Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-25, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. februar 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nýggjur avbjóðari á marknaðinum Stóra íslendska fíggjarfyritøkan Kaupþing fer undir virksemið í Føroyum 1. marts og í fyrsta umfari fara teir at leggja seg eftir umsita fíggjarognir hjá fyritøkum og stovnum. Hetta er ikki eitt øki, sum føroysku peningastovnarnir gera stór- vegis við frammanundan og endamálið er at økja um uppsparingina í Føroyum SVEINUR TRÓNDARSON Í gjár var tíðindafundur á Hotel Føroyum um virk- semið hjá Kaupþingi í Før- oyum. Og har kom fram, at ísl- endski bankin ikki ætlar sær undir vanligt bankavirksemi við innláni og útláni, men at hann ætlar sær undir virk- semi á økjum, sum føroysku peningastovnarnir vanliga ikki hava tikist so nógv við. Ognarumsiting Hóast Kaupþing í Íslandi er størsta fyritøkan av sínum slag og har arbeiðir við bæði íløgufeløgum, ognar- umsiting og øðrum, so verð- ur kortini farið eitt sindur varisliga til verka í Føroy- um, sigur stjórin Petur Holm. – Ognarumsitingin er tað, sum vit fyrst fara at leggja okkum eftir. Føroyskar fyri- tøkur og stovnar hava eina rímuliga stóra ogn, sum ikki kastar so øgiliga nógv av sær og tí ætla vit í fyrsta umfari at gera nakað við tann partin, greiddi stjórin frá á tíðindafundinum. Hann vísti eisini á, at hó- ast stórar peningaupphædd- ir eru innistandandi í før- oysku peningastovnunum, so eru eisini nógvur pening- ur innistandandi í útlendsk- um peningastovnum. – Tað er eisini hesum pen- ingi vit fara at hyggja eftir, tá vit byrja at arbeiða, sigur Petur Holm. Forskot upp á privatisering Johnny Brøgger, sum starv- ast hjá Kaupþingi í Luxem- bourg, greiddi annars frá, at Kaupþing hevur verið sera virkin á marknaðinum í sambandi við privatisering- arnar í Íslandi. – Hetta hava vit eisini havt í huganum, tá vit hava hugt eftir Føroyum og vit meta, at vit eru sera væl fyri, tí umstøðurnar í londunum báðum eru so líkar, sigur hann. Hann vísir á, at fiskivinn- an er høvuðsvinnan í báðum londunum og mynstrið í Føroyum, sum tað er nú, er ógvuliga líkt tí tað var í Ísl- andi fyri nøkrum árum síð- ani. Íløgufeløgini koma seinni Eitt fyribrigdið, sum hevur stungið seg upp í Íslandi seinastu árini eru íløgufel- øgini. Tey gera íløgur fyri ein- stakar íleggjarar í virðis- brøv, heldur enn at teir sjálvir gera íløgurnar - ella at tær als ikki vera gjørdar. Í løtuni rekur Kaupþing 19 slík íløgufeløg. Fimm teirra vera rikin í Luxem- bourg. Slík íløgufeløg eru ókend á okkara leiðum, men tað er ikki óhugsandi, at Kaup- þing fer undir tað virksemið her á landi eisini. Hetta er kortini nakað, sum liggur longri frammi í tíðini, tí enn er marknaðurin als ikki búgvin til tað. Íløgufeløgini eru skipað á tann hátt, at einstaklingar keypa sær íløguprógv í ein- um felag, sum antin velur at keypa virðisbrøv ella í partabrøvum. Størri úrtøka Ætlanin við slíkum íløgu- feløgum er at økja um av- kasti av tí peningi, sum tann einstaki setur í felagið sam- mett við tað, sum íleggjarin kann fáa burtur úr um hann letur peningin standa í pen- ingastovni. Vágin í sambandi við slíkar íløgur er sjálvandi eitt sindur størri enn tá pening- urin stendur í peninga- stovni, men eftir øllum at døma er hann ikki størri enn so, at tað verður nógv brúkt. Harafturímóti er avkasti eisini nógv størri. Petur Holm nevndi í tí sambandinum, at økingin av uppsparingini lutfalsliga var nógv størri í Íslandi enn hon var í Føroyum. Samstundis nevndi hann, at uppsparingin til pensjóní Íslandi í fjør var nógv størri enn hon var í Føroyum. Her vísti hann á, at Kaupþing við at vera ein aktivur partur í stýringini av íløgunum hjá pensjónsgrunnunum í Ísl- andi, var við til at geva eitt nógv størri avkast enn t. d. føroysku pensjónsuppspar- ararnir fáa. Føroyskt felag - seinni Virksemið hjá Kaupþingi í Føroyum verður í fyrsta umfari skipað sum ein um- boðsstova. Enn meta íslendingar tað ikki vera ráiligt at gera eitt sjálvstøðugt felag, men gongur tað eftir ætlan, so er nokk leiðin farið verður eft- ir. Johann Viðar Ívarsson, sum er tann, sum heur kann- að grundarlagið fyri før- oyska virkseminum sigur, at gongst eftir ætlan, so verður føroyskt felag stovnað til endamálið. – Tað hevur týdning, at tað verður eitt føroyskt fel- ag, sum hevur grundfesti í Føroyum. Annars hevur verið nevnt, at Kaupþing hevði ynskt at samstarva við Føroya Spari- kassa. Spurdur um hvønn teir fóru at samstarva við segði Johnny Brøgger, at teir høvdu í hyggju, at sam- starva við allar luttakararnar á føroyska marknaðinum. – Vit halda, at vit hava ein kunnleika til hetta økið sum eingin annar hevur og tí ætla vit okkum at sam- starva við allar, segði hann. Sum sagt byrjar virksem- ið hjá Kaupþingi í Føroyum tann 1. marts, men enn eru skrivstovuhølini ikki klár. Petur Holm, stjóri, vildi ikki siga, hvar teir fara at halda til, men væntaði, at hølini fóru at vera klár um ein til tveir mánaðir. – Vit taka lógvatak við føroyingar fyri at økja um avkasti hjá føroysku uppspararunum, siga teir fýra menninir í Kaupþingi, sum 1. marts byrjar virksemið í Føroyum. Úr vinstru er tað Petur Holm, stjóri, Jann Otto Holm, íløguleiðari, Jóhann Viðar Ívarsson og Johnny Brøgger Mynd: Jens Kristian Vang Mugu broyta uppsparingarhugsanina Skal Kaupþing fáa fótin fastan í Før- oyum, skulu føroyingar broyta hugs- an um íløgur. Hetta er Jan Otto Holm greiður yvir, men hann ætlar at gera sítt til, at tað fer at eydnast SVEINUR TRÓNDARSON Nú íslendska fyritøkan Kaupþing letur upp skriv- stovu í Føroyum, hevur hon sett stjóra og íløguleiðara, at standa fyri virkseminum. Og valið fall á tveir brøð- ur, sum báðir hava starvast sum fíggjarleiðarar í sein- astuni. Sum stjóri er Petur Holm settur og sum íløguleiðari er Jan Otto Holm settur. Petur hevur seinastu tíð- ina starvast sum fíggjarleið- ari í Føroya Banka, meðan Jan Otto hevur starvast sum fíggjarleiðari í Tryggingar- felagnum Føroyar. Vit fingu orð á Jan Otto á tíðindafundinum og hann gleðir seg til hesa upp- gávuna, sum hann, saman við bróðuri sínum, fer undir. – Tað verður sera spenn- andi. Í fyrstani fara vit, sum sagt, at brúka orkuna upp á ognarumsiting, tí tað er har vit fyrst kunnu gera okkum galdandi, sigur hann. Nær ætla tit at fara í holt við íløgufeløg? – Tað er ikki nakað, sum liggur beint fyri framman, men tað verður gjørt tá vit meta at tørvur er á tí, sigur hann. Hann er fullgreiður yvir, at tað neyvan verður bein- anvegin, tí skulu føroyingar fáast at seta pengar í íløgu- feløg, so skal ein broyting til í hugsunarháttinum um uppsparing. – Men hygg at Atlantic Petroleum. Tá teir teknaðu partapening var eingin trup- ulleiki. Tí er ikki vist, at tað fer at taka so langa tíð kort- ini. Í løtuni er »bara« møgu- ligt at seta pening í útlendsk feløg, men við tíðini er eis- ini ætlanin, at fáa føroysk feløg at bjóða út virðisbrøv. Hetta er ein øðrvísi máti at útvega fígging upp á, sum ikki fyrr er nýttur her um vegir, men í Íslandi verður hetta alt meira vanligt. – Tað fyrsta vit koma at arbeiða við verður tí út- lendski virðis- og parta- brævamarknaðirnir, men við tíðini er sjálvandi ætl- anin at fáa gongd á ein før- oyskan marknað, sigur íløguleiðarin, sum tekur við starvinum 1. apríl. Petur Holm tekur við starvinum 1. marts. 5 tíðindablaðið sosialurin Nr. 39 - 25. februar 2000 4 tíðindablaðið sosialurin Nr. 39 - 25. februar 2000 EDVARD JOENSEN Seinasta fríggjadag var sjálvt tunnilsarbeiði í Eiði III verkætlanini hjá SEV liðugt. Komið var tá suður í Vesturdal, sum liggur niðan vestur frá dalinum Millum Fjarða. Klæmint Weihe, stjóri á SEV, sigur, at nú eru tíggju hol, tey sonevndu inntøkini, eftir at bora. Hetta eru hol, sum verða borað upp og niður, har vatnið frá áunum skal leiðast niður í tvør- gangandi tunnilin, sum síð- an leiðir vatnið í Eiðisvatn. Rundan um hesi inntøkini verður stoypt. Klæmint Weihe sigur, at arbeiðið hevur gingið væl, og at kostnaðarætlanin sær út til at fara at halda. Byrjað varð at bora í mai mánað 1997, og teir rokna við at lata vatn í tunnilin í mai í ár. Sostatt hevur arbeiðið tikið trý ár. Upprunaliga kostnaðar- ætlanin var 111 milliónir krónur, sigur Klæmint Weihe. Síðan er tunnilin suður í Vesturdal komin aftrat. Hesin kostar umleið 15 milliónir krónur. Ætlanin heldur Sett varð í gongd á Eiði í 1987, og 1988 var fyrsta heila framleiðsluárið. Hetta árið vórðu framleiddir 21 milliónir kilowatttímar. Tá Eiði III fer at virka, verður streymframleiðslan á Eiðis- verkinum tvífaldað, sigur Klæmint Weihe. Turbinur- nar koyra einar 3000-4000 tímar árliga, sigur hann. Eiði III ætlanin økir mun- andi um vatnnøgdina, sum kemur í Eiðisvatn. Hesum verður hædd sjálvandi tikin fyri, soleiðis at til ber at sleppa av við avlopsvatn í eini knappheit, um tað skuldi gjørst neyðugt, til dømis í áarføri. Tí verður lágur vatnstandur vanliga havdur í vatninum, sigur SEV stjórin. Men um summarið, tá vanliga turrari er, verður vatnstandurin hildin so høgur sum gjør- ligt. Tó soleiðis, at altíð slepst av við óvæntað nógv vatn. Sílini Eitt, sum nógv hevur verið umrøtt í samband við vatn- Tunnilin liðugur útbyggingina á Eiði, er síla- stovnurin í Eiðisvatni. Eiðisvatn hevði ein hampiligan stovn av góðum vatnasílum, áðrenn útbygg- ingina. Seinnu árini er líkt til, at sílini, sum fiskað verða, eru størri og feitari, enn vanligt var fyrr. Men okkurt bendir á, at tey fækka. Mett verður, at tað kemur av, at Argisá, sum rann møk eftir Vatnsoyrunum, var nat- úrliga gýtingarstaðið hjá stovninum. Hetta varð alt lagt undir vatn, tá byrging- arnar vórðu gjørdar í báðum endum á Vatninum, og eru gýtingarplássini soleiðis burtur. SEV fekk tær treytir á- lagdar, at gýtingarmøgu- leikarnir hjá sílastovninum skuldu ikki vera verri eftir útbyggingina, enn teir vóru áðrenn. Klæmint Weihe, stjóri á SEV, sigur, at tað er teirra ynski at sleppa at avgreiða hetta sum skjótast, meðan enn eru síl í vatninum. Og teir hava í grundini bíða í fleiri ár eftir loyvi at sleppa at grava eina á gjøgnum hagan. Men svar upp á um- sóknina er ongantíð komið frá hagastýrinum fyri Suð- urhelvt, sum eigur lendið, har gravast skal. Klæmint Weihe sigur, at í samráð við umhvørvisser- frøðingar á Oslo Universi- teti er SEV komið til tað úrslit, at ein nýggj á úr Tjørnini uppi í Líð, sum liggur uppi norðan fyri sunnara enda á Eiðisvatni, hevði loyst málið bæði væl og virðiliga. Fyri lítlan og ongan kostnað ber til at breiðka og tilvirka verandi á eitt sindur, og so er málið loyst. Men tað krevur loyvi frá eigarunum at fara at grava í haganum. Hóast hetta er á- lagt SEV. Hetta loyvi er enn ikki komið sigur Klæmint Weihe. Men hann væntar, at hetta kann gerast í vár. At liva ella yvirliva sum bóndi í framtíðini Bóndafelag Føroya og Meginfelag Búnaðarmanna bjóða bóndum til menn- andi vikuskiftið í døgunum 25.-27. februar 2000 á Hotel Vágum Krøv til landbúnaðin og til- lagan hava til allar tíðir ver- ið galdandi. Í dagliga strev- inum hevur fyri flest øll ver- ið eitt grundleggjandi ynski at fáa sum frægast burturúr. Togtogan er millum tað gamla og kenda og tørvin at ganga nýggjar leiðir. Vikuskiftið er ætlað at stimbra og geva íblástur til okkum, ið dagliga fáast við landbúnað. Tiltakið er skip- að so, at tað hevur alstóran týdning at møguligur hjún- arfelagi er við. Sjálvt um viðkomandi ikki beinleðis luttekur í arbeiðinum á garðinum. Eisini er hetta ætlað teimum, sum hava í hyggju at taka yvir ella festa fedrana garð. Ein partur av skránni fer at snúgva seg um, hvussu vit menna seyðahaldið í Føroyum. Vit seta spurning- in um hetta er til gaman ella álvara. Hevur hetta størri týdning fyri lív og trivnaðin kring oyggjarnar enn vit geva okkum fær um. Eisini fara vit at viðgera hvussu meira kann fáast burturúr seyðahaldinum. Fyrireikararnir hava fing- ið samband við norðmannin Ole Christian Hallesby, landbúnaðarráðgeva í fíggj- arspurningum. Serliga ar- beiðir hann við at hjálpa bóndum við avgerðum, sum hava ávirkan á liviumstøð- urnar í framtíðini. Millum annað skipar hann fyri framtíðarsmiðjum fyri Norsk Bondelag. Hann hev- ur orð á sær, at leggja dent á tey menniskjaligu virðini. Meir fæst at vita við at lesa blaðgreinina, ið er hjáløgd. Spurningar hann millum annað fer at viðgera: • Hvat er tað at vera bóndi • Hvørji viðurskifti eru av- gerandi um tú er bóndi um 10 ár • Samanberingar millum Noreg og Føroyar • Umstøðurnar fyri land- búnaðin, hvat kann bónd- in sjálvur ávirka • Áskoðanin at verða bóndi • At verða bóndi er meir enn fíggjarstøðan • Hvussu yvirliva undir ótryggum viðurskiftum • Støðan til ótryggleika • Leiðin frá dreymi til veruleika • Hvat er ein dugnaligur bóndi • Fíggjarlig stýring av fyri- tøku • Uttan íløgur steðgar fyri- tøkan • Hvussu stóra skuld orkar garðurin at bera. Hetta er eitt gott høvi til at koma heimaífrá og vera við at læra og fáa samband við starvsfelagar kring landið. Tiltakið byrjar fríggjadag klokkan 18.00 við eini mál- tíð og endar sunnudag á middegi. Kostnaðurin fyri hvønn er 1.000 kr., ið skal gjaldast inn á konto í Før- oya Banka nummar 428 155 3 ella postgiro nummar 61 042. Hava tit eitthvørt at spyrja um, eru tit vælkomin at ringja til undirritaða á telefon 328013, har eisini tilmelding fer fram innan 1/ 2 februar. Tunnilsarbeiðið í Eiði III verkætl- anini hjá SEV er liðugt. Nú eru inntøkini eftir at bora, og í vár kann vatn latast í. Eiði III verk- ætlanin umfatar økið eystan fyri Eiðisvatn støðirnar kring landið Í Gundadali tel. 31 47 70 Í Kollafirði tel. 42 10 83 Í Saltangará tel. 44 91 33 Í Klaksvík tel. 45 73 53 Í Sørvági tel. 33 20 01 Í Leirvík tel. 44 33 60 Í Skálabotni tel. 44 12 00 VIKA 8 VIKA 8 1 Wild Wild West 2 EDtv 3 Familie Terapi 4 The Faculty 5 Kærlighed ved første hik 6 Lokkeduen 7 Når godtfolk kommer til byen 8 Arlington Road 9 Notting Hill 10 Universal Soldier p e t u r & p e t u r 3 2 0 8 7 0 Kærlighed ved første hik Runaway Bride Tøkk Hjartaliga takki eg øllum, sum við blómum, gávum og á annan hátt heiðraðu 55 ára starvs- dag mín á Gamla Reinsarínum. Maria Olsen