fríggjadagur 29. februar 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 43 • 29. februar 2008
Vikuskifti
16
Í stuttum
Lagt til rættis: Eyðun Klakstein
Tivoli bjóðar konsertir
Aftur í ár fer Tivoli í
Keypmannahavn at
bjóða stórar popp og
rockkonsertir fríggja
kvøld. Fredagsrock
kallast konsertirnar,
sum seinastu árini
hava savnað sera nógv
fólk í Tivoli. Millum
tey, sum skulu spæla
í Tivoli í ár, eru Anne
Linnet, Gnags, Shu
bidua, Alphabeat,
Tue West og Blue
Foundation. Fyrsta
konsertin verður 30.
Mai, og tann seinasta
verður 5. september.
Tað verður ein dukka, sum skal umboða Írland í europeiska Tónleika Grand
Prixnum. Um vikuskiftið var írska Grand Prixið, og vinnarin gjørdist Dustin, sum
er ein væl kend dukka úr eini sjónvarpsrøð. Dustin er kendur fyri at brúka seg, og
hann er væl umtóktur millum írar. Nú skal hann so eisini umboða Írland í Grand
Prixnum við sanginum Irande Douze Pointe. Írskir fjølmiðlar ivast í, um tað er
populariteturin hjá Dustin, sum hevur sent hann í europeisku finaluna, ella um
fólk við hesum vilja mótmæla vánaligu úrslitini hjá Írlandi seinastu árini.
Írland sendir dukku
til Grand Prixið
Líkt er til, at filmsrøðin um Jason Bourne heldur fram. Tríggir filmar eru gjørdir
um Bourne, og teir hava verið sera væl umtóktir kring heimin. Tað er Matt Damon
sum spælir Jason Bourne, og hann skal eisini verða við í fjórða filminum, sum
væntandi skal framleiðast í 2009 ella 2010. Matt Damon hevur sagt, at hann vil
gjarna spæla við í fjórða filminum, um leikstjórin Paul Greengrass heldur fram.
Greengrass hevur eisini sagt, at hann vil halda fram, um Damon heldur fram, so
endin á tí verður uttan iva ein nýggjur spenningsfilmur um Jason Bourne.
Rockbólkurin Led Zeppelin
gjørdi í fjør comeback við
eini serligari konsert í
London, og tað er líkt til, at
rockbólkurin verður aftur
at hoyra á palli í næstum.
Led Zeppelin verður eftir
øllum at døma við á eini
stuttari konsertferð saman
Matallica, Pearl Jam og
Kanye West. Konsertferðir
í USA varðar í tríggjar
dagar og kallast Bonnaroo
Arts and Music Festival.
Harafturat er møguleiki
fyri, at Led Zeppelin fer á
eina longri konsertferð
móti endanum av hesum
árinum.
Google stendur sterkt
Google er sterkasta merki – ella brandið – í Bretlandi. Tað vísir ein kanning hjá
stovninum Superbrands. Seinastu árini hevur Microsoft annars ligið ovast á listanum,
men nú er Google lopið fram um øll hini kendu merkini. Listin hjá Superbrands verður
gjørdur við atliti til góðsku, trúvirði og útbreiðslu millum fólk. Microsoft er nú nummar
2, og BBC er á triðja plássi.
Meira Bourne
Roykja minni
– men eta ósunt