hósdagur 14. juni 2001síða 12
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 111 - 14. juni 2001
23
gult23 cyan23 magenta23 svart23
23
22
Nr. 111 - 14. juni 2001
gult22 cyan22 magenta22 svart22
C
M
Y
K
22
At líta á, hava teir báðir
ikki nógv til felags. Annar
er hvítur, hin er svartur.
Annar er úr Norðureuropa,
meðan hin er úr Suður-
afrika. Annars er klænur á
at líta, hin er hampuliga
prúður. Hóast hetta, so hava
teir báðir víst seg at rigga
sera væl saman. Ov væl
vilja flestu verjuleikararnar
vera við.
- Zuma. Tað at síggja
hann spæla, kanst tú bara
njóta. Hann er skjótur og
hevur gott eyga fyri spæl-
inum, men eg veit ikki
rættiliga, hví tað hevur
riggað somikið væl ímillum
okkum báðar.
- Vit royndu tað í nøkrum
venjingardystum, tað vísti
seg bara at rigga. Næsta
dystin í vár, var Heine
Fernandez so skaddur, og tá
spældu vit aftur saman, og
tað gekk rættiliga væl. So
gingið aftur nakrir dystir,
har Heine var við aftur, og
ikki fyrr enn seinastu
dystirnar, hava Zuma og eg
so aftur spælt saman.
- Uppskriftina til, at tað
riggar somikið væl, dugi eg
í øllum førum ikki siga.
Kanska er tað tí, at vit báðir
eru skjótir. Vit klára at
draga fram við einum
manni, og so kanska gera
eina avlevering. Eisini tað,
at hvørgin okkara er serliga
sjálvssøkin haldi eg vera
ein fyrimun. Vit vilja
gjarna spæla bóltin, um hin
er fríur. Tað eru helst
fremstu orsøkirnar til hetta.
Sjálvsálitið nógv at
siga
At Todi trívist somikið væl
í álopinum nú, kann tykjast
at vera eitt sindur í andsøgn
til tað, sum hann segði
undir einari líknandi sam-
røðu fyri einum ári síðani.
Tá tóktist alt at ganga
betri, eftir at hann av varð
fluttur úr álopinum og
oman á miðjuna. Tá segði
Todi, at hetta frígjørdi hann
meira í spælinum, tí trýstið
um at skora, ikki var eins
stórt á miðvøllinum.
- Tað er nokk tað, at tá
mann skorar, og alt gongur
væl, so tyngir hetta ikki á
sama hátt. Tá eg varð
fluttur oman á miðjuna,
gekk tað illa hjá mær í
álopinum, og tá var tað ein
lætti at sleppa av við byrð-
una. Eg slapp undan trýst-
inum í álopinum, og á
miðvøllinum slapp eg eisini
meira við í spælið. Sjálvs-
álitið kom aftur, og tá eg so
eisini skoraði í fyrstu
venjingardystunum í ár, har
eg spældi í álopinum, so
gekk tað hampuliga væl
næstu dystirnar. Um málini
koma, so er álopið hóast alt
besta plássið at spæla.
Stuttligt í ár
Hampuliga væl, kann mann
helst róliga siga, at hetta
árið hevur hylnast hjá Toda.
Vit spurdu at enda klaks-
víkingin, hvørt tað nú er
stuttligari at vera FCK-
leikari, enn tað hevur verið
hini árini.
- Sjálvandi er tað stutt-
ligari enn nú. Tey árini, sum
eg havi verið við, hevur tað
als ikki gingið serliga væl.
Ofta spældu vit væl, men
um tú kortini tapir dysitn,
so er eingin, sum minnist til
tað. Tað eru úrslitini, sum
telja, og meðan vit t.d. vóru
nummar seks ella átta,
máttu vit so hoyra, at vit
bara vóru nakrar forkelaðar
hvølpar o.s.fr.
- Nú eru úrslitini við
okkum, sjálvt um spælið
ikki altíð hevur verið so
gott í ár. Fólk eru púrasta
garvill, og stemningurin er
heilt ótrúligur.
Framtíðin
Tá hann áður hevur veirð
spurdur um framtíðina og
møguligar dreymir, hevur
Todi alofast svarað, at
dreymurin er at koma til
Onglands. Skal metast eftir
avrikunum, so hevur møgu-
leikin fyri hesum ongan tíð
verið betri enn nú, men enn
hevur Todi so einki merkt
til, at útlendskur áhugi
skuldi verið fyri sær.
- Hóast talan helst hevur
verið um besta árið hjá
mær, so havi eg framvegis
havt nógvar skaðar. Í ár
havi eg tríggjar ferð verið
úti við skaða, og tað er ikki
serliga lokkandi.
- Nú kenni eg slettis ikki
mítt marknaðarvirði, men
um nú eitt felag kanska
hevur áhuga í mær, og til
dømis skal keypa meg fyri
tíggju milliónir, so er
spurningurin sjálvandi, um
teir vilja taka vágan við
Meðan leikararnir fyrr hava
verið noyddir at finna seg í
at verða róptir forkelaðir
hvølpar, so tykist hug-
burðurin mótvegis FCK at
vera nógv broyttur, nú
úrslitini eru góð
einum spælara, sum ofta er
skaddur.
Spurdur,
um
nakrir
følarar av nøkrum slag hava
verið, sigur Todi, at tað veit
hann ikki, og at hann í
øllum førum ikki hevur
merkt nakað.
- Sjálvandi er dreymurin
um útlandið enn til staðar,
men hinvegin havi eg tað
eisini gott her. Um eg ikki
sleppa víðari, so er tað
sjálvandi
keðligt,
men
upplivingarnar her hava
kortini verið góðar. Eg satsi
so uppá, at eg verði her í
eini fimm – seks ár afturat,
sigur Todi Jónsson at enda.
∆
Donsku miðlarnir
vóru fullir av
lovprísanum
mánadagin, eftir at
FCK í einum
branddysti hevði
tryggjað sær
meistaraheitið
Álvur Haraldsen/Jákup
Mørk – Keypmannahavn
Danskur fótbóltur hevur
ikki upplivað eitt slíkt brak
av einum dysti, síðani
Lyngby í 1992 tryggjaði
sær meistaraheitið, eftir at
teir á seinasta leikdegi
vunnu á B1903. Tað er
helst fremsta orsøkin til, at
alt var á gosi undan og
eftir dystinum millum
FCK og Brøndby.
Við serligum atliti til
dreymamálikð hjá Zuma,
vóru
yvirskriftir
sum
Zumagi og Løvebrøl at
síggja á forsíðunum, og
alla staðni var semja um,
at FCK átti meistaraheitið
uppiborið.
Suðurafrikanski leikarin
verður í BT sagdur at hava
eitt marknaðarvirði upp á
einar 50 mió.kr. eftir
dystin, men kortini verður
ført fram, at tað neyvan
verður í ár, at hann verður
seldur nakran veg.
Hodgson og
Østergaard
Umframt Zuma, so verður
serliga nógv gjørt burtur
úr stjóranum í felagnum,
Flemming Østergaard og
venjaranum, Roy Hodg-
son.
Don Østergaard verður
hann ofta róptur – vísandi
til stóra vald hansara –
men mánadagin varð hann
kallaður Don Jing, meðan
Hodgson
varð
róptur
Guldsmeden, og neyvan
var nakra staðni eitt krit-
iskt orð at lesa um avrikini
hjá teimum báðum.
Rok hjá
áskoðarunum
Einasta negativa umrøðan,
sum dysturin fekk, mundi
vera atburðurin hjá einum
minniluta av áskoðarun-
um, sum einamest nýttu
hetta sum eitt forum at
berjast í.
Løgreglan noyddist at
nýta megi í nógvum før-
um, og í øllum miðlunum
harmast skrivararnir um,
at hetta skuldi gerast neyð-
ugt. Breið semja tykist tó
vera um, at løgreglan
gjørdi eitt sera gott arbeiði
hesum viðvíkjandi, og at
hon eisini átti sín stóra lut
í, at talan hóast alt gjørdist
um ein sera stóran dag fyri
danskan fótbólt.
Miðlarnir frøast um brakið
Stórar litmyndir prýddu opnurnar í stóru bløðunum, tá gullbrakið millum FCK og Brøndby varð umrøtt mánamorgunin
- Nú kenni eg slettis ikki mítt marknaðarvirði, men um nú
eitt felag kanska hevur áhuga í mær, og til dømis skal keypa
meg fyri tíggju milliónir, so er spurningurin sjálvandi, um teir
vilja taka vágan við einum spælara, sum ofta er skaddur