Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-14, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. juni 2001síða 13

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 112 - 15. juni 2001 Nr. 112 - 15. juni 2001 25 gult24 cyan24 magenta24 svart24 gult25 cyan25 magenta25 svart25 Jakob Kjeldbjerg noyddist at gevast sum leikari, tá skaðar- nir gjørdust ov nógvir í tali, men fótbólturin rullar tó enn. Hvønn sunnudag er hann á skíggjanum, tá sigast skal frá dystunum í donsku superliguni SAMRØÐA Orð: Jákup Mørk Myndir: Álvur Haraldsen Tað var ein dreingjadreym- ur, sum rann út hjá Jakob Kjeldbjerg, beint eftir at farið var í holt við donsku superliguna á heysti 1993. Millum áskoðararnar til dystin millum Silkeborg og AGF í Aarhus var hin navnframi Glen Hoddle, sum hevði í kvittanunum at finna sær ein nýggjan verj- uleikara til Chelsea, har hann tá var venjari. Fáar dagar eftir dystin kom eitt faks inn á skriv- stovuna hjá Silkeborg, og boðini í hesum vóru púra greið. Hevur Jakob Kjeld- bjerg hug at gerast Chel- sea-spælari, skal hann bara koma her innan 24 tímar. Soleiðis byrjaði fótbólts- ævintýrið hjá væl dámda sjónvarpsvertinum, sum nógvir av føroysku sjónvarpshyggjarunum kenna frá fótbóltssending- ini hjá TV3, Onside. Sjálvur heldur Jakob Kjeldbjerg, at hetta var eitt sera stórt stig hjá sær at taka. – Eg kom jú úr Silke- borg, sum annars gjørdust meistarar, eftir at teir høvdu selt meg. Nakað sum eg annars havi hoyrt nógv fyri. Sjálvt um freist- in var stutt, so var eg so slettis ikki í iva um, at eg skuldi taka av. Tað var bara um at koma avstað. Eisini tí tað ikki var víst, at eitt slíkt tilboð kom aftur í bræði. Eg spældi jú i Jyl- landi, og tað hevur ongan- tíð verið haðani, at teir flestu spælararnir verða seldir til útlandið. Tað verða teir í Keypmanna- havn. Við til at gera Chelsea stórt Tá hetta hendi, var Chelsea ikki eitt somikið stórt felag, sum tað er í dag. Hetta var tó byrjanin til nakað nýtt, og tað er eing- in loyna, at tað var við set- anini av Glenn Hoddle, at stórfelagið Chelsea byrjaði at daga fram. Hann var júst settur sum venjari, og hann setti sær fyri at fáa liðið at spæla meira kontinentalt, sigur Jakob. – Til hetta skuldi hann so eisini finna sær nýggjar leikarar, men tá hevði fela- gið ikki so nógvar pengar, sum teir hava í dag. Teir noyddust tí at leita sær bíligar leikarar so sum meg. Í dag er støðan jú ein onnur, og teir venda ístaðin eyguni móti einum Marcel Desailly ella Lebeouf. – Tað var tó ikki beinan- vegin, at úrslitini av broyt- ingunum hjá Hoddle sóust. Gaman í komu vit í FA- Cup finaluna fyrsta árið, men annars gekk ikki so øgiliga gott. Tekningin til nakað stórt var tó at hóma. Talan var soleiðis um eina sera spennandi tíð hjá unga jútlendinginum, men lukkan vardi tó ikki so leingi hjá honum. Eftir bert tveimum árum byrj- aðu skaðar at gera somikið Varðveitti starvið í fótbóltinum Jakob Kjeldbjerg slapp at royna dreingjadreymin, tá Chelsea hevði tørv á einum verjuleikara, men bert tvey ár seinni noyddist hann at gevast við fótbóltinum – Tað vóru Todi og Zuma, sum gjørdu tað stuttligt at hyggja at FCK nógv um seg, at tað at enda ikki var annar útveg- ur enn at verða staðfestur sum fótbóltsinvalid. – Tað var ein knæskaði, sum gjørdi, at eg mátti gevast. Alt hetta við skað- unum byrjaði tó eftir tveimum árum, tá eg fekk ein skaða í økslini. Undir uppvenjingini var eg óheppin og meiddi meg. Síðani komu so alt fleiri skaðar, og at enda mátti eg bara gevast. Hetta var sjálvandi ein sera tung av- gerð fyri meg, og tað er eingin loyna, at hetta var eitt hart tíðarskeið fyri meg persónliga. Varð verðandi í fótbóltinum Hóast dreymurin hjá Jakob soleiðis bert vardi í tvey ár, so merkti hetta ikki, at hann fullkomuliga slepti takið á fótbóltinum. Í Chelsea varð eisini roynt at hjálpa, og danska leikara- num stóð eisini í boði at fáa starv hjá felagnum. – Tað var eisini soleiðis, at eg fegin vildi verða í London. Tað var her eg møtti konu mínari, og vit høvdu bæði hug at verða. Tað varð eisini tosað aftur og fram um, hvørji størv eg kundi fáa í felagnum, og alt endaði so við, at eg fekk starv á sjónvarpsráini hjá felagnum. Eitt starv, sum eg hevði í eitt ár, og sum eg helst eisini hevði kunna hildið fram í, ella kanska koma aftur til seinni. Orsøkin til, at Jakob Kjeldbjerg tá valdi at flyta, var, at hann tá brádliga fekk eitt gott tilboð, um at koma til Danmarkar at starvast. – Fyrst var tað Dan- marks Radio, sum var á vøllinum. Eg gjørdist tá frásøgumaður til »Tiups- lørdag«, og so gekk brádd- liga skjótt. TV3 ætlaði sær eisini inn á fótbóltsvøllin. Tá vóru bert tveir mans, sum vóru knýttir at ítrótti- num, og so var bara at fara í holt við at byggja alt upp. Eitt ára royndir innan sjónvarpsyrkið kann ikki sigast at vera serliga nógv, tá ein nýggj støð skal byggjast upp, men tann í dag so vælkendi sjónvarps- verturin heldur tó ikki, at hann stóð heillt á berum. – Nei, eg hevði so hóast alt nakrar royndir frá fót- bóltinum. Tað gav mær í øllum førum møguleika at fáa nakrar samrøður við kendar leikarar, sum eg kanska ikki hevði fatur á annars. Tað er avmarkað, hvønn fyrimun hetta gevur mær í dag, men tá gav hetta mær ein stóran fyri- mun. Spurdur, um hetta at starvast innan fótbóltin kanska er ein háttur at vera aktivur innan fótbóltin, sigur hann, at tað kann mann væl siga. – Siðani eg kom á ung- dómslandsliðini hjá DBU sum 14-15 ára gamal, hev- ur so at siga alt snú seg um fótbólt. Hetta var jú ein møguleiki hjá mær at halda meg innan hetta øk- ið, og tað er nakað, sum eg havi verið sera glaður fyri. Hóast tað at kalla bert er úr fótbóltinum, at heimligu hyggjararnir hava sæð Jakob, so er hetta tó ikki tað einasta, sum hann tekst við á støðini. Tá yvirritaðu vóru á vitjan, hevði hann úr at gera við at fyrireika seg til fyrstu roynd sína sum frásøgumaður til boksidyst. – Tá Elkjær kann, so kann eg pína doy eisini, ljóðar tað flennandi, tá vit vísa á, at hann við hesum ikki er tann fyrsti fyrrver- andi fótbóltsleikarin, sum skal royna seg undir boks- idysti. Verið errin av Toda Sæð frá einum føroyskum sjónarhorni, so er mest áhugaverdi parturin av ar- beiðinum hjá Jakob Kjeld- bjerg tó, tá hann eftir ymsu umførini í superliguni hev- ur greitt frá, hvussu ymsu liðini hava staðið seg. Okkara áhugi í hesum er sjálvsagt, hvussu tað gongst okkara fótbóltsúti- setum, og ikki kann sigast annað enn, at hetta hevur gingið væl seinnu árini. Í fjør vóru tað Jákup Mikk- elsen og Herfølge, meðan tað í ár eru Todi Jónsson og FCK, sum kunnu rópa seg meistarar. Vit spurdu at enda Jakob Kjeldbjerg, hvørjar orsøkir hann held- ur vera tær týdningarmestu til DM-heitið hjá FCK, og hvussu hann metir um avrikini hjá Toda í hesum. – Tit sóu jú ein sera, sera kenslubornan Flemming Østergaard sunnudagin, og tað er eingin loyna, at hetta hevur verið ein long proses hjá FCK. Tað er heldur eingin ivi fyri mær, at Flemming Østergaard eig- ur ein sera stóran part av hesum. – Hann hevur sjálvur viðgingið fleiri mistøk, sum hann hevur framt á vegnum, men hann hevur roynt og roynt. Eisini hevur hann styrkt seg á ítróttarliga økinum við at seta Niels Christian Holm- strøm (ítróttarstjóri, blðm) í starv, og ikki minst við Roy Hodgson (venjari, blðm.). Uttan Roy Hodg- son varð FCK ikki meist- ari. – Hodgson fekk so eisini teir leikarar, sum hann vildi hava. Ikki minst Ståle Solbakken og Jacob Laur- sen, og síðani teir komu til felagið, hevur liðið bert tapt ein av 27 dystum, og tað í sjálvum sær er eisini fantastiskt. – Lat meg fyrst siga, at tað var sera óheppið, at Todi ikki kundi vera við móti Brøndby, tá gullið varð tryggjað. Tað vóru serstakliga hann og Zuma, sum seinastu umførini vístu mær, at FCK var eitt meistaralið. – Teir høvdu jú ikki tapt í langa tíð. Einar 16-17 dystir uttan tap, men fleiri teirra vóru rættiliga keð- iligir. Tað vóru Todi og Zuma, sum gjørdu tað stuttligt at hyggja at FCK. Brádliga skaptu teir báðir eitt fantastiskt álopspar. – Eitt sindur løgið og tilvildarligt, tí Zuma varð fluttur úr miðvøllinum av taktiskum ávum, men við at fara í álopið, fekk hann eisini tað besta fram í Toda. – Todi hevur jú alt. Kanska ov nógv av skaðum, og tí er tað spell, at tað ikki er fyrr enn nú, at hann veruliga hevur prógvað síni evni. Hann hevur jú alt. Góðan teknik, sparkiteknik – og so hevur hann eisini skotið nøkur fantastisk mál. Honum kunnu tit veruliga vera errin av í Føroyum, sigur altso fótbóltsserfrøðingurin hjá TV3 at enda. – Tá Elkjær kann, so kann eg pína doy eisini, sigur Jakob um nýggjastu avbjóðing sína, at siga frá boksidystum C M Y K 25 24