Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-14, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. juni 2001síða 12

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 112 - 15. juni 2001 23 gult23 cyan23 magenta23 svart23 23 22 Nr. 112 - 15. juni 2001 gult22 cyan22 magenta22 svart22 C M Y K 22 Todi Jónsson fór longu í summarfrí sunnudagin, og tí tóktist hann heldur róligari enn sunnu- dagin, tá FCK miku- kvøldið kundi taka ímóti stóra steyp- inum, sum er sjónliga tekinið um meistara- heitið hjá felagnum DM-GULL Álvur Haraldsen/ Jákup Mørk - Odense Samanborið við sunnu- dagin var tað ein heldur róligari Todi Jónsson, sum mikukvøldið júst hevði havt hendur á steypinum, sum sjónliga teknið´um, at hann nú er danskur meistari í fótbólti. Nýggjar avbjóðingar Heldur ikki hesa ferð var Todi millum leikararnar á vøllinum. Nú meistaraheit- ið var heima, var eingin orsøk at taka nakrar kjansir, og tí byrjaði summarfrí hansara sunnukvøldið. - Ja, hesin dagurin er eitt sindur øðrvísi. Nú hevur mann líka sum fata tað betri. Vant seg við at vera meistari. Sunnudagin og mánadagin skuldi mann venja seg við tað, men nú er tað nakað heilt annað. Spurdur, um tað nakran tíð var upp á tal, at hann skuldi taka lut í dystinum í dag, svarar Todi, at tað var tað ikki. - Nei, nei. Eg fór í summarfrí sunnudagin. Tá var alt allíkavæl avgjørt. Eg vandi eitt sindur hvønn dag, so tú kanst kalla tað eitt slag av summarfrí við venjing. Jú. Sum danskur meistari bjóðar komandi heystið Toda og teimum eina rúgva av avbjóðingum. Møguleiki er at vinna seg í bólkaspæl- ið í Champions-League, har veruliga stóru mót- støðuliðini bíða, og tá kappingarárið byrjar longu seinast í juli-mánaði, verður ikki tann stóra hvíldin, sum leikararnir fáa, áðrenn farast skal í holt við fótbóltin aftur. Hóast Flemming Østergaard sjálvandi frøddist um meistara- heitið, so hevur hann longu snarað eyguni móti komandi ári- num, har nýggjar av- bjóðingar bíða DM-GULL Álvur Haraldsen/ Jákup Mørk - Odense Sunnudagin kundu sjón- varpshyggjarar hjá TV3 síggja ein óvanliga kenslu- bornan Flemming Øster- gaard. Tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð, og meist- araheitið var veruleiki, fingu kenslurnar frítt at fara. Stóri maðurin lat tár- ini rulla niður eftir andlit- inum, og duldi heldur ikki fyri, at talan við hesum hevði verið um ein dreym, sum nú var runnin út. - Tað er einki at siga til, at sunnudagurin var serligur, segði Østergaard, tá vit skiftu orð við hann eftir seinasta dystin. - Alt tað, sum eg havi arbeitt við seinastu fýra árini, riggaði brádliga saman. Tað var eins og hesi fýra árini runnu fram fyri mær aftur. - Dagurin í dag er tó eisini stórur. Vit hava jú fingið steyp og gullmerki, og tað eru sjálvandi sear fegnir um. Ikki av løttum Hóast meistaraheitið nú er heima, so heldur stjórin í felagnum tó ikki, at nøkur orsøk er at hvíla á rósunum, sum nú eru at hóma, - Nei, tað kunnu vit sjálvandi ikki. Hjá okkum er bara at njóta nú’ið, og so mugu spælararnir sleppa í summarfrí. Vit hava jú stórar uppgávur komandi ár, og skulu millum annað út í Europa at spæla. Tað er tó ikki bert á ítróttarliga økinum, at Flemming Østergaard ætl- ar, at felagið framvegis skal verða sjónligt. Tey fýra árini, sum hann hevur verið í felagnum, eru karmarnir broyttir heilt nógv. Eitt stórt virki Seinastu tíðina hevur verið tosað um enn fleiri víðkan- ir. Millum annað sigst ein sjónvarpsstøð at vera áveg- is, men hesi tíðindi verða so ikki váttaði av Østergaard. - Tað er soleiðis í Dan- mark, at um tú hevur ætlan- ir um at gerast størri, so skalt tú geva Fondsbørsini boð fyrst, so tað fái eg ikki svarað. Tað stutta av tí langa er tó, at tey, sum kenna meg og FCK, tey vita av, at tað eisini fram- yvir fer at henda nakað alla tíðina. - Talan verður tó ikki um nøkur fantasiprojektir av nøkrum stað, men tað sum vit plaga at rópa kontroll- eraður vøkstur. - Tað, sum vit hava sýnt seinastu árini á vinnuliga økinum, hevur so ikki verið heilt býtt. Fyri á leið trimum árum síðani hevði felagið eitt virði upp á einar fimm milliónir. Í dag verður tosað um eina hálva milliard, so vit hava í øllum førum nógv at vera errin um. - Sum eg segði í áðni, so hava vit tó ikki tíð at taka okkum av løttum, sam- stundis sum vit siga øðrum, hvussu dugnalig vit eru. Tað er nú, tá vit eru komin á toppin, at vit skulu sýna dugnasemi. Tað snýr seg um at prógva hetta, meðan vit eru á oddinum, og tá mótgongdin kemur. Tí taki eg tað ógvuliga róligt nú, og royni bara at byggja víðari á okkara sonevnda »succes«, sigur Flemming Østergaard at enda. Hyggja frameftir Fyri á leið trimum árum síðani hevði felagið eitt virði upp á einar fimm milliónir. Í dag verður tosað um eina hálva milliard Farin í summarfrí Nú hevur mann líka sum fata tað betri, segði Todi Jónsson, tá hann mikudagin hevði havt hendur á stóra steypinum Hóast moyrir, so megnaði FCK eisini at vinna seinasta dystin á árinum, og eftir dystin kundu teir so enn einaferð lata seg heiðra av áskoðarun- um DM-GULL Álvur Haraldsen/ Jákup Mørk - Odense Keypmannahavnarbúgvar royndu av álvara at gera innrás í Odense miku- kvøldið. Kanska ikki sjálvan býin, men í øllum førum stásiliga stadionið hjá Odense Boldklub, van- liga nevnt OB. Teir í høvuðsstaðnum vóru nevnliga longu meist- arar, og tað einasta sum restaði, var nú staðfestingin av sigrinum. At tey í Odense skuldu síggja, at FCK er so nógv tað besta liðið. Bæði tá tað kemur til spælið á vøllinum og millum áskoðararnar. Skoraði í seinasta dysti- num Høvdu viðhaldsfólkini hjá FCK roknað við, at tey hjá OB fóru at geva skarvin yvir uttan víðari, og boyggja seg fyri meistarun- um, so fóru tey tó full- komuliga skeiv. Frá fyrsta bríksli gjørdi blá/hvítu herðurin hjá OB vart við, at tey vildu stuðla liðnum í hesum seinasta dystinum. Sangirnir dundu frá báðum pørtum, og hóast tað onkuntíð var torført at halda skil á orðunum, sum vórðu rópt oman á vøllin, so tóktist greitt, at úrvalið av sangum var stórt hjá báðum pørtum. Meðan FCK-bólkurin dýkti á við »Vi elsker FCK«, svaraður OB aftur við at rópa »De elsker kun sig selv«. Heldur argandi vildi onkur kanska hildið, men sum áskoðari var tað stuttligt at kunna staðfesta, at dysturin kundi fáast frá hondini uttan rok av nøkrum slag. Meðan áskoðararnir so- leiðis høvdu barst um yvir- takið uttan fyri vøllin, royndu spælararnir at stríðast á sjálvum vøllinum. Her varð skjótt greitt, at hóast nýkosnu meistararnir uttan iva høvdu ein part av sunnudegnum eftir í bein- unum, so ætlaðu teir sær avgjørt ikki at bróta longu røðina sum ósigraðir. Onkur upptrekk vóru eisini til møguleikar, og eftir tíggju minuttum, kom so málið, sum at kalla stað- festið meistaraheitið. Zuma hevði bóltin á brotsteigar- markinum, og tá hann legði hann tvørturum, kom Mic- hale Mio Nielsen við fullari ferð, og hamraði bóltin í málhornið. Ikki kann sigast annað enn, at tað var hóskandi, at tað gjørdist Mio, sum skor- aði málið. Liðformaðurin er spakuliga við at eldast, og møguliga var talan um seinasta dystin hjá honum yvirhøvur. Hetta er tó ikki avgjørt enn, men í øllum førum fekk hetta áskoð- ararnar at syngja um, hvussu væl Mio átti málið uppiborið. At hallarvar- partin so samstundis segði frá, hvussu skilið var í hinum dystunum hendan dagin, tóktist als ikki at rína við hjá teimum, og hví skuldi tað eisini tað? Teir høvdu longu tryggjað sær heitið, og høvdu sostatt als ikki tørv á at laga seg eftir úrslitunum hjá hinum liðunum. Show Tí gjørdist talan í seinna hálvleiki eisini nógv meira um eitt show, heldur ein vanligan fótbóltsdyst. Ald- an varð rullistartað nakrar ferðir, og at enda kom verulig ferð á hana, so hon einar fimm ferðir runt. VIP’arar og tíðindafólk sluppu heldur ikki undan alduni, og meðan taktfastu F-C-Kååå rópini geylaðu kring vøllin, hoyrdist al- samt minni til OB-við- haldsmenninar. Tá dysturin loksins varð blástur av, tók gleðisrómur- in ongan enda. Sungið var av allari megi, meðan DBU-formaðurin, Poul Hyldgaard, handaði spælar- unum gullmerkini, áðrenn hann at enda handaði Mio risastóra silvursteypið. Steypið, sum staðfesti, at FCK eru meistarar. Alt varð staðfest Eftir dystin runnu allir leikararnir yvir til tann partin av stadion, har FCK-áskoðararnir sótu, og so byrjaði gullveitslan enn einaferð Eisini hesa ferð vóru føroyskir áskoðarar at síggja við vøllin, og hóast Todi ikki var við, so varð merkið drigið fram Umframt at vinna DM-gull, fekk FCK eisini fleiri aðrar viðurkenningar. Roy Hodgson varð fyri sættu ferð í yrkisleið sínari kosin ársins venjari, meðan Zuma varð kostin ársins leikari í superliguni