fríggjadagur 25. februar 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 39 - 25. februar 2000
6
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 39 - 25. februar 2000
Álitini klár í dag
Efir fundin hjá uttanlandsnevndini í dag kann landsstýrið vænta sær at fáa áltini til ríkisrættarligu samráðingarnar
JOHN JOHANNESSEN
Nógv fundarvirksemi var í
gjár millum ymisku umboð-
ini í uttanlandsnevndini.
Umboðini fyri Fókaflokkin,
Tjóðveldisflokkin og Sjálv-
stýrisflokkin fundaðust í
sínum lagi, meðan umboð-
ini fyri Javnaðarflokkin og
Sambandsflokkin fundaðust
í sínum lagi.
Orsøkin til stóra fundar-
virksemið var, at uttan-
landsnevndin miðar eftir at
hava álit klár at leggja fyri
landsstýrið eftir fundin í
dag.
Nevndin hevur ásannað,
at tað ikki ber til at finna
nógv umtalaðu breiðu semj-
una, og tí arbeiða samgong-
an og andstøðan hvør í sín-
um lagi um at skriva álit.
Samgongan samd
Seinnapartin mikudagin og
fyrrapartin í gjár sótu Her-
geir Nielsen úr Tjóðveldis-
flokkinum, Eyðun Viderø úr
Fólkaflokkinum og Jákup
Sverri Kass úr Sjálvstýris-
flokkinum og royndu at
orða eina kladdu til eitt álit,
allir tríggir flokkarnir kunnu
taka undir við.
Tá Sosialurin tosaði við
samgongumenn um mid-
dagsleitið í gjár gekst hetta
arbeiðið væl, og menn vóru
vísir í, at tað fór at eydnast
at gera eitt endaligt felags
álit millum teir tíggjar
flokkarnar.
Samgonuflokkarnir
høvdu á middegi í gjár enn
ikki viðgjørt kladdur sínar
til álitið saman við Mið-
flokkinum, men tó væntaðu
teir, at tað fór at bera til at
fáa Miðflokkin at vera við í
einum felags áliti.
Hesum sýnist møguleiki
eisini vera fyri, tí Jenis av
Rana hevur gjørt púra greitt,
at hann heldur, at vit eiga at
lata landsstýrið fara til sam-
ráðingar við donsku stjórn-
ina um ein sáttmála, ið fyrst
løgtingið og síðani fólkið
kann taka undir við, tá hann
fyriliggur.
Samdir um
ríkisfelagsskapin
Sambandsflokkurin
og
Javnaðarflokkurin skuldu
hittast í gjárkvøldið at finna
út av, um tað fór at bera til
at semjast um eitt felags álit.
Hesum høvdu uttanlands-
nevndarlimirnir báðir, Heð-
in Mortensen úr Sambands-
flokkinum
og
Jóannes
Eidesgaard úr Javnaðar-
flokkinum báðir góðar vón-
ir um.
Sambandsflokkurin fegn-
ast um samtykt Javnaðar-
floksins frá eykalandsfund-
inum leygardagin, og er vís-
ur í, at tað fer at bera til at
finna fram til eitt felags til-
mæli so leingi flokkarnir
báðir eru samdir um ríkis-
felagsskapin.
Men ríkisfelagsskapurin
er eitt hugtak, ið ógvuliga
torført er at staðfesta, og tí
halda samgongufólk, at
Javnaðarflokkurin
eisini
kann førka seg nærri sam-
gonguni og vera við í einum
áliti saman við samgonuni.
Somu áskoðan hevur
Miðflokkurin, og segði Jen-
is av Rana við Sosialin í
gjár, at funnu Javnaðar-
flokkurin og Sambands-
flokkurin saman um eitt fel-
ags álit, var nógv umtalaða
breiða semjan fingin undir
land. Tí tá hevði Javnaðar-
flokkurin nevniliga megnað
at drigið Sambandsflokkin
við á sjálvstýriskós.
Hesum eru kortini hvørki
javnaðarfólk ella sambands-
fólk samd við. Men tey
vænta kortini, at flokkarnir
báðir finna saman um eitt
álit, ið mælir til at tryggja
føroyingum
ríkisfelags-
skapin og sostætt vælferð-
ina.
Miðflokkurin sigur seg
eisini leggja stóran dent á
at tryggja vælferðina, men
hann heldur ikki, at hon
kemur í vanda av ætlan
landsstýrisins um at sam-
ráða seg til nýggjan sátt-
mála við donsku stjórnina.
Tí stuðlar hann helst áliti-
num hjá samgonguflokkun-
um.
Tískil fær landsstýrið eftir
øllum at døma í dag eitt álit
frá samgonguflokkunum og
Miðflokkinum og eitt frá
Sambandsflokkinum
og
Javnaðarflokkinum.
ÓLAVUR Í BEITI
Í viðmerkingunum til upp-
skotið hjá vinnumálaráð-
harranum um vatnið í Sum-
biarbergholinum,
verður
greitt frá, at undir arbeiði-
num at spreingja tunnilin
til Sumbiar kom Landsverk-
frøðingurin á sumri í 1988 í
rivut og leyst fjall uml.
1700 metrar inni, har tað
lak rættiliga nógv vatn -
bara úr tí eina staðnum lóku
uml. 160 l/sek. Síðan hava
verið áheitanir frá bæði
kommunum og privatum
um at fáa rættin til vatnið,
sum kom úr tunlinum, men
ivi hevur verið um spurn-
ingin um, hvør hevði rættin
til vatnið, og tískil eisini
um, hvør kann veita eitt tí-
líkt loyvi – jarðareigararnir
ella tað almenna.
– Spurningurin um rættin
til vatnið í undirgrundini er
ikki einfaldur løgfrøðiliga.
Tað almenna eigur
rættin til vatnið í
Sumbiarbergholinum
Spurningurin um rættin til vatnið í undirgrundini er ikki
einfaldur løgfrøðiliga. Verandi lóggáva fevnir um rættin
til omanávatn, og gevur tí ikki svar upp á spurningin um,
hvør eigur ella hevur rættin til undirgrundarvatn, sigur
Finnbogi Arge m.a. í viðmerkingunum til uppskotið um
vatnið í Sumbiarbergholinum
Verandi lóggáva fevnir um
rættin til omanávatn, og
gevur tí ikki svar upp á
spurningin um, hvør eigur
ella hevur rættin til undir-
grundarvatn. Hetta er eisini
ein spurningur um, hvat
ognarrætturin hjá jarðareig-
arum fevnir um, og hvussu
langt hann røkkur niðureftir
- um nakað mark er.
– Hesin spurningur er ikki
svaraður – hvørki í lóggávu,
dómsvenju ella løgfrøðilig-
ari teori. Tó hava fleiri rætt-
arlærdir ta uppfatan, at ogn-
arrætturin hjá jarðareigaran-
um røkkur so langt niður,
sum tað higartil kenda van-
liga brúkið av ognini hevur
kravt.
Gagnnýta tilfeingið
– Uttan at taka støðu til
nevnda spurning generelt,
verður mett, at tað almenna
eigur rættin til vatnið í Sum-
biarbergholinum.
Vísast
kann á, at higartil er vatn
ikki útvunnið beinleiðis úr
undirgrundini í Føroyum,
og í hesum føri snýr tað
seg um vatn, sum rennur í
bergholið, sum tað almenna
hevur latið gjørt, og sum
neyvan hevði komið fyri ein
dag, um bergholið ikki varð
gjørt. Tað verður tí ikki
mett, at slík lóg hevði gjørt
inntriv í verandi rættindi hjá
jarðareigarum.
– Fyri at fáa eina greiða
heimild til at geva privatum
ella øðrum rætt til at gagn-
nýta hetta tilfeingið, verður
tó mett, at tað er ráðiligast
við serligari lóggávu á øki-
num, soleiðis at landsstýr-
ismaðurin fær eina lógar-
festa heimild til hetta. Som-
uleiðis skal lógin áseta tey
atlit, sum skulu takast, tá
loyvi verða givin, sigur
Finnbogi Arge m.a. í við-
merkingunum til uppskotið.
Sjúka hjá arbeiðsleysum veksur munandi
Fleiri og fleiri í Danmark
vísa arbeiðstilboðum aftur,
tí at tey eru sjúk. Sjálvt um
talið á arbeiðsleysum tey
seinastu 2 árini hevur verið
fallandi, so eru málini, har
arbeiðsleys siga nei til ar-
beiðstilboð
orsaka
av
sjúku, tvífalda.
Tá ið arbeiðsleys hava
fingið sjúkradagpengar í
meira enn eitt ár, skulu tey
til eitt sokalla »rådigheds-
check« hjá A-kassanum,
har møguleiki er fyri, at tey
missa dagpengarnar og
verða flutt yvir til forsorg-
arlógina hjá avvarandi
kommununi. Av tí sama,
hava bæði kommuna og A-
kassi áhuga í at tey arbeiðs-
leysu halda seg undir mark-
inum og fáa vanligar dag-
pengar, áðrenn tíðarfreistin
er úti. Og tað náa stórt sæð
øll.
99% av teimum arbeiðs-
leysu sum fáa sjúkradag-
pening, hava eina saman-
lagda sjúkufráveru, sum
liggur beint undir marki-
num uppá 1 ár. Fáa tey
sjúkradagpening í 1 ár
leingist áramálið í A-kass-
anum við 10 mánaðum og
satsurin á dagpengum og
sjúkradagpengum í Dan-
mark er tann sami.
Úrslitið er, at ikki fyrr
enn fólkini verða kallað til
arbeiðis finnur Arbejdsfor-
midlingen (AF) út av, at tey
als ikki eru tøk á marknað-
inum, av tí at tey eru sjúk,
og tá fella tey yvir í sjúkra-
dagpeningaskipanina.
Hetta er ein fittligur máti
at útseta aktiveringina.
Øll arbeiðsleys skulu av
røttum boða a-kassanum
frá um tey gerast sjúk og
ikki eru tøk á arbeiðs-
marknaðinum. Men í veru-
leikanum hevur tað ongar
fylgjur, um tú ikki gert tað,
av tí at sjúka verður góð-
tikin sum galdandi orsøk
fyri ikki at taka av arbeiðs-
tilboði.
(Kelda: Vinnuhúsið)
Vísur í góðari ráðgeving
Høgni Hoydal sigur seg einki hava frætt um, at uttanlandsnevndin fer at handa landsstýrinum álit í dag,
men hann væntar holl og greið ráð, tá tey koma
Skal framhaldandi
ráðgeva
Tá landsstýrið er liðugt at
orða endaliga samráðingar-
uppleggið, fer málið aftur í
uttanlandsnevndina
at
venda, áðrenn hol verður
sett á samráðingarnar. Sam-
bært Høgna Hoydal, er
uttanlandsnevndin tá aftur
vælkomin at mæla til broyt-
ingar í endaliga samráðing-
arupplegginum, og verða
hesar eisini framdar.
– Uttanlandsnevndin skal
JOHN JOHANNESSEN
– Tá álitini koma frá uttan-
landsnevndini, rokni eg við
greiðum útmeldingum um,
hvørjir trupulleikarnir í ein-
staku punktunum í upprit-
inum eru.
Høgni Hoydal er sann-
førdur um, at uppritið til rík-
isrættarligu samráðingarnar
hevur fingið holla viðgerð í
uttanlandsnevndini, og er
hann vísur í, at ráðini í álit-
inum ella álitunum fara at
hjálpa landsstýrinum almik-
ið, tá endaliga samráðing-
aruppleggið skal orðast.
Beinagrindin er klár
Høgni Hoydal sigur, at
landsstýrið hevur gjørt sær
eina beinagrind til eitt
endaligt samráðingarupp-
legg, men verður hetta ikki
liðugt skrivað fyrr enn
uttanlandsnevndin hevur
handað landsstýrinum álit
síni.
Um álitini verða latin
landsstýrinum eftir fundin í
uttanlandsnevndini í dag,
dugir Høgni Hoydal einki
at siga um. Men hann sigur
seg skilja á lagnum, at
nevndin er farin undir at
orða álit.
– Vit fara sjálvandi at lurta
eftir teimum ráðum, vit fáa
í álitunum, og somuleiðis
fara vit at laga endaliga
samráðingaruppleggið eftir
álitunum,
sigur
Høgni
Hoydal.
sleppa
at
flyta
hvørt
komma, um tað er tað, hon
vil, leggur Høgni Hoydal
dent á.
Men tíðin, uttanlands-
nevndin fær til hetta, er av-
markað, tí landsstýrið hevur
biðið donsku stjórnina um
samráðingar í seinnu hálvu
av mars.
Høgni Hoydal, landsstýr-
ismaður í sjálvstýrismál-
um