fríggjadagur 29. februar 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 43 - 29. februar 2008
Í sambandi við at
Vestmanna Sløkki- &
Bjargingarlið hevur
keypt ein stigabil
frá Ikast kommunu,
høvdu teir vitjan av
tilbúgvingarleiðarum
í Ikast-Brande
kommune, og støð-
leiðaranum í Ikast,
sum hildu skeið í
nýtslu av bilinum
Tilbúgving
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Vestmanna
Sløkki-
og
Bjargingarlið keypti herfyri
ein stigabil frá kommununi
í Ikast í Danmark.
Talan er um ein Magirus
Deutz við 256 hk V8 motori
við automatiskum girum og
30 metra langum stiga við
kurv til tveir mans.
Fyri at Vestmanna Sløkki-
og Bjargingarlið skal kunna
brúka bilin til fulnar, hava
tveir mans, Niels Christen-
sen, tilbúgvingarleiðari í
Ikast-Brande kommunu, og
Klaus V. Hebsgaard Falck,
støðleiðari í Ikast-Brande
kommunu, verið í Vest-
manna og hildið skeið í
nýtslu av bilinum og allari
útgerðini, sum fylgdi við.
Bilurin hevur ljósmotor til
tvær 1000 watt sólir, sum
kunnu setast upp á stigan til
at upplýsa eitt skaðastað. Tá
stigin er heilt samanlagdur,
kann hann eisini brúkast sum
krani. Tá lyftir hann 3 tons,
og kann m.a. verða brúktur
til at flyta bilar av vegnum
eftir ferðsluvanlukkur, ella at
halda og lyfta við, tá fólk
skulu klippast frí úr skaddum
bilum. Eisini hevur hann
eina børu, sum kann hangast
upp undir stigan, sum síðani
kann brúkast til at taka fólk
upp av sjónum, ella tá bilar
eru farnir útav vegnum.
Tilsamans vórðu gjørdir
200 slíkir bilar til brand-
støðir í Týsklandi. Krøvini
frá teimum vóru, at bilarnir
skuldu vera lágir, smalir og
stutt skuldi vera ímillum
akslarnar og fyri at fáa
minst møguligan vendiradi-
us, soleiðis at teir skuldu
sleppa lættliga inn og út úr
teirra gomlu brandstøðum,
eins og teir skuldu kunna
koyra undir lágar brúgvar
og vera lættir at koyra runt
við í tætt bygdum øki.
Hetta ger bilarnar sera væl
egnaðar til okkara brúk, sigur
Fríðálvur Bláhamar, bruna-
umsjónarmaður hjá Vest-
manna Sløkki- og Bjarging-
arliði, sum eisini nevnir at
Peter
Seloy,
fyrrverandi
brandmeistari í Tórshavnar
kommunu, hevur hjálpt teim-
um sera væl í allari tilgongd-
ini.
Sløkkiliðsskeið
í Vestmanna
Magirus Deutz stigabilurin við 256 hk V8 motori og 30 metra langum stiga
Vestmanna Sløkki- og Bjargingarlið saman við donsku skeiðleiðarunum.
Aftara rað f.v.: Niels Christensen, tilbúgvingarleiðari í Ikast-Brande kommunu, Jóhan Jákup Vørmadal, Ólavur Winther,
Fríðálvur Bláhamar, Marner Seloy, Ingdor Klein Olsen og
Klaus V. Hebsgaard Falck, støðleiðari í Ikast-Brande kommunu.
Fremra rað f.v.: Martin Hansen, Johnny J. Joensen, Rodmund Andreasen, Jákup Fonsdal, og Leif Klein. Í Vestmanna Sløkki- og
Bjargingarliði eru 18 mans, har av teir 10 vóru á skeið
Stigin kann brúkast til fleiri ymisk endamál
Fólk hjá Vestmanna Sløkki- og Bjargingarliði læra at brúka
bilin og útgerðina
Í longri tíð hevur pubbin
Bryggjan í Vestmanna skip-
að fyri ymiskum tiltøkum,
so sum sýning á stórskíggja
tá enska fótbóltskappingin
er í gongd, tunnudansi og
av og á eisini spurnarkapp-
ingum. Næsta vikuskiftið
verður kvinnukvøld.
Í annaðkvøld, leygar-
kvøldið 1. mars kl. 21, skip-
ar Bryggjan aftur fyri
spurnarkapping, men hesa-
ferð er tað ein »firma spurn-
arkapping«, har 12 lið
longu hava teknað seg til.
Liðini koma frá flaka-
virkinum, fiskivinnuskúlan-
um, barnagarðinum, komm-
ununi og frá vanliga vinnu-
lívinum. Á liðunum eru 5
leikarar, bæði kvinnur og
menn – ung sum gomul.
Til vinnandi liðið er eitt
ferðasteyp, og til hvønn ein-
stakan á vinnandi liðnum
er eisini eitt steyp.
Tá spurnarklappingarnar
eru, koma vanliga eisini onn-
ur enn bara liðini, sum kapp-
ast. Øll eru vælkomin at
lurta ella at heppa sítt lið
leygarkvøldið, siga fyrireik-
ararnir á Bryggjuni í Vest-
manna.
Vestmenningar
gita á Bryggjuni
nøvn