, sum hava tað øv-
ugta sjónarmiðið, at hetta
sum borðreitt verður við
her er undirlutakent, hyst-
eriskt, (sum onkur kallaði
tað í bløðunum herfyri),
men hví ikki verða so mikið
at sær komin, at bera góðar
grundgevingar fram, sum
siga, hví tað ikki kann eita
løgtingsins umboð ella løg-
tingsins umboðsfólk heldur
enn -maður. Hevði tað ikki
verið meiri fólkaligt ella
mansligt?!
Annita á Fríðriksmørk
Løgtingsins umboð ella umboðsfólk
— Ja, hvussu skal barnið nú eita?
Hvussu tryggja vit okkum ein landbúnað í framtíðini
Bóndafelag Føroya og Meginfelag Búnaðarmanna bjóða til fyrilestur á Búnaðardeplinum
fríggjadagin 25. februar 2000 kl. 13-16
Fyrilestrarhaldari er Ole
Christian Hallesby landbún-
aðarráðgevi í fíggjarspurn-
ingum. Serliga arbeiðir
hann við at hjálpa bóndum
við avgerðum sum hava á-
virkan á liviumstøðurnar í
framtíðini. Millum annað
skipar hann fyri framtíðar-
smiðjum fyri Norsk Bonde-
lag. Hann hevur orð á sær,
at leggja dent á tey menn-
iskjaligu virðini. Meir fæst
at vita við at lesa blaðgrein-
inia, ið er hjáløgd.
Spurningarnir hann mill-
um annað fer at viðgera:
• Samanberingar millum
Noreg og Føroyar
• Landbúnaður sum polit-
isk økismenning
• Eingin bóndi, eingin
landbúnaður, eingin bú-
seting
• Hvussu yvirlivir bóndin í
framtíðini
• Viðurskiftir bóndin sjálv-
ur hevur ávirkan á
• Áskoðan á at reka land-
búnaðarvinnu
• Støðan til ótryggleika
• Hvat er ein dugnaligur
bóndi
• Framløga av skipaðari
virkisætlan.
Hesin fyrilestur er ætlaður
tykkum, ið arbeiða fyri ella
hava politiska ella umsiting-
arliga ábyrgd fyri landbún-
aðinum í Føroyum. Vón-
andi fæst eitt tjak í lag nú
boðaða er frá aðalorðaskifti
um landbúnaða á tingi.
Tilmelding fer fram á
Búnaðardeplinum telefon
421300. Kostnaður fyri
hvønn er 150 kr. og skal
flytast á konto í Føroya
Banka nummar 428 155 3
ella
postgiro
nummar
61042.
JÁKUP MØRK
Á býráðsfundi í Klaksvík,
sum varð hildin mikukvøld-
ið, málið um endurfíggjan-
ina av kommunuskuldini á
skránni.
Í farnu viku stóðst stórur
orðadráttur av hesum máli,
tí borgarstjórin, Jógvan við
Keldu, í samrøðu við So-
sialin hevði sagt frá, at eitt
samt býráð ikki tók undir
við loysnini, sum Lands-
bankin, saman við Unibank,
arbeiddi við.
Varð staðfest
Á fundinum mikukvøldið
var tó staðfest, at semja er
um, at Klaksvíkar Komm-
una skuldi arbeiða fyri, at
innistandandi í kommunala
kreppulánsgrunninum varð
frígivið skjótast gjørligt.
Áður hevur tað verið ført
fram, at kommunan skal fáa
helmingin av peninginum
útgoldið í einum, meðan
seinni helmingurin verður
útgoldin yvir ávíst áramál.
Breið semja var um, at
Klaksvíkar Kommuna ikki
skuldi fara inn í eitt komm-
unalt samtak, har ein nýggj-
ur peningastovnur var við í
endurfíggjanini, men at
hetta ístaðin skuldi gerast á
tann hátt, at kommunan í
beinleiðis samskifti við lán-
veitararnar gjørdi avtalur
fyri, hvussu skuldin skal
endurrindast.
Framman undan hevur
kommunan havt samband
við lánveitarar sínar, og
hava hesir sýnt vælvild við-
víkjandi endurfígging av
kommunalu skuldini, nú
samhaldsfasta avtalan frá
1995 er um at renna út.
Jógvan við Keldur, bý-
ráðsformaður, sigur við So-
sialin, at enn er tó einki av-
gjørt um, hvussu kommu-
nala skuldin skal fíggjast í
framtíðini. - Semja var um,
at kanna allar møguleikar,
og verður hetta nú gjørt, sig-
ur býráðsformaðurin, sum
harumframt metir, at um
trupulleikar koma í fram-
tíðini, er tað lættari at loysa
hesar, um kommunan hevur
beinleiðis samband við lán-
veitararnar, ístaðin fyri at
vera partur í einum samtaki.
Alt er enn opið
Karl Heri Joensen, sum far-
nu viku fanst hvassliga at
býráðsformanninum, Jógv-
an við Keldu, sigur við So-
sialin, at eftir hansara fatan
er loysnin hjá Landsbank-
anum als ikki útilokað.
Sjálvur sigur hann, at
fremsta orsøkin til, at hann
í løtuni ikki kundi taka und-
ir við uppskotinum frá
Landsbankanum var, at
hann so at siga ongar upp-
lýsingar hevði fingið hesum
viðvíkjandi.
Hann vísti á, at einki um-
boð fyri býráðið hevði verið
á kunnandi fundi við Lands-
bankan, og tá skrivliga til-
farið heldur ikki sýndi nak-
að nágreinuligt um málið,
kundi hann ikki uttan víðari
taka undir við hesum.
Hann vísti í hesum sam-
bandi á, hvussu leikur fór,
tá kommunuloysnin á sinni
varð samtykt. -Tá var tað
við ringum tannabiti, at eg
atkvøddi fyri avtaluni, tí úr-
slitið gjørdist ikki tað, sum
vit høvdu væntað, sigur
Karl Heri Joensen.
Tað hann í hesum sam-
bandi sipar til, er at nakrir
av lánveitarunum noyddu
kommununa at rinda 9% í
rentu, við tað at tað vóru
lánveitararnir
og
ikki
kommunurnar, sum gjørdu
av, um lánsgjaldið skuldi
verða 10% av skuldini, har
rentan var ásett eftir mark-
naðarrentuni, ella um talan
bert skuldi verða um gjald
fyri rentur, sum framman
undan varð ásett at vera 9%.
Tá marknaðarrentan í av-
talutíðarskeiðinum var rætt-
uliga lág, viðførdi hetta eina
rentuútreiðslu, sum smb.
andstøðuliminum var fleiri
milliónir hægri enn neyð-
ugt.
Tískil kundi hann ikki utt-
an víðari taka undir við eini
solidariskari loysn, har hann
als ikki kendi allar smálut-
irnar.
Sum nevnt omanfyri, so
metir Karl Heri tó ikki, at
uppskotið hjá Landsbank-
anum er útilokað eftir fund-
in mikukvøldið.
-Semja var á fundinum
um, at kommunan átti at
kannað allar møguleikar
fyri framtíðar fígging, og
hetta inniber eftir míni fat-
an, at um nakað meira verð-
ur at frætta um uppskot
Landsbankans, eigur hetta
eisini at verða kannað.
Karl Heri legði afturat, at
mikudagin var skriv komið
frá løgmansskrivstovuni,
sum viðvíkti ætlanunum hjá
Landsbankanum. Orsakað
av stutta skotbráðnum varð
hetta tó ikki viðgjørt á fund-
inum, men hann roknaði tó
við, at hetta fór at verða
gjørt seinni.
Barnaansingin verður
nú yvirtikin
Annað mál á fundinum var,
hvussu barnaansingin í
Klaksvíkar Kommunu skal
skipast komandi árini.
Í hesum máli tók býráðið
undir við tilmæli frá sosialu
nevnd og fíggjarnevndini.
Í stuttum kann sigast um
uppskotið, at eitt starvsfólk
verður sett í samband við
ætlaðu yvirtøkuna av barna-
Allir møguleikar eru enn opnir
Á býráðsfundi mikukvøldið var semja um, at Klaksvíkar Kommuna ikki verður við í einum kommunalum samtaki, tá
kommunuskuldin skal endurfíggjast. Eisini var samtykt, at kommunan nú skal seta eitt fólk í sambandi við yvirtøku av
barnaansingarøkinum
ansingarøkinum.
Harumframt skal umsit-
ingin í býráðnum arbeiða
víðari við at kannað møgu-
lig hølisviðurskifti fyri ein-
um barnaansingarstovni aft-
urat í Klaksvíkini, umframt
at arbeiðast skal fram ímóti
eini heildarloysn á barna-
ansingarøkinum.
Í løtuni eru tilsamans 288
børn í barnaansingarskipan-
ini hjá Klaksvíkar Komm-
unu, sum fevnir um barna-
garð,
útibarnagarð
og
kommunalu
dagrøktar-
skipanina.
Karl Heri Joensen,
býráðslimur í Klaksvík,
metir, at enn er loysnin
hjá Landsbankanum ikki
útilokað, hóast kommunan
í fyrsta umfarið hevur sagt
nei takk.
Falkavegur 6 - FO 110 Tórshavn
Tel. 314600 - Fax 314601
Teldupostur: sk@post.olivant.fo
ÚTSØLA
HAFA KONTRAST
Breidd: 90 cm.
v/marmorvaski
Hvítt
Fyrr 5.396,75
NÚ 4.317,-
HAFA KONTRAST
Breidd: 120 cm.
v/marmorvaski
Hvítt
Fyrr 7.830,75
NÚ 6.264,-
Sera flottur stílur
1 pappírhaldari - 3 knagar
1 WC-bust - 1 sápuskál
1 haldari til sápuskál
Fyrr 942,50 NÚ 700,-
ANNARS NÓGV
GÓÐ TILBOÐ
Umfatar allar útsøluvørur:
Einans kontant. Vørurnar verður ikki
avlagdar, umbýttar ella afturtiknar
WC, hondvask, soylur,
bidé, baðikør, brúsubakkar
ALT SKAL ÚT!
Avsláttur
upp til 90%
Avsláttur
upp til 40%
HAFA KONTRAST
Breidd: 90 cm.
v/marmorvaski
Hvítt
Fyrr 5.959,50
NÚ 4.767,-
HAFA KONTRAST
Breidd: 90 cm.
v/marmorvaski
Hvítt
Fyrr 4.162,00
NÚ 3.329,-
HAFA KONTRAST
Breidd: 90 cm.
v/marmorvaski
Hvítt
Fyrr 5.396,75
NÚ 4.317,-
HAFA KONTRAST
Breidd: 90 cm.
v/marmorvaski
Hvítt
Fyrr 5.959,50
NÚ 4.767,-
HAFA CARL
Yvirskáp B: 60 cm.
H: 60 cm.
D: 15 cm.
Fyrr 1.087,50
NÚ 870,-
Nr. 1
Nr. 6
Nr. 8
Nr. 7
Nr. 2
HAFA OSCAR
Yvirskáp, hvítt
B: 60 cm. H: 51cm.
D: 120 cm.
Fyrr 812,50
NÚ 650,-
BRÚSUKABINUR við nógvum avsláttri
RADIATORAR við skammfíli við nógvum avsláttri
Dup. ÚTIKRANAR - avsláttur upp til 80%
GÓLVRISTIR - avsláttur upp til 80%
SLANGA til vatnleiðing svart (40 og 63 mm.)-50%
Nr. 3
Nr. 4
Nr. 5
Nr. 9
HAFA KONTRAST BAÐIRÚMSMØBLAR
Hvítt skammfílað sanitet
við nógvum avsláttri
Avmarkað nøgd!
GUSTAVSBERG IFÖ LITAÐ SANITET
CONTOUR
LITAÐIR KRANAR
RONDO FORKROMAÐ BAÐIRÚMSSETT
KØKSVASK
TIL BAÐIRÚMIÐ
BAÐI-
RÚMS-
OG RØR
VENTILATORAR
Av-
sláttur
upp til50%
Avsláttur
upp til 40%
ÚTSØLA við avsláttri heilt upp til 90%
byrjar mánadagin 28. feb. kl. 08.00 (í morgin 26. feb. er stongt)
Fyrr 1.038,75 NÚ 999,-
1 pappírhaldari
1 tannglas-
haldari
1 WC-bust
3 krókar
Baðirúmsseriur í ym. litum
Forhang - Brúsistengur
Brúsusett o.a.
NÓGV NIÐURSETT!
Brúsusett Dømi:
Fyrr 462,50 NÚ EINANS 50,-
Blýantar - Blýantspískarar - Skrivibøkur - Rokniheftir o.m.a.
1 kr. marknaður
RESÚTSØLA AV SKRIVSTOVULUTUM OG
LUTUM TIL SKÚLABRÚKS
Brævordnarar - Registerpappír -Plastlummar
Bikur v/pappírsclips á 1000 stk. o.m.a.
til hondvask,
køk, bidé, baði-
kar og brúsu.
GER KVETTIÐ
ALT SKAL ÚT!
Køkskranar
Dømi: Fyrr 2.100,- NÚ150,-
LILLEBROR
Yvirskáp, hvítt
B: 55 cm. H: 67 cm.
D: 29 cm.
Fyrr 1.095,00
NÚ 876,-
úr stáli
Sosialurin - 311820