hósdagur 14. juni 2001síða 14
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 112 - 15. juni 2001
Nr. 112 - 15. juni 2001
27
gult26 cyan26 magenta26 svart26
gult27 cyan27 magenta27 svart27
Fróðskaparsetur
Føroya
Upptøkur til hægri lestur á Fróðskaparsetri Føroya
Á Náttúruvísindadeildini
September 2001
• Støðisútbúgving í lív-/evnafrøði – tvey ára
grundútbúgving
• BS í havlívfrøði – 1 árs framhaldslestur eftir
støðisútbúgving
• Stakgreinalestur, har til ber at lesa einstakar
lærugreinir, sum undirvíst verður í.
Á Søgu- og samfelagsdeildini
September 2001
Bachelor í søgu og mentanarfrøði – trý ára grund-
útbúgving
Upptøkukrøv:
Miðnámsútbúgving ella líknandi.
Lív-/evnafrøði: B-støðið í støddfrøði, alisfrøði og
evnafrøði
Umsóknarfreist:
• 30. juni 2001
Um tú vilt hava meiri at vita ber til at lesa um út-
búgvingarnar á heimasíðu Setursins, ella við at
venda sær til deildirnar.
Umsóknarbløð fáast á heimasíðuni ella við at
venda sær til deildirnar
FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA
Postsmoga 272
FO - 110 Tórshavn
Tel. 31 53 02 - Fax 31 89 29
Teldupostur: setur@setur.fo
Heimasíða: www.setur.fo
Á Fróðskaparsetri Føroya eru: 155 studentar, 20
vísindafólk og 3. Ph.D studentar.
Endamál Fróðskaparsetursins er at inna gransking,
geva frálæru á hægri stigi og breiða út kunnleika
um vísindalig háttaløg og úrslit.
Skrivstovustarv
Eitt hálvtíðarstarv sum skrivstovufólk á Lands-
miðstøðini er leyst at seta til 1. september 2001.
Arbeiðstíðin er seinnapart.
Arbeiðið fevnir um
•
avgreiðslu av viðskiftafólki við skivuna og
um telefon
•
at læna út undirvísingarmiðlar
•
røkt av Kunningarsavninum
•
bókhald - ávísingar, rokningar v.m.
•
ymiskt annað arbeiði á stovninum
Vit vænta, at tú
•
hevur royndir í skrivstovuyrkinum
•
hevur royndir at brúka vanligastu teldufor-
ritini
•
dugir at arbeiða sjálvstøðugt, ert røkin
•
hevur góð samstarvsevni og hevur lætt við at
samskifta við fólk
Vit kunnu bjóða
•
eitt fjølbroytt og sjálvstøðugt starv í einum
stovni, sum hevur regluligt samskifti við
flestu skúlar og lærarar í landinum, og sum
hevur tætt samstarv við fyrisitingina í Menta-
málastýrinum.
•
menningarmøguleikar innan ávís øki innan
skrivstovuarbeiði.
Talan er um 1/2 starv.Starvið verður lønt sambært
sáttmálanum ímillum Fíggjarmálastýrið og
Starvsmannafelagið í bólki II.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til
Petur Ova Petersen, stjóra á Landsmiðstøðini, tlf.
318825.
Umsóknir við upplýsingum um útbúgving,
starvsroyndir v.m. skulu vera Landsmiðstøðini í
hendi í seinasta lagi mánadagin 2. juli 2001.
Landsmiðstøðin
Hoyvíksvegi 72 * Postrúm 3084
FO-110 Tórshavn
––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––
Landsmiðstøðin er tænastustovnur í undirvísingarverkinum.
Landsmiðstøðin sýnir fram og lænir út undirvísingarmiðlar,
hevur saman við MMS eina lærugreinráðgevaskipan, skipar fyri
fak- og inspiratiónsskeiðum fyri lærarum, skúlastýrislimum og
øðrum, ið varða av skúlanum.
Á Landsmiðstøðini er
miðlaverkstaður.
Á Landsmiðstøðini starvast,umframt stjóran,3 skrivstovufólk og
9 lærugreinaráðgevar – tilsamans umleið 71/2 fulltíðarstarv.
Tjaldurs Apotek
Søkt verður eftir 2 farmakonomnæmingum, at
byrja 6. august 2001.
Ert tú áhugað/ur at nema tær útbúgving innan
apotek, kunnu vit bjóða tær eina spennandi og
áhugaverda útbúgving.
Farmakonomútbúgvingin umfatar í stuttum:
Læra at arbeiða við heilivági, framleiða heili-
vág, læra um hvørji evni eru í, og hvussu heili-
vágur virkar og skal handfarast.
Læra at arbeiða saman við nógvum starvs-
fólki, at arbeiða sjálvstøðugt og taka avgerðir
sambært givnum lógum.
Læra at geva kundum okkara góða tænastu
og leiðbeining í sambandi við útflýggjan av
apotekaravørum.
Útbúgvingin tekur 3 ár, og fer fram á Tjaldurs
Apoteki í Tórshavn, í samstarvi við Farmakonom-
skúlan í Hillerød, har næmingurin skal í skúla frá
1–4 vikur ísenn, íalt 7 ferðir í lærutíðini. Eftir 2 ár,
og tá lærutíðin endar, er próvtøka á skúlanum.
Krøv til umsøkjaran: Students/HF prógv, HH ella
HT.
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum og møgu-
ligum viðmælum verður at senda til
Tjaldurs Apotek
Postboks 3010
110 Tórshavn
áðrenn 9. juli 2001.
Eykafloksting
Tjóðveldisflokkurin hevur eykafloksting leygar-
dagin 16. juni kl. 10.00 í Læraraskúlahøllini í Tórs-
havn
Til viðgerðar verða m.a. uppskot til stevnumið.
Øll tjóðveldis áhugað eru vælkomin.
Tjóðveldisflokkurin
Fuglafjarðar skúli
Søkt verður eftir lærarum til skúlaárið 2001/2002.
• 2 størv 26,5 tímar fyri lærarar í farloyvi
• 2 størv 26,5 tímar fyri lærarar, ið hava niðursett
tímatal
• 1 starv 6 tímar at undirvísa í motorlæru.
Størvini,
sum eru tíðaravmarkaði skúlaárið
2001/2002, verða lønt sambært sáttmála millum
Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið í lønar-
flokkunum 18.1 til 27.4.
Nærri fæst at vita um størvini frá skúlastjóranum á
tlf. 444087.
Umsóknir skulu vera skúlanevndini í hendi í
seinasta lagi mikudagin 20. juni kl. 16.00.
Leggið við ljósrit av prógvi og møguligum við-
mælum.
Leirvíkar Skúli
Søkt verður eftir lærarum til tíðaravmarkað størv
við Leirvíkar Skúla skúlaárið 2001/02.
• 1 lærari at undirvísa 26,5 tímar um vikuna fyri
lærara í farloyvi
• 1 lærari at undirvísa 26,5 tímar um vikuna (m.a.
til serligan tørv) og
• 1 lærari at undirvísa 6 tímar um vikuna
Størvini verða lønt eftir sáttmála millum Føroya
Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið í lønarflokkun-
um 18.1 til 27.4.
Meira fæst at vita um størvini frá fyrstalæraranum
á tlf.: 443234 ella 286935.
Umsóknir skulu vera skúlanevndini í hendi í sein-
asta lagi mikudagin tann 27. juni klokkan 18.00.
Leirvíkar Skúlanevnd
v/ Adelbert Ellingsgaard
520 Leirvík
Last og vippustell
í góðum standi, til sølu.
Er vælegnað til asfaltkoyring.
Sp/f Í Djúpagili
Djúpagilsvegur 32
FO-188 Hoyvík
Tlf. 215921
Ársaðalfundur
hjá P/f Krossbrekku í Gøtu
verður hildin í hølunum hjá P/f Varðanum leygar-
dagin tann 23. juni 2001 kl. 14.00.
Dagsskrá fyri fundin:
8. Val av fundarstjóra
9. Nevndarfrágreiðing
10. Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi
til góðkenningar
11. Støðutakan um nýtslu av yvirskoti ella rind-
an av halli, smb. góðkenda roknskapin
12. Val av nevnd
13. Val av grannskoðara
14. Mál,ið nevndin ella partaeigararnir ynskja til
viðgerðar
Um m/s »Tróndur í Gøtu« er til fiskiskap tá aðal-
fundurin er settur til at verða, verður ásett til
nýggjan fund, sum verður lýstur í Útvarpi Føroya.
Nevndin
––––––––––––––––––
Ársaðalfundur
hjá P/f Varðanum í Gøtu
verður hildin í hølum felagsins leygardagin tann
23. juni 2001 kl. 16.00.
Dagsskrá:
1.
Val av fundarstjóra
2.
Nevndarfrágreiðing
3.
Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi
til góðkenningar
4.
Avgerð um nýtslu av yvirskoti ella rindan av
halli smb. góðkenda roknskapin
5.
Val av nevnd
6.
Val av grannskoðara
7.
Hækkan av partapeninginum
8.
Lækkan av partapeninginum
9.
Mál,ið nevndin ella partaeigararnir ynskja til
viðgerðar
Um m/s »Tróndur í Gøtu« er til fiskiskap, tá aðal-
fundurin er settur til at verða, verður ásett til
nýggjan fund, sum verður lýstur í Útvarpi Føroya.
Nevndin
Søkt verður eftir
einum fólki
til Kunningarstovuna
í Skopun
Av tí at Skopunar Kommuna fer at lata upp
kunningarstovu í Skopun, sum verður opin tveir
mánaðir um árið, verður søkt eftir einum fólki til
hetta starv.
Førleikakrøv
Vit vænta okkum, at umsøkjarin m.a. hevur:
•
Góðan kunnleika til enskt
•
Kunnleika til teldu á brúkarastøði
Umsóknir skulu vera kommunuskrivstovuni í
hendi í seinasta lagi 22.juni 2001 kl.14.00.Starvið
verður at seta skjótast til ber.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda
sær til kommunuskrivstovuna, tlf. 361349 ella
222662.
Skopunar Kommuna
Fólk søkist
til Tíðindablaðið Sosialin,
marknaðardeildin
Vit sóknast eftir einum fólki at taka
sær av dagliga arbeiðinum við sølu
av lýsingum og øðrum fyrifallandi
uppgávum.
Herundir er ein uppgáva at verða
við til at menna og reka Internet
Sosialin.
Tú:
• Ert ágrytin
• Dugir væl at tosa í telefon
• Hevur lætt at tosa við fólk
• Hevur áhuga fyri telduarbeiði
• Ert før/ur fyri at arbeiða undir
tíðartrýsti
• Hevur hugflog og dugir at festa tað
á pappír
• Dugir væl føroyskt
• Kanst byrja skjótast gjørligt
Vit kunnu bjóða:
• eitt spennandi og mennandi starv,
har tú gerst partur av eini væl-
virkandi marknaðardeild
• Samskifti innan- og uttanlands við
viðskiftafólk okkara
• Áhugaverdar og fjølbroyttar
uppgávur
Umsóknarfreistin er 20. juni 2001.
Løn samb. avtalu.
Umsóknin skal saman við viðkomandi
skjølum sendast til:
Sosialurin
P.O. Box 76
110 Tórshavn
Att.: Marjun Dalsgaard
Tú ert vælkomin at ringja tel. 311820
at hoyra meira um starvið.
Spyr eftir Marjun ella send ein
e-mail til:
marjun@sosialurin.fo
Vit eru alla tíðina úti um okkum, og fimm ferðir um vikuna
koma vit á gøtuna við einum nýggjum og feskum blaði.
Umframt tað verður blaðið hvønn dag lagt á internetið.
Her starvast í dag uml. 25 fólk.
Trøð í Porkeri
til sølu
Við hesum verður trøðin matr. nr. 215, Porkeri lýst
til sølu.
Trøðin er til støddar 9.575 m2.
Nærri upplýsingar um ognina kunnu fáast við at
venda sær til
Advokatfelagið við Strond 4
Yviri við Strond 4
100 Tórshavn
Tlf. 311260
Advokatfelagið
Yviri við Strond 4 • Boks 359 • FO-110 Tórshavn
Tlf. 311260 • Fax 311261
Telefontíð: 930-1200 og 1300-1600
Tórmóður Djurhuus, adv.
Dánjal Magnussen, adv.
Jógvan Páll Lassen, adv.
Petur Even Djurhuus, adv.
Jógvan E. Ellefsen, adv.
Anna Dam, adv.
IngiHøjgaard, adv.
Vaskifólk
Vaskarí & Reingering søkir eftir royndum dugna-
ligum fólki til reingerðaruppgávur í Tórshavn.
Vit hava brúk fyri tveimum fólkum til fastar vaktir
(gjarna vinkonur) og trimum avloysarum til
summarið 2001.
Væntast má at: Fólkið, ið brúkast skal, má vera
álítandi og duga at arbeiða sjálvstøðugt og vera
eldri enn 21 ár.
Er hetta nakað fyri teg, ring beinanvegin til
Jóannes á tlf. 211312 ella Mary á 313224.
T l 21 13 12
31 63 00
Nýggjar
TANNPROTESUR
Broytingar og umvælingar av gomlum protesum
Kliniskur tannteknikari
BERGUR
Á REYNATRØÐ
Børkuvegur, 620 Runavík
Tlf. 448480
Opið er mánadag-fríggjadag frá kl. 9-16
C
M
Y
K
27
26