hósdagur 14. juni 2001síða 13
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 111 - 14. juni 2001
Nr. 111 - 14. juni 2001
25
gult24 cyan24 magenta24 svart24
gult25 cyan25 magenta25 svart25
Landssjúkrahúsið
Fo 100 Tórshavn
Sjúkrasystir til
oyrna-, næsa-
hálsdeildina
Á ONH er starv sum sjúkrasystir á starvsbrøki 0,75
leyst at søkja til setan 1. august 2001 ella eftir
avtalu.
Á deildini eru 2 sjúkrasystrar, 1 skrivari og tveir
serlæknar.
Vit søkja eftir sjúkrasystir:
•
sum hevur prógv og góðkenning sum sjúkra-
systir
•
við fakligari vitan og royndum í kirurgiskari
sjúkrarøkt
•
sum hevur hug til at verða við til at menna og
seta sín dám á deildina
•
sum er opin og positiv við góðum samstarvs-
evnum
Vit kunnu bjóða
•
eitt áhugavert og spennandi starv
•
eitt dynamiskt, fjølbroytt og vinarligt arbeiðs-
umhvørvi
•
fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
•
positivt tvørfakligt samarbeiði
•
møguleika fyri fakligari og persónligari menn-
ing
•
upplæring á deildini
Setanartreytir:
Løn og setanartreytir smb. sáttmálan millum
Sjúkrasystrafelag Føroya og Fíggjarmálastýrið.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
Ceciliu Vestureið, yvirsjúkrasystir, telefon 31 35
40, lokal 127 ella kallara 129 ella á e-mail
ceci@ahs.fo
Umsóknarfreistin er: 28. juni 2001, kl. 12.00
Skrivligar umsóknir við avriti av prógvum og
viðmælum e.l. skulu sendast til:
Almanna- og heilsumálastýrið
Starvsfólkadeildin
Eirargarður 2
100 Tórshavn
Tofta skúli
Søkt verður eftir lærarum til Tofta skúla skúlaárið
2001/2002:
•
2 størv 26,5 tímar fyri lærarar í farloyvi
•
1 starv 26,5 tímar
•
1 starv uml. 20 tímar
Størvini,sum eru tíðaravmarkað til skúlaárið 2001
/2002, verða lønt sambært avtalu millum Føroya
Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið í lønarflokki
18.1 til 27.4.
Nærri fæst at vita um størvini frá skúlastjóranum
á tlf. 447332.
Umsóknirnar skulu vera skúlanevndini í hendi í
seinasta lagi mánadagin 25. juni kl. 16.00.
Leggið við ljósrit av prógvi og møguligum við-
mælum!
Skúlanevndin í Nes kommunu
v/ Elin á Torkilsheyggi
655 Nesi
Fólk
Til pakkideildina hjá okkum søknast vit eftir fólki
til fast arbeiði og fólki at avloysa í summarferiu-
tíðini.
Áhugað biðjast vinarliga venda sær til okkara og
tosa við sølustjóran Claus Mørkøre.Tlf. 31 46 50
P/F Poul Michelsen
Uppsetan og skipan
av barrum
Brúdleyp
Rundar føðingardagar
Starvsfólkaveitslur
Ársveitslur
Reseptiónir
og tílíkt
Til:
Hans á Lag Sp/f
Tlf. 21 93 83
hanslag@post.olivant.fo
Sosialurin 311820
-tað loysir seg
Skrivari
til Viðareiðis Kommunu
Viðareiðis Kommuna søkir hervið eftir skrivara,at
byrja 1.8.2001.
Av uppgávum kunnu m.a. nevnast:
•
Hava Kommunuskrivstovuna opna ein dag
um vikuna.
•
Bókhald.
•
Er skrivari á kommunustýrisfundum.
•
Tekur sær av øllum vanligum skrivstovu-
arbeiði.
Arbeiðstíðin verður fyribils 10 tímar/viku.
Løn sambært avtalu.
Møguligar umsóknir skulu vera Kommunustýr-
inum í hendi innan 1. juli ár 2001.
Meira fæst at vita um skrivarastarvið við at venda
sær til borgarstjóran.
Viðareiðis Kommuna
750 Viðareiði
Vøruvognur til
sølu
Toyota HI-ACE 2.4 Diesel.
Árg.: 06.08.98
Km: 57.000
Prísur: 148.500 við mvg.
BBR SERVICE
Við løkin
620 Runavík
Tlf. 449111/219011
Jeepur til sølu
Mazda B 2500 Diesel FWD
Árg.: 04.12.96
Km: 118.000
Prísur: 125.000 við mvg.
BBR SERVICE
Við løkin
620 Runavík
Tlf. 449111/219011
Høli til leigu
Kjallarin á Sosialinum er til leigu. Hølini eru slakar
100 fermetrar til víddar, inngongd er til hølini frá
parkeringsøkinum niðan fyri húsini og parkerings-
viðurskiftini eru góð.Nærri fæst at vita við at ringja
til Sosialin 311820 ella 216409.
Sosialurin
Fólk søkist
Søkt verður eftir barrfólki og duravørðum at
byrja skjótast gjørligt.
Løn eftir avtalu.
Tlf. 319696 / 219696
Kappsiglingin
á eystanstevnu
verður leygardagin 16. juni.
Starturin verður kl. 15. Umboð fyri bátarnar skulu
møta í bátahylinum í Runavík kl. 14.
Tilmelding:
Jónsvein 447084,
Eiler 448176 og
Regin 448587
Áhugafelagið »Seglið«
Maskinmeistari
søkist
Søkt verður eftir einum maskinmeistara til at vera
feriuavloysari í summar á elverkunum hjá SEV í
Suðuroy. Ynskt verður, at viðkomandi kann byrja
skjótast gjørligt og vera í starvi til uml. mánaðar-
skiftið september/oktober í ár.
Tað er ein fyrimunur, men ikki ein treyt, at um-
søkjararnir hava fulla maskinmeistaraútbúgving.
Lønin verður ásett eftir útbúgving og starvsaldri
sambært sáttmála millum SEV og Maskinmeist-
arafelagið.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at
venda sær til verkmeistaran á elverkunum í
Suðuroy um skrivstovu okkara í Vági, tlf. 373016
ella til skrivstovu okkara í Tórshavn, tlf. 311366.
Umsóknir saman við prógvum og møguligum
ummælum skulu sendast til Elfelagið SEV, Landa-
vegur 92, Postrúm 319, 110 Tórshavn.
Elfelagið
Tjaldurs Apotek
Søkt verður eftir 2 farmakonomnæmingum, at
byrja 6. august 2001.
Ert tú áhugað/ur at nema tær útbúgving innan
apotek, kunnu vit bjóða tær eina spennandi og
áhugaverda útbúgving.
Farmakonomútbúgvingin umfatar í stuttum:
Læra at arbeiða við heilivági, framleiða heili-
vág, læra um hvørji evni eru í, og hvussu heili-
vágur virkar og skal handfarast.
Læra at arbeiða saman við nógvum starvs-
fólki, at arbeiða sjálvstøðugt og taka avgerðir
sambært givnum lógum.
Læra at geva kundum okkara góða tænastu
og leiðbeining í sambandi við útflýggjan av
apotekaravørum.
Útbúgvingin tekur 3 ár, og fer fram á Tjaldurs
Apoteki í Tórshavn, í samstarvi við Farmakonom-
skúlan í Hillerød, har næmingurin skal í skúla frá
1–4 vikur ísenn, íalt 7 ferðir í lærutíðini. Eftir 2 ár,
og tá lærutíðin endar, er próvtøka á skúlanum.
Krøv til umsøkjaran: Students/HF prógv, HH ella
HT.
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum og møgu-
ligum viðmælum verður at senda til
Tjaldurs Apotek
Postboks 3010
110 Tórshavn
áðrenn 9. juli 2001.
Musikkskúla-
skipanin
Søkir eftir lærarum í hesum greinum til tíðar-
avmarkaðar setanir í august 2001.
Sellolærari til 3 vikutímar í Klaksvík.
Klaverlærari til fulltíðarstarv í Tórshavn, Norður-
streymoy og Sandoy.
Lærari í slagverki til 5 vikutímar í Tórshavn.
Lærari til teori, hoyrilæru og lagsmíð. Tilsam-
ans 7 vikutímar í Tórshavn.
Floytulærari til 6 vikutímar í Vágum.
Messinglærari til 6 vikutímar í Fuglafirði og 4
vikutímar í Tórshavn.
Gittarlærari til 12 vikutímar í Tórshavn.
Førleikakrøv: Musikkpedagogiskt prógv frá
konservatorium ella onnur javnsett hægri
tónleikaútbúgving krevst. Framførsluroynd kann
verða kravd í sambandi við setan.
Lønar- og setanarviðurskifti sambært sáttmala
millum Fíggjarmálastýrið og Musikklærara-
felagið.
Umsóknarfreist: 25. juni 2001. Meira fæst at vita
hjá leiðaranum.
Umsókn skal sendast til:
Musikkskúlaskipanin
Martin Mouritsen, leiðari
Hoyvíksvegur 72
FO 100 Tórshavn
Tlf 316462 / 216462 Fax 316991
T-postur: martin@mms.fo
Bilur við skaða
Fyri P/F Trygd selja vit ein Toyota Corolla 2.0 Die-
sel sedan 4 hurðar. Bilurin hevur skaða og verður
seldur fyri hægsta boð sum hann stendur við
skaða.
Skrásettur fyrstu ferð 14.10.1998.
Km 79.800
P/F Reyni Service
Bilasølan
tlf. 313040
C
M
Y
K
25
24